Ummæli, Olav Enomoto, Sosialurin 5. februar 2003: Ótrúligt er tað at hoyra, hvussu miðvíst og væl tilrættislagdar sendingarnar hjá Birgir Kruse eru fyri at boða loysingarboðskapin. Vælsmakkandi: Við síni blíðu, yvirbevísandi rødd ruddar Birgir Kruse slóð fyri loysingarveinginum inn í okkara stovur og lindi. Sjálvur ger hann ikki tað praktiska arbeiðið, men virkar sum ein viti fyri tann boðskap, sum skal beina okkum lurtaranum á kós. Pedagogiskt: Eg vil geva Paula Nielsen rektara á Læraraskúlanum eitt 11-tal fyri pedagogik og framløgu. Væl varð greitt frá, hvussu ófrælsar Føroyar eru sum so mong onnur lond, og eisini hvussu føroyska fólkið bleiv hildið niðri av ávísum afturhaldskreftum, bæði í skúla og á tingi. Kelduvalið var gott og valdu endurgevingarnar vóru enn betri. Eitt 13-tal hevði verðið uppiborið, um hendan grein ikki bleiv skrivað. Fjølmiðlaábyrgd: Skilligt er nú fyri mær, hví so hart arbeiði verður lagt í at yvirtaka fjølmiðlábyrgdina. Ivaleyst so at almenn upplýsing kann ha...