Skip to main content

Posts

Showing posts with the label javnstøða

Heitar hendur fyri menn og kvinnur

Brúk er fyri heitum hondum, verður ofta sagt, tá vónríkir politikarar stilla upp til kommunuval, og ætla at fáa atkvøður innan heilsuøkið, nógvar atkvøður, kanska eisini lættliga vunnar og funnar, nú virksemið er stórt og alt fleiri gerast munandi eldri. Hugsanin um tær heitu heimligu hendur kom mær til hugs, nú Runavíkar kommuna í dag lýsur við, at júst hetta átrokandi økið, í dagsaktuellum skapi av Røktar- og Ellisheiminum, verður umbygt har í kommununi.  Á tíðindamyndini eru tíggju menn.  Um dagarnar kom eisini eitt álit um dagføring av bókasavnslógini. Yvirskriftin var “Bókasøvn - ein mannarættur”. Stak áhugaverdur lesnaður, sum byrjar við at sitera eina yvirlýsing frá UNESCO um fólkabókasøvn: “Frælsi, vælferð og samfelagslig menning, og umstøður, sum stimbra persónligu menningini, eru grundleggjandi menniskjalig virði. Hesi virði eru grundað á, at væl upplýstir borgarar sleppa at brúka teirra demokratisku rættindi og fáa høvi til at spæla ein aktivan leiklut í samfelagnum...

Fyrsta kvinna í Saudiarabia ger film

Hetta er Haifaa Al Mansour (f.1974), sum er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia. Nú hevur hon gjørt spælifilmin ”Maryam - The Perfect Candidate”, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 8. juli. Haifaa hevur lisið bókmentir í Kairo og film í Sydney. Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í sýriska heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá læknin, Haifa Awad, innleiddi. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at innleiða sýningina við nýggja saudiarabiska filminum ”Maryam – The Perfect Candidate”. Spildurnýggi spælifilmurin, sum varir 100 minuttir, sigur okkum søguna um eina dugnaliga og framsøkna kvinnu í Saudiarabia, sum er lækni, Dr. Maryam Alsafan. Hóast førleikar og avrik, noyðist hon at stríðast fyri at verða vird millum teir menn, hon alla tíðina arbeiðir saman við og teir sjúklingar, hon er um. Tá Maryam ikki sleppur til eina samrøðu um eitt betri starv í Dubai,...

Menn tora í torra

Meðan tey bæði spæla Wonder Woman við Kacey Musgraves í útvarpinum, ein sangarinna sum helst fer at bjarga kántrítónleikinum í útryðjuni hjá okkum í Norðuratlantshavi, undrist eg yvir at menn tora so væl í torra. Teir seta seg á forsíðuna við størsta toskinum ovast, og redaktiónin er bara menn, frá skrift til prent. Sexuelt er hetta nokkso homogent. Men ein kvinna sæst í tíðindarenslinum longst til høgru, men eg skilji at tað er ikki tí at hon hevur álboga seg fram úr almúguni, nei, tað er tí at hon fyllir fýrs. Allar mest løgna er at útvarpið og sjónvarpið so trúliga sendir á báðum almannarásunum til restina av landinum við einum fultiknum mannfólkapaneli. Tveir klaksvíkingar, tveir havnarmenn og tríggir bygdarmenn. Í kvøld er gudhjálpitúmær, hann er eisini maður, framhald í sjónvarpinum, har ein havnarmaður tosar við tríggjar bygdarmenn av sama tingstaði um sama evni. Onkur segði, at hetta er sum hálvfemsáraføðingardagurin, ið verður repeteraður hvørt nýggjár meðan vit sláa okkum...

Javnrættindi í skúlanum

Nám hevur gjørt eina temasíðu um javnrættindi á undirvísingarpotalinum Snar. Temasíðan vendir sær til hádeild, og endamálið er at viðgera ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, í undirvísingini. "Javnstøða er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt," verður sagt í innganginum til temasíðuna. "28. apríl í 1916 fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Við hesum tiltakinum vóna vit, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni, enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti," sigur Marna Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia. "Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp til kommunustýrini. Vónin er, at tað skal vera líka natúrligt at velja ...

Nýggj temasíða um javnrættindi

Nám skrivar, at fyri 100 árum síðani fingu kvinnur og ognarleys valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Tí er nýggja temasíða gjørd á undirvísingarportalinum Snar um javnrættindi . Temasíðan vendir sær til hádeild. Endamálið er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina, sigur Nám. Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt. - Við hesum tiltakinum vóna vit saman við Námi og undirvísingarportalinum Snar, at gera fólk meira tilvitað um, at vit nú 100 ár seinni enn ikki eru komin á mál í javnari kynsbýti, sigur Marna K. Jacobsen, ið er nývald forkvinna í Demokratia. Í vetur verður kommunuval, og tá fer Demokratia at skipa fyri fundum og upplýsing, sum skal gera fólk tilvitað um týdningin av at stilla fleiri kvinnur upp t...

Eg eri ikki ein Óli P

Ikki er tað lætt at vera konufólk á tingi. Í hvussu er, tá persónliga hugsjónin av onkrari orsøk ikki fæst at sampakka við floksapparatið, sum valevnið hevur stríðst fyri og selt sína sál til. Hvør skal siga, tú kundi bara valt ein annan flokk, um tað ikki gongst eftir vild. Ella hildið teg burtur, tí her eru bara menn. Ordiligir menn, ið standa við teirra mótigu meiningar, hóast vit vita, hvørjir vingluskøltar teir altíð eru, tá atkvøðast skal. Tað er sjón fyri søgn. Men her eru eisini menn, sum føra satirupennin, stjórna bløðum og miðlum, og sita í formansessinum í Demokratia. Uttan undantak hava allir hesir menn til felags, at teir fara í skøkjuorðabókina at finna orð og evni, ið lýsa ótrúgvu kvinnuna, tá hon skiftir flokk, ella - eins og maðurin, ið altíð sleppur snikkaleysur - skiftir meining, og atkvøður annarleiðis, enn vit høvdu væntað. Tá verður sagt, at hon tekur lakktaskuna, og ger seg til at tøla impotent mannfólk, ið langt síðani eru farin um pensiónsaldur. Í dagsins te...

38 menn og 5 kvinnur

38 menn og 5 kvinnur. Soleiðis er støðan á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú. Tá havi eg talt allar persónsmyndir við, bara ikki hana frá Mentarnáttini í Kringvarpinum, sum varð ov trupul at telja. Fólkatingsvalið er av og fleiri hava ivaleyst heft seg við allar formenninar, ið eru sum orðið sigur, menn. Skemtiligt nokk, er Beinta Løwe einasta kvinna á ovasta bílætinum millum allar føroysku floksformenninar. Og so gongur tað slag í slag á heimasíðuni. Menn og menn og aftur menn. Tilsamans áttaogtretivu av slagnum. Bara fimm kvinnur órógva teimum maktsirklarnar og fotolinsurnar. Tað er danska Helle, sum gevur upp, tað er danska Hanne-Louise, sum sigur frá um performance studies, tað er Jancy, sum stovnar pensjonistafelag á Toftum, og ein vøkur men ónevnd hárfríðkanarmodell hjá Evoke umborð á Draganum. 5-38 er støðan í hesum kappingartíðum. Tað er líkasum ikki gott. Ikki nær námindi nøktandi. Tað er so komiskt, at eg veit ikki um eg skal flenna ella grát. Men ikki sleppi eg uttan...