Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2009

Hallur og Charley

Hallur Joensen og Charley Pride á palli (Myndir: Marianna Johannessen) Marianna Johannessen, sum hevur Photocare í Klaksvík, hevur tikið nakrar frálíkar myndir av Halli Joensen saman við Charley Pride á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, sunnukvøldið 22. november 2009. Beint nú er avbjóðingin at klippa samrøðurnar við Charley niður til ein hálvan tíma ella so. Sum aldri áður fer orðafellið Kill Your Darlings at krevja sín rætt, nú eg annan dagin fari at klippa.

Á flogi við Charley

Myndir frá flogferðini úr Dublin, har vit heintaðu Charley Pride leygarmorgunin, úr Sandavági og av Parnassinum á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen, Allan Samuelsen og Birgir Kruse) Umborð á flogfarinum hjá Atlandsflogi var nógv at tosa um. Charley Pride hevði ferðast ein mánað í Írlandi og var spentur at hoyra um hetta landið, ið hann ikki kendi, men sum tó hevði uppruna í júst Írlandi. Men ikki skilti hann, hvussu írsku munkarnir funnu higar. Men víkingar kendi hann nógv til og vildi hoyra hvussu ymisk nøvn og hugtøk vórðu úttalaði. Charley gongur nógv upp í stjørnutekin, nær ein er føddur og hvat, ið er eins mótsetningur. Serliga fegin var Charley at lesa týddu greinina Kjølfest í Klaksvíksblaðnum Leikar í Lund og at síggja eitt fotoalbum hjá pápa mínum frá St. Johns í Nýfunnlandi 1961. Hann vildi eiga Klaksvíksblaðið og tað var sjálvandi lagamanni. Umboðsmaðurin John Daines fylgir við í øllum hjá Charley. Teir hava samstarvað í 30 ár og vita hvussu ein orkar at halda á o

Dion Pride í Tórshavn

Dion Pride á Hotel Hafnia og í roykirúminum á Kafé Natúr (Myndir: Birgir Kruse) Sonur Charley Pride, Dion, er nógv frammi innan nýggjan country og alternativan tónleik í USA. Í løtuni er hann ovast á alternativa listanum við sanginum We All Gotta Live Here úr fløguni Ready To Run. Dion fortaldi, at hann hevði spælt við Fats Domino og herfyri hevði sín egna rokkbólk, ið hann kallaði Thor. Tí var hann ógvuliga spentur at spæla í Havnini hjá Tóri, sum hann kendi til umvegis gudalæru, ið hevur hansara stóra áhuga. Dion er avmyndaður við brillum og reyðum turriklæði á Hotel Hafnia. Niðara myndin sýnir Dion í roykirúminum á Kafé Natúr, har eg vísti honum nakrar av LP plátunum við Charley. Hann var ovfarin og hevði ikki sæð hesar plátur áður í so góðum standi.

Charley kom, sá og sigraði!

Størsta løtan í Ítróttarhøllini á Hálsi var ivaleyst tá ið Hallur Joensen og Charley Pride sungu Kiss An Angel Good Morning á enskum og føroyskum. Síðani er Charley avmyndaður saman við Heðini Mortensen og Jógvani Arge, sum vegna Tórshavnar býráð bjóðaði Charley og áhoyrarum vælkomnum til konsertina. Niðaru myndirnar eru tiknar av fremstu røð, mitt fyri pallinum, meðan Hallur syngur úr nýggju fløguni Smile. Charley var serstakliga hugtikin av framførsluni (Myndir: Jákup Simonsen) Tað var ein frálík konsert við øllum Pride'unum í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið. Tó, Hallur Joensen legði fyri og síðani kom bróður Charley, Stephen Pride, hin yngsti av 11 úr húsinum hjá Pride og teimum. Fimti og seinasti sangurin var ein frálík útseting av George Jones klassikaranum He stopped loving her today . Stuttligt at síggja trummusláaran Derek Spigener í hesum setti, ja alla tíðina. Í berari spæligleði smittaði hann alla høllina. Soleiðis tyktist tað mær, haðani eg seg sat á fyrstu røð

Fekk føroyska gávu í Dublin

Ein fegin Charley Pride umborða á flogfarinum hjá Atlantsflogi, ávegis til Føroya (Myndir: Birgir Kruse og Asbjørn Knudsen) Á konsert í Dublin, kvøldið fyri Charley Pride kom higar, fekk hann eina gávu og heilsan frá einum føroyskum hjúnum, John og Sólrun, sum vitjaðu har í býnum. Gávan var ein vakur lasargrivin glaskubbi, har ein drongur og ein genta eru avmyndað í tjóðbúnað. Charley vísti gávuna fram umborð á flogfarinum til Føroya.

Charley í Sandavágs kirkju

Jógvan Eli Dam filmar samrøðu við Charley Pride í Sandavágs kirkju(garði) og á Parnassinum á Hotel Hafnia. Mittasta myndin er av Loganflogvøllinum í Dublin (Myndir: Asbjørn Knudsen og Allan Samuelsen) Ávegis til Havnar steðgaðu vit við Sandávágs kirkju. Avtalað var at fáa eitt prát við Charley um andaliga partin í hasara mongu útgávum. Á plátufelganum RCA er tað bara Elvis, ið hevur selt fleiri plátur. Charley dámdi einki at vitja eina kirkju, har gravir eisini vóru. Orsøkin var heilt persónlig og knýtt at mammuni, sum hóast hon átti 11 børn, doyði ung. Men so møtti Charley 11 ára gamla Conradi Dahl Lauritsen úr Sørvági. Saman við ommunu vitjaði hann gravirnar hjá langommuni og langabbanum. Tey fingu eitt hugaligt prát og nógvar myndir. Tá bussurin koyrdi avstað, segði Charley, at kanska fer Conrad at minnast hesa løtu tá hann verður vaksin. Á niðastu myndin fær Charley til gávus fløgusavn um svartar sangarar, ið hava verið frammi innan country. Av hesum er Charley hin størsti. Ha

Charley er lendur

Charley Pride er lendur og honum á baki kemur Hallur Joensen í land. Niðri undir síggja vit sonin Dion og beiggjan Stephen. Niðast er tað hin fryntliga Súnfríð, ið skrivar Charley inn á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen og Birgir Kruse) Beint eftir døgurða leygardagin 21. november lendi Charley Pride í Vágunum. Við sær hevur hann orkestur, sonin Dion og bróðurin Stephen. Hallur Joensen, ið hevur Charley Pride sum størstu livandi fyrimynd, var við í flogfarinum. Charley, ið er prátingarsamur og forvitin, spurdi avgreiðslukvinnuna í tollfríu búðini, hvussu hon æt og hvussu navnið úttalaðist. Sonur Dion var serliga fegin um at síggja allar tær gomlu pláturnar, sum føroyingar eiga av pápanum Charley Pride. Hann er avmyndar við gomlu plátunum á Café Natúr, meðan Stephen er avmyndaður á Hotel Hafnia, har tey øll 15 búgva.

Charley close up

Stuttligt at møta aldrandi stjørnuni Charley Pride og sleppa at taka myndir av honum, nær hjá. Hann er 71 ára gamal, frískur og ferðugur. Ovasta myndin er tikin í bussinum til Havnar, meðan sólin setir yvir Vágalandið. Niðaru myndirnar eru tiknar í flogarinum hjá Atlantic Airways úr Dublin til Vágar. Tatoveringina, sum Allan hevur á arminum, dámdi honum einki. - Við mínari myrku húð kann eg jú ikki gera sovorðið, segði Charley og legði beinan veg upp til at tosa um at vera svartur í eini hvítari countryverð. - Call me what you want; I used to be a negro in the sixties, then black, then coloured and then Afro American. So call me what you want, segði ein ertandi og skemtingarsamur Charley longu í flogfarinum.

Hallur Joensen 'Smile'

Húsin á nýggju fløguni 'Smile' hjá Halli Joensen. Hetta er onnur fløgan, hann gevur út. Hóast enskir, hava seks av sangunum føroyskan uppruna Nú er hon her, nýggja fløgan hjá Halli Joensen ‘Smile’. Umframt at Edgar Struble skrivar liner notes innan í húsanum, havi eg eisini fingið heiðurin at skriva nøkur orð. Tey eru her: This is the second album from Hallur Joensen. His first release Pickin’ Time in Nashville (2008), has so far been the fastest selling in Faroese history. Half a century has passed since Faroese pop music was recorded and published for the very first time, especially thanks to the group Tey av Kamarinum . Two years earlier the Faroese broadcasting station, Útvarp Føroya , was founded. Together with local dancing places around the islands they were pioneers and created the base for a new and varied market. If anyone should decorate a Faroese musical package comprising half a century of music with a ribbon in a bow, Hallur Joensen is the right person. Not

Sporini vaksa úr orðum

Ovast sæst filmsplakatin og niðri undir eru tey bæði, leikstjórin Katrin Ottarsdóttir og høvundurin og filmsevnið Jóanis Nielsen, avmyndaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá fyrireikingarnar til filmin byrjaðu (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Hóskvøldið 3. desember 2009 kl 20:00 frumsýnir Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya. Filmurin, sum lýsir Jóanes Nielsen, varir 75 min. Frumsýningin er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Katrin Ottarsdóttir hevur áður gjørt filmar um listamenninar Hans Paula Olsen og Tórodd Poulsen, sum eins og Jóanes eru úr Havn. Eins og í hesum báðum førum verður nýggi filmurin Sporini vaksa úr orðum at fáa á DVD við eyka tilfari. Katrin Ottarsdóttir um filmin: Sporini vaksa úr orðum man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur.

Hvør fjøl á flot – við Charley Pride!

Charley Pride og sonurin Dion. Eins og bróðurin Stephen fara teir at syngja og spæla á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi (Pressufoto) Sunnukvøldið 22. november 2009 kl. 18:00 fer Charley Pride á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Samstundis hevur Hallur Joensen útgávukonsert við einum nýggjum føroyskum Charley Pride sangi. Tað eru HB-Stuðlar, ið skipa fyri stóru countrykonsertini, har eisini beiggi Charley Pride, Stephen, og sonurin Dion, fara at framføra egnar sangir. Eins og snella, lívflýggj og hýsa, er navnið Charley Pride ein inngrógvin partur í teirri føroysku orðabókini, sum enn livir millum grótlagaðar permur á bygd. Ja, vit kunnu fara innar í kovar í somu langfarabygdum og finna Charley Pride millum salt, grýn og aðra húsarhaldsvøru. Tí tað er júst tað, ið Charley Pride er í Føroyum – húsarhaldsvøra. In the Middle Of Nowhere á sjógvi og landi, her vit royna at búleikast. Tað vóru langfaramenn, sum longu í sekstiárunum góvu okkum ikki bara fisk, men eisini dagsin