Hotel Hafnia Bistro Fyrsta Hædd. Tað ljóðar sum ein rebus. Og tó, fyrsti og týdningarmesti táttur í borðreiðing er at siga munnberandi søgur, sum eisini eru sannførandi. Í so máta er miðbýarhotellið í Havn, Hafnia, sum júst merkir havn á fornnorrønum, hǫfn , fult av miðbýarsøgu, heilt aftur til 1951. Navnið er ongantíð broytt, so øll vita, hvat vit tosa um, tá Hotel Hafnia verður havt á munni. Søgutráðurin verður ikki brotin ella slitin. Hetta er tað týdningarmesta, tá tú setur teg niður og skalt eta. Antin tí tú ert gerandisliga svangur ein triviellan arbeiðsdag, ella tí orsøkin er meira veitslukend tí onkur fyllir runt. Nýggjasta orð í hesi tænastuvinnu er Bistro , sum í orðabókini verður lýst sum lítil, óprentiøs matstova. Slektað heiti er brasserie, sum umframt matgerð eisini knýtir seg til ølbrygging, men við hvítum dúki á borðinum, sum ein bistro ikki hevur. Umframt at velja eitt nýtt orð fyri fyrstu ferð í føroyskari matstovuvinnu, hevur Hotel Hafnia eisini valt at leggja sta