Skip to main content

Posts

Showing posts with the label lívfrøði

Fananskapur - bendur og lagdur í hond

 

Gróðurin minkandi

Sólvá Jacobsen, sum er lívfrøðingur á Havstovuni, fegnast um áhugan fyri tí gróðuri, Phaeocystis, sum hevur verið at sæð við strendurnar kring oyggjarnar. Á myndini er Sólvá umborð á rannsóknarskipinum Magnusi Heinason.  - Eg standi við eitt tól, nevnt ein CTD. Tá kanningar verða gjørdar, verður tólið lorað niður ígjøgnum sjógvin. Í tólinum er eitt fluorometur, sum mátar gróðurin í sjónum. Eisini eru viðheftar fløskur, ið kunnu latast aftur á dýpum, sum vit velja. Tann sjógvurin kann síðani kannast fyri nógv ymiskt, til dømis ber til at kanna algusløg, sigur Sólvá. Sunnudagin 2. juli í ár, tá eg tók hesa og niðastu myndina, vár nógvur gróður at síggja um alt landið. Tann dagin var bloggurin Skúm frá algu nógv lisin. - Vit sóu eisini sera nógvan Phaeocystis gróður í 1995, og annars sæst eitt sløð av Phaeocystis flest øll ár. Gróðurin er nú minkandi, mest sannlíkt tí at tøðsøltini ganga undan. Yvirhøvur, hevur hettar verið eitt gott ár viðvíkjandi gróðuri á Landgrunnin...

Skúm frá algu

Í eina tíð hevur skúm frá algu, Phaeocystis pouchetii , verið sjónligt fram við sjóvarmálanum í bylgjandi rondum, sum eisini kunnu laga seg upp í rúgvur, sum sápuskúm, ið tó ikki luktar minsta petti. Men hetta er gróður í sjónum og ikki dálking, ella avlop frá aliringum, siga granskarar. Veit ikki, um tað bara er í Suðurstreymi, tí sjónin Yviri við Strond hevur verið hin sama í summar, sum hesar myndirnar vísa. Tær vórðu tiknar vestur í hav av Syðradalsvegnum, millum Velbastað og Syðradal í dag. Á netinum fann eg fram til írska granskaran Michael Guiry í Galway, sum er knýttur at National University of Ireland, og rekur heimasíðurnar The Seaweed site og The Algae Base .  Hóast ikki serkønur í algum av hesum slag, svarar hann beinan vegin, hóast sunnudagur er. - Phaeocystis pouchetii is one of the common microalgae in oceans foams, but there are also many other microalgae, including diatoms and dinoflagellates. The foams are often brownis from these tiny algae, a...

Grindadráp á altjóða filmsløriftið

Í 58 ár hevur The San Francisco International Film Festival verði hildin við filmsýningum úr øllum heiminum í kenda kaliforniska býnum. Filmstevnan, sum byrjaði 23. apríl og heldur fram til 7. mai, letur eisini stuðul til filmsgerð. Í gjár varð kunngjørt, at tríggir heimildarfilmar fingu 75.000 dollarar, tað er ein hálv million, til postproduction , so teir kunnu blíva lidnir. Skotski Mike Day, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini og gjørt film um grindadráp, The Island and the Whales , er ein av hesum trimum. Hinir eru danski Kaspar Astrup Schröder við filminum Learning to Forget , sum er um børn hjá deyðadømdum í Kina, og amerikanski Peter Nicks, sum hevur gjørt løgreglufilmin The Oakland Police Project . Størsta stuðulin, 35.000 dollarar, tað er 235.000 kr, fekk Mike Day við grindafilminum The Island and the Whales. Um filmin, sum flytur kjakið um grindadráp í Føroyum fram á altjóða pallin sum aldri áður, sigur The San Francisco International Film Festival soleiðis á he...

Boardingpass til endan á ælaboganum

Í Havn er ivaveður í morgun og spurningurin er, hvar ælabogin endar fyri fyrsta mai. Men úti á Skúlanum á Argjahamri hava tey frá morgunstundini lært seg at stýra veðrinum, og lata tað regna úr lógvanum og niður í sandkassan, har næmingarnir sjálvir sleppa at skapa lendið frá havbotninum og upp á hægstu tindar. Hans Fróði Jensen, lærari í Skúlanum á Argjahamri, hevur skapt ein livandi sandkassa. Grevur tú, ella gert broytingar í sandmongdini, so broytist myndin samsvarandi. Fjarstøðan millum eitt serligt kamera yvir sandkassanum og mongdina av sandi í kassanum verður tikin og viðgjørd í eini teldu. Síðan kastar ljóskanónin myndina aftur á sandmongdina, sum eina topografiska mynd. Genialt funnið uppá. Skúlabørnini eru ógvuliga spent at sleppa at definera lendið í sandkassanum og regnið úr luftlógvanum og síggja rúmið taka skap og vatnið renna, har tað finnur veg. Ein avanseraður lærdómur, sum lærarar í landafrøði ivaleyst dragast við, tá teir skulu siga børnunum, at ei...

Flugufrensur í februar

Í dag fleyg ein flugufrensur millum bøkurnar á arbeiðsplássinum. Eina løtu seinni kom hann aftaná mær inn á kontórið, flugfrensurin, sum tey á Eiði siga um skinflugu, ið er fluga av ættini Calliphora . Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hevur savnað skinflugur av fleiri sløgum úr øllum landinum flestu mánaðir í árinum. Hann sigur, at hetta er ein vanlig skinfluga Calliphora vicina og vísir til vísindaliga grein í Norwegian Journal of Entomology í 2013 um flugur í Føroyum . Saman við Jógvan Fróða Hansen og Ámundi Nolsø, hevur Jens-Kjeld Jensen savnað, kannað og skrásett ikki færri enn 3827 flugur í Føroyum. Í greinini eru tær býttar í fimm sløg, við hesum latínsku frámerkjum: Calliphora vicina Robineau-Desvoidy, 1830, Calliphora uralensis Villeneuve, 1922, Calliphora vomitoria (Linnaeus, 1758), sum fyri fyrstu ferð er funnin í Føroyum, Cynomya mortuorum (Linnaeus, 1761) og  Protophormia terraenovae (Robineau-Desvoidy, 1830). Kanska eru hesar fimm fluguættirnar orsøkin til hei...