Fjølmentanarvika hevur júst verið í Havn og indiski filmurin "All we imagine as Light" varð sýndur. - Er tað bara fyri danskttalandi, at tit hava Fjølmentanarviku, spyr týska Agnes-Katharina Kreiling, tá hon sær, at filmurin hevur danskan undirtekst, sum hon ikki skilir. Í kjalarvørrinum á hesum kjaki, skifta vit bæði, Anges og eg, orð um støðuna hjá donskum í Føroyum og hví indiski filmurin, sum er á malayalam, hindi og marathi máli, hevði danskan undirtekst. Agnes-Katharina Kreiling, hvør er tín bakrund og hvussu komst tú til Føroya? - Eg eri lívfrøðingur og flutti til Føroya fyri fimm árum síðan. Eg búði í Íslandi, har eg hevði arbeitt í fleiri ár, tá eg møtti mínum maka. Hann er eisini lívfrøðingurog hevur gott og fast starv í Føroyum, sum ikki er so lætt at fáa innan okkara arbeiðsøki. Tað var í sambandi við hansara arbeiði, og so nøkur onnur viðurskifti, sum gjørdu, at eg flutti til Føroya, ístaðin fyri at hann flutti til Íslands. Nú eri eg so heppin at hava eitt gott...