Hvar er best at búgva í einum heimi, ið er ótryggastur, alt síðan heimsbardagin endaði, og vitanin um holocaust og kjarnorkubumbuna komu fram, skaptu samstørv og settu seg á allar útbúgvingarskipanir í mentaða heiminum? Friðarstøðan í heiminum verður lýst í Global Peace Index , sum byggir á 23 vísitøl, ið verða tikin úr í trimum høvuðstættum, kríggj, trygd og dubbing, og vísa tryggleikan at búgva í 163 av heimsins londum. Spurt verður í kanningini, um kríggj er í landinum, ongoing conflict, og hvussu nógv eru deyð. Síðan verður spurt, hvussu trygdin er í landinum, safety & security, um brotsverk, yvirgang, harðskap, politiska órógv, flóttar og sosialan ótryggleika. Samanfatandi verður at enda spurt um støðið á dubbing, militarisation, gjald til herin, vápn, hernaðarligar tænastur, Nato, krígs- og verjusamstørv. Samanumtikið sýnir Global Peace Index ta trygd og tann frið, sum er í einum nevndum landi. Kanningarstovnurin ger vart við, at kanningarøkið trygd og ...