Undir yvirskriftini Vision of Humanity hevur Institute for Economics & Peace aftur í ár gjørt ein lista, Global Peace Index , við 163 londum, har støðið verður tikið í 23 felags grundvirðum, at finna fram til, hvar tryggast og ótryggast er at búgva. Heimasíðan upplýsir í ár, at vit liva í ótryggastu tíðum síðan seinna heimsbardaga. Í so máta er støðan versnað tólv ár á rað, og tað er vorðið ótryggari at liva í 99 londum. Men bólkar av londum standa seg framhaldandi væl. Fremst, best og tryggast at búgva í eru Ísland og Nýsæland. Teimum á baki eru Sveis, Slovenia, Írland, Eysturríki, Portugal, Singapor, Finnland og Japan, sum er tíggju tey tryggastu londini at liva og búgva í. Danmark er á einum ellinta plássi. Ringasta og ótryggasta landið at búgva í beint nú, er Russland. Telja vit upp eftir, frá russiska 163. plássinum, er næstringast at búgva í Sudan. Upp frá botninum koma síðan hesi lond: Fólkalýðveldið Kongo, Ukraina, Ísrael, Suðursudan, Afganistan, Jemen, Sýria, og Mali...