Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Steinbrá

Tróndur ger gávuprent

Í Grafiska Verkstaðnum Steinprenti hevur Tróndur Patursson gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá, sum er stuðulsfelag hjá prentverkstaðnum. Gávuprentini fáast á framsýningin Myndaódnin,  sum lat upp í dag, og er opin fram til á jólum. Seks talmerkt og signeraði blá prent hjá Tróndi í stødd 25 x 20 cm eru tøk. Her liggja tey á borðinum, og á niðaru myndini síggjast tey innrammaði á vegginum í Steinprenti. Myndaódnin er ein framsýning við eini ørgrynnu av listaverkum, sum øll eru til keyps, sigur Steinbrá í limabrævi undan framsýningini. - Kennir tú onkran, sum hevur uppiborið eina serliga jólagávu, kann vera, at tú finnur hana í Myndaódnini . Samstundis er umrødda gávuprent at fáa fyri limagjald í Steinbrá, sum er 500 krónur um árið. Hetta er at meta sum ein listaíløga, sum loysir seg fyri øll, sigur nevndin í limabrævi. Millum prentini á myndaódnini er hetta spennandi prent í brúnum hjá Roj Friberg, sum andaðist í ár, 82 ára gamal.

Stórt virksemi í Havn

Veit ikki, um tað bara er Mentanarnáttin í morgin, sum er orsøkin, men í dag er stórt virksemi í Havn. Hús verða umvæld, sum her í Bringsnagøtu, har vindeygu og klædningur í Klokkarastovu verða skift út og hildin í sama góða, gamla stíli. Maskinur ganga, hamarar smíða og bilar hjá kommununi koyra til og frá. Undir Bryggjubakka, innast í Vágsbotni, verður fyrst borðað og síðan stoypt í aftur. Eg spyrji, hvat hetta er, og arbeiðsmenninir bara peika á runda forboðsskeltið niðanfyri. - Eingin respekterar hatta skeltið. Nú verða automatiskar sperrur, sum koma upp úr vegnum, settar her. Tá ber ikki til at koyra, uttan tú hevur eina fjarstýring, fái eg at vita frá sementblandandi arbeiðsmonnunum. Kanska er tað nakað um tað. Bilarnir hava ov stóran framíhjárætt í miðbýnum. Sjálvt framvið sølubrettunum og kaffistovunum í tronganum her og heilt út í Bakka, er ikki skomm skapt í sunnudagsbilførarum til gerandis í Havn. Men nú fær tað ein enda. Úti hjá Öström gera tólv kvinn...

Sjá tú blánar Listaframsýning í Steinprenti

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Framsýningin Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina klokkan 17. Hon er fjølbroytt og eitt sindur øðrvísi enn aðrar listaframsýningar við tað, at hon er konseptuel, og byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður framførd við lagi eftir Gunnar Mikkelsen, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær sum kunnugt til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Ultramarinbláar eru fýra framúrskarandi kompositiónir hjá Tróndi Patursson, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Bæði evnisliga og stílsliga fevnir henda listaframsýningin nokk so breit...

Toni Larsen í Steinprenti: Orðsins mynd og ljóðsins taktir

Teldutala Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 15. apríl klokkan 16 er øðrvísi, frísk og egin. Listakvinnan Toni Larsen verður ofta allýst sum málari og grafikari. Hon er eisini keramikari, og óansæð um hon málar, sker í linoleum, teknar á litografiskar steinar, fotograferar, evnar leir ella annað tilfar til standmyndir, er hon helst fyrst og fremst yrkjari - tað er bara tilfarið, sum varierar. Hennara keramisku standmyndir eru organiskar, abstraktar, men  tykjast onkursvegna náttúrutilsipandi og gróðrarmiklar. Listarliga tilgongdin hjá Toni Larsen er poetisk, um somu tíð spontan, skjót, filosofisk og sein við tilvitaðari nýtslu av automatskrift  ella automattekning, har hon roynir at skriva ella tekna uttan at hugsa seg um og í staðin letur kenslurnar ráða so frítt sum til ber í einum fríum tankafloymi. Onkuntíð er úrslitið ein yrkt mynd, aðrar tíðir kemur ein yrkt keramikkstandmynd ella ein yrking burturúr og nú verður høvið at síggja eitt úrval av h...

Hanni Bjartalíð í Steinprenti

Teldutala Kurpali er heiti á framsýning hjá Hanna Bjartalíð við tjúgu nýggjum verkum. Snøgga og stuttliga orðið kurpali fevnir í týdningi um eitt lítið, óruddiligt kamar, men er eisini heitið, sum Ingálvur av Reyni valdi til nakrar smáar, men framúrskarandi nonfigurativar myndir, sum hann málaði í 1961, sigur Kinna Poulsen í innbjóðing til framsýningina, sum lat upp í dag. - Men í dag er talan um tysjandi, hugtakandi Kurpalið hjá Hanna Bjartalíð, sum vit hava høvi at uppliva, nú Hanni er komin til Havnar onkrastaðni á millumvegnum millum Glostrup, Nairobi og Klaksvík. Tey tjúgu nýggju verkini, sum øll eru til sølu, eru sett saman úr blandaðum tøkni. Fyri tað mesta er talan um standmyndir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Her er The Wild Rover.  Hanni Bjartalíð byrjaði sína listaleið meira traditionelt við tekningum og málningum, og hann fæst enn við tveydimensionella myndlist, men á hesi framsýningini verður mest av træstandmyndum, ella...

Millum gløggar jólavágir

Gamli býurin millum vágirnar, soleiðis verður býlingurin úti á Reyni og har um leiðir nevndur í tí mest forvitnisliga partinum av Tórshavnar býaratlasi , sum kom í 2007. Omanfyri síggjast húsini hjá Visit Faroe Islands, men sum eldri havnarfólk kalla hjá Wellejus, og uppaftur eldri kalla Gamla Kristnastova. Gulu húsini eru Landshandilin í upprunalitinum, so sum eg minnist hann, og húsini í brekkuni aftanfyri, sum ikki síggjast, men verða rópt Kristnastova, eru bygd í 1902, so hesi hvítu hús eiga at vera eldri. Men gjøgnum tíðina eru tey bygd um, sigur Birgar, serliga eftir at danski verkfrøðingurin Frithjof Wellejus kom til Føroya í 1919. Hann búi fyrst á Hotel Djurhuus, tað er núverandi Áarstova, fór at leggja el inn hjá føroyingum, og í 1935 keypti hann hesi húsini, og bygdi uppá, so sum vit hava kent tey í eitt mannaminni, við Hellesen battaríreklamu á sermerkta hvíta trappuskjøldrinum. Har gjørdu tey útvarpstól, og eg haldi, at Finnbogi, sum eg arbeiddi saman við í Útvarpinum á ...

Geytajól

So er klárt til Geytajól. Her situr ein vælnøgd dómsnevnd í Barbara Fish House eftir lokið dagsverk í Norðurlandahúsinum. Nú er alt klárt. Kristina og Jórun Sufía serveraðu og tóku myndina av okkum seks. Frá vinstru síggjast Marjun Niclasen, Jan Berg Jørgensen, Sif Gunnarsdóttir, Petri Kemppinen, Inger Smærup Sørensen og eg sjálvur. Petri, sum er innbodni gesturin í ár, er stjóri í Nordisk TV & Film Fond, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum í Oslo. Hvørt ár stuðlar hann spæli- og sjónvarpsfilmi í Norðurlondum við 90 mió donskum krónum. Inger samskipar alt Geytatiltakið fyri Norðurlandahúsið. Eins og undanfarin ár er útselt til filmskvøldið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 11. desember. Henda dag hevur føroyskt filmskvøld verið fýra ár á rað, har ein Geytavirðisløn og ein Áskoðaravirðisløn hevur verið latin. Í ár er tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum letur Geytan, meðan Tórshavnar Kommuna aftur letur Áskoðaravirðislønina. 22 filmar komu inn og fríggjakvøldið kappast 10 filmar um ...

Gávugløgg

Hetta eru gávuprent til limir í Steinbrá. Eitt av fýra ymsum talmerktum og signeraðum prentum, sum Zacharias Heinesen akkurát hevur gjørt í Steinprenti. Týsdagin 15. desember millum klokkan 16 og 18 er gávugløgg í Steinprenti. Tá kanst tú heinta títt gávuprent. Tá kanst tú eisini gjalda limagaldið fyri 2016 og fáa gávuprentið í gløggu jólahondina. Í Steinprenti fer Marius Olsen at gera plakatina til Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum í 2016, og í summar verður Zacharias Heinesen 80 ár. Tá skipar Listasavn Føroya fyri framsýning. Vit síggjast!