Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2001

50 ár við Norrøna Felagnum

Tíðindaskriv, Norrøna Felagið í Føroyum, 16. november 2001 Sunnudagin eru fimmti ár liðin síðani Norrøna Felagið í Føroyum varð stovnað í Sjónleikarhúsinum Í Havn. Í hesum sambandi verður givið út eitt rit, sum í stuttum lýsir stovnan og søgu felagsins. Heiti á ritinum, sum telur 25 blaðsíður, er »50 ára rit um Norrøna Felagið í Føroyum«. Í ritinum heilsa politikarar, stovnsleiðarar og onnur, ið hava knýti til norrønt samstarv, felagnum. Felagið sjálvt tekur soleiðis samanum í fimmti ára ritinum: »Samanumtikið vil Norrøna Felagið í Føroyum á fimmti ára degnum seta fram ynski um, at almenna norðurlendska samstarvið í komandi tíðum í størri mun setir kikaran á hin einstaka borgaran og endurskoðar hugsanina um nærumráðini. Skal norrøna nyttan takast í fólksligum álvara, krevst harafturat minni retorikkur á heimsins mongu pallum og meiri virksemi, tí einstaka norðbúgvanum at gagni.« Fimmti ára hald felagsins verður leygardagin. Klokkan 18 verður limatiltak á Landsbókasavninum, har brævaski