Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2007

62 Norður

Birgir Kruse, fjølmiðlaummælari, 62 Norður 8. mars 2007 Menn tingast og kvinnur keglast. Hørð tíðindi móti mjúkum virðum. Og skuldi tað hent, at vit ivast, so minna miðlarnir okkum á hesar høpisleysu pástandir. Men glottar eru. Dimma byrjaði mánaðin við eini framúr grein um 8. mars í nýskapandi kvinnuteignum Bloggan. Men samstundis skuffaði mannligi tíðindaleiðarin í Útvarpinum fleiri ferðir við skjødisleysum upplesturi, flutti ungdómshúsauppreisturin í Keypmannahavn í ein annan býling og navngav fiskimálaráðharran Kallsoy. Tað er líkasum ein onnur slekt. So respektleysum upplesara er óbehagiligt at lurta eftir. At ein hard core feministur, og ikki Carli, vann norðurlendsku bókmentavirðislønina, var ein skjótur vinkul hjá bæði Vikublaðnum og Portalinum. Gamaní lættkeypt, men spennandi, tá útlendsk tíðindi fáa ein heimligan vinkul og gerast okkara, hóast Carli í hesum føri var ein ikki-søga. ”15 minutes of fame” varð nevnt í SvF kjakinum mánakvøldið. Vendingina eigur Andy Warhol, ein mi