Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2009

Hvør fær hendan?

Mentanarnáttina 2009 fær ein føroyskur politikari riddarakrossin frá 200. Tað er hann við áskriftini Stokkholmssyndromið, sum avmyndað omanfyri. Hondina eigur Uni Árting, sum eisini slær á trummu í 200. Limirnir í bólkinum hava fyrr sagt at tað er eitt sambandsfólk, ið fær krossin. Hini kunnu keypa hann. Í ár rakar mentanarnáttin grundlógardag, danska tjóðardagin. Tí er tað bæði forkunnugt og stuttligt at teir í 200 velja júst henda dag og hetta høvið at markera aktuellu fløguna og hugsjónina aftan fyri teirra arbeiði. Eg sigi bara tvey hundrað ferðir Viva, La Republica!

Hjá Nordisk Film í Valby

Birgir lesur hjá Nordisk Film í Valby, har Substanz heldur til; Uni Leitisstein Hansen á skrivstovuni; Helgi Toftegaard á skrivstovuni, Martin Pilegaard og Birgir við ljóðborðið. Síðani myndir frá gamla studio 2 hjá Nordisk Film, sum er frá 1910. Her er mynd av Ole Olsen, ið grundaði Nordisk Film í 1906 og útgerð frá filmunum Olsen Banden og Matador. Niðast trý smá hús, ið eita Tro, Håb og Kærlighed. Her skriva rithøvundar til film. Í dag var eg í søguligu upptøkuhølunum hjá Nordisk Film í Valby. Elstu rúmini, eg var inni í, var Scena 2, sum er frá 1910. Ørindini vóru at lesa handritið hjá Una Leitisstein Hansen til ein 100 ára film, sum Substanz ger fyri Tórshavnar kommunu. Lidni dvd-filmurin verður borin í hvørt hús í Tórshavnar kommunu 16. juni 2009. Ljóðteknikari hjá okkum henda morgun var Morten Pilegaard, sum eisini spælir trummur í einum spennandi orkestri. Í sólskininum møtti eg Helga Toftegaard, sum er úr Fuglafirði og eisini arbeiðir við filmi hjá Substanz í hesum

Oskar við Eiðshylin

Her er Óskar Eiriksson, húsavørður hjá Tórshavnar kommunu, avmyndaður við stavi uppi á Eiðinum úti í Kolturi, har bátabyggjarin Niklas gjørdi tiltikna hylin, Eiðshylurin nevndur. Her hevði Niklas borðabátar og annað til barnsliga skemtunn. Í dag hevur hylurin ongan góðan. Soleiðis fer tíðin frá øllum.

Koltursferðin 2009

Fríggjadagin 22. mai 2009 vóru vit starvsfólkaútferð í Koltri. Fyrst varð morgunmatur í Posthúshjallaranum og síðani koyrdu vit í tveimum fyltum bussum til Gomlu Rætt, har Silja lá fyri okkum. So nógv vóru í ferðina at siglt varð tvær ferðir. Bjørn Patursson, sum flutti til Koltur í 1994, tók ímóti okkum og greiddi frá um oynna, landbúnað og ferðavinnu. Ikki minst um verkætlanina at endurreisa býlingin Heima í Húsi, sum grunnurin hjá A.P. Møller stuðlar við fleiri enn 5 milliónum. Í hesum býlinginum eru tveir garðar, Niðri í Húsi og Uppi í Búð. Uppi í Búð búðu fólk, til flutt var av oynni síðst í áttatiárunum. Niðri í Húsi, eldra bústaðninum, búðu fólk til 1961, tá tey fluttu Norður í Gerðar. Tá var navnframi bátasmiðurin Niklas í Koltri fluttur til Havnar at búgva. Veðrið var skiftandi frá morgunstundini, men eins og á Tórsdegnum í vikuni undan, kom sólin fram og skein oman og niðan allan tann líðilanga dag. Ein frálíkur dagur.

Millum ravnar og neyt í Koltri

Uppi á oynni í Koltri sæst, at ravnur hevur verið skotin. Her hava fólk lagað sær býli úr gróti og sanniliga eisini drigið eina minu niðan í hagan at fjala seg í. So er klárt at skjóta og fáa gjald fyri nevið. Tí er ravnur so styggur. Longur niðri eru síðhærdu kálvarnir av skotska hálendinum, sum fáast til matna á Hotel Føroyum. Men uppi í brekkuni eru kvígur og tarvar. Koltursoksar , sum orðabókin sigur. Kemur tú ov nær, fara neytini at renna. Tað er tað nærmasta eg havi verið stampede . Jørðin skalv, tá neytini í Koltri runnu. Tá varð ikki lukkuligt at vera fyri. Lítið hjálpti at leypa upp om hegnið, tí ovasti tráður førdi 6000 volt. Neytahaldið verður nevnt sjálvrektruterandi sláturneytahald . Í 2004 gjørdist Koltur vistfrøðilig oyggj við serligum, altjóða góðkendum búmerki. Á heimasíðuni http://www.koltur.com/ verður upplýst at 5 fólk búgva í oynni. Tey liva av seyða- og neytahaldi og ferðavinnu. Her er gott ferðasamband við tyrlu, gott breiðbandssamband og elektrisetsverk v

Nólsoyarmálarin í úrvali á Ovastevnu 2009

Kinna og Emil millum málningarnar eftir Steffan Danielsen í stovuni hjá Emil. Niðri undir sæst Emil Juul Thomsen festa sær í ein stubba, sum hann sjálvur hevur ballað (Myndir: Birgir Kruse) Undir heitinum Nólsoyarmálarin verður framsýning við málningum eftir Steffan Danielsen á Ovastevnu 15. og 16. august 2009, báðar dagar kl 15:00-20:00. Fyrra dagin kl 16:00 heldur Kinna Poulsen fyrilestur um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Framsýningin, sum Kinna velur út, verður í barngarðinum Látrinum í Nólsoy, har Guðrun Sundar Hansen er leiðari. Tað er ein Ovastevnufyrireikingarbólkur, har Guðrun er við, Bjørn Thomsen og 100-ára haldið hjá Tórshavnar kommunu, ið skipa fyri framsýningini Nólsoyarmálarin. Stuttfilmurin hjá Knud Leif Thomsen frá 1965 um Steffan Danielsen verður eisini sýndur. Úrvaldu málningarnir eru allir úr savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í grannahúsunum. Seinni í heyst kemur bók um Steffan Danielsen, sum Bókagarður gevur út. Kinna Poulsen skrivar t

Tór er ein Bjór

Myndir úr Hornahúsinum í dag, har nýggj bjór varð løgd fram. Ovast avdúkar Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina, millum Anniku Waag og Petur Petersen. Síðani sæst Jan Christiansen fyrrverandi borgarstjóri smakka nýggju bjórina. Jens Marius Poulsen kommunustjóri kom við navninum 'Tór'. Grafikarin Ole Wich greiður frá um etikettina. Næstniðast sæst Annika Waag bryggjari við nýggju bjórini 'Tór' og allar niðast hevur Ole Wich avmyndað meg á Bursatanga við einari Tór frammanfyri Tinganesi. (Myndir: Birgir Kruse og Ole Wich) Tór er navnið á nýggjari bjór, sum Føroya Bjór ognar Havnini, ið fyllir 100. Eftir at Guðrið Hansdóttir hevði sungið úr nýggju fløguni ‘The Sky is Opening’, avdúkaði Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina í Hornahúsunum í Havn. Annika Waag, ið er bryggjari hjá Føroya Bjór, greiddi síðani frá um Tór og hvussu smakkurin er settur saman. Síðani varð høvið at smakka eina Tór og at enda greiddi Ole Wich grafikari frá um navnið og etiketti

Buzz Aldrin í Býráðnum

Føroyski samskiparin Gudmundur og tveir úr norska filmsliðinum, Geir og Jakob, á mínari skrivstovu í dag (Mynd: Brigir Kruse) Gudmundur Helmsdal Nielsen samskipar locations fyri norska filmsleikstjóran Geir Henning Hopland og íslendska myndamannin Jakob Ingimundarsson. Ørindini á Býráðnum í dag vóru at finna eina skrivstovu, ið hóskar sum karmur um arbeiðið hjá einum føroyskum málsviðgerða. Helst verður tað skrivstovan hjá borgarstjóranum, teir fara at brúka. Norski filmurin, sum verður vístur í fýra pørtum í norskum sjónvarpi í 2010, byggir á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? Skaldsøgan kom í 2005 og árið eftir las høvundurin á G festivalinum í Gøtu.

Purpurlitt útsýni

Útsýnið úr køkinum hóskvøldið 7. mai 2009 kl 21:30. Óviðgjørd mynd, beint frá skaparans hond, við purpurlittum pensili um himmal og hav í eysturi. Hinvegin - í vestur - er heilt annar litur, sum ikki er í slekt við hetta útsýnið. Eins og veðrið er lokalt, eru eisini litirnir og skynið í føroysku náttúruni ógvuliga lokalt. Tí hava vit so nógvar listamálarar, giti eg. Litirnir spæla alla staðni.

Í hálvum gekki

Mong bygningsverk standa í hálvum gekki á Ternuryggi. Fremst fyri sæst ein forlátin betongbunkari og aftanfyri sæst brúgvin, ið skal binda ringvegin úr Hoyvíkshaganum tvørtur um Krákugjógv og út í Marknagil. Úr betongbuknaranum á Ternuryggi er spennandi útsýni oman móti Havnini og út á vágna.

At kyssa svanin

Ruddingardagin gingu vit framvið tveimum svanum í hylinum í Djúpagili. Helst munnu teir verða ávegis til Íslands. Teir svumu í ring og høvdu skilliga hug at kyssa spegilsmyndina. Ein narcissisk studia í fyrrverandi vatnbrunninum. Í meðan gekk Michael Jacobæus framvið byrgingini. Ein áhugaverd løtumynd í Djúpagili.

Ruddingardagur

Í dag var ruddingardagur hjá miðfyristingini í Tórshavnar kommunu. Sjálvur var eg við sjakkinum, ið ruddaði niðan við Djúpagili og so oman eftir Ternuryggi. Komin oman á Vegin Langa heintaði lastbilur alt ruskið, vit høvdu savnað, Mest plastposar, ið høvdu skorað seg fastar millum steinarnar í ánni. Á mydnunum síggjast Ebba Vilhelm, Bjørgfríð Ludvig og Jens Marius Poulsen. Ein góður dagur, hóast tað dreiv úr honum.