Skip to main content

Posts

Showing posts with the label politikkur

Mentanarligt kurteisi

Cadeau til samkomurnar í Havn. Cadeau , kurteislig vinagerð, sum franska orðabókin sigur um gávu og tinganest, ið nú kemur miðbýðarborgaranum til góða frá samkomuni City Church.  Eftir brunaskaða, og í kjalarvørrinum á Lívdini uppi í Hoyvík, har skjótast vaksandi búseting er í landinum, fer miðbýðarkirkjan at endurreisa samkomuhølið og skapa bestu tónleikauppliving fyri 400-500 fólk, sigur Tom Jacobsen, sum er pastorur, nú bygt verður nýtt, upp at næsta granna, sum er størsta spæliplássi í býnum. Spælipláss av tí slagnum, sum orðabókin gevur børnum og barnafamiljum, og sum á enskum verður kallað playground . Cadeau. Samstundis er forfallið í privatu Klubbabygningunum totalt, og kommunan fer eftir filmiskan biograffyrispurning, kanska um tíggju ár at hyggja uppá Bacalao sum møguliga íløgu til ein biografsýningarmøguleika, hin seinasta í landinum. Eitt visuelt upplivingarrúm, ið nær sum helst kann gleppa okkum, ið ganga í góða men seinasta biografin, av hondum. Tíggju ár. Tjóðp...

Ísrael og Russland eru ótryggast

  Hvar er best at búgva í einum heimi, ið er ótryggastur, alt síðan heimsbardagin endaði, og vitanin um holocaust og kjarnorkubumbuna komu fram, skaptu samstørv og settu seg á allar útbúgvingarskipanir í mentaða heiminum? Friðarstøðan í heiminum verður lýst í Global Peace Index , sum byggir á 23 vísitøl, ið verða tikin úr í trimum høvuðstættum, kríggj, trygd og dubbing, og vísa tryggleikan at búgva í 163 av heimsins londum. Spurt verður í kanningini, um kríggj er í landinum, ongoing conflict, og hvussu nógv eru deyð. Síðan verður spurt, hvussu trygdin er í landinum, safety & security, um brotsverk, yvirgang, harðskap, politiska órógv, flóttar og sosialan ótryggleika.   Samanfatandi verður at enda spurt um støðið á dubbing, militarisation, gjald til herin, vápn, hernaðarligar tænastur, Nato, krígs- og verjusamstørv. Samanumtikið sýnir Global Peace Index ta trygd og tann frið, sum er í einum nevndum landi. Kanningarstovnurin ger vart við, at kanningarøkið trygd og ...

Ísland er best og Russland ringast

Undir yvirskriftini Vision of Humanity hevur Institute for Economics & Peace aftur í ár gjørt ein lista, Global Peace Index , við 163 londum, har støðið verður tikið í 23 felags grundvirðum, at finna fram til, hvar tryggast og ótryggast er at búgva. Heimasíðan upplýsir í ár, at vit liva í ótryggastu tíðum síðan seinna heimsbardaga. Í so máta er støðan versnað tólv ár á rað, og tað er vorðið ótryggari at liva í 99 londum. Men bólkar av londum standa seg framhaldandi væl. Fremst, best og tryggast at búgva í eru Ísland og Nýsæland. Teimum á baki eru Sveis, Slovenia, Írland, Eysturríki, Portugal, Singapor, Finnland og Japan, sum er tíggju tey tryggastu londini at liva og búgva í. Danmark er á einum ellinta plássi. Ringasta og ótryggasta landið at búgva í beint nú, er Russland. Telja vit upp eftir, frá russiska 163. plássinum, er næstringast at búgva í Sudan. Upp frá botninum koma síðan hesi lond: Fólkalýðveldið Kongo, Ukraina, Ísrael, Suðursudan, Afganistan, Jemen, Sýria, og Mali...

Konsertir í Havn

Havnin hevur tikið seg nógv fram við fleiri tónleikaútgávum hetta vikuskiftið. Marianna Winter í Norðurlandahúsinum og Poulsen Brothers í Reinsarínum. Og enn er Mentanarnáttin ikki byrja. Hon verður næsta vikuskifti. Fríggjakvøldið var konsertin hjá Marionnu "The More You Know" í Norðurlandahúsinum. Eitt inniliga intimt, og tó komplekst og ikki minst visuelt sannførandi senusjov við nógvum úttrykkum frá happy-pop til fløktar familjurelatiónir í titulsanginum, har nakað persónligt er uppá spæl. Fleiri luttakandi, bæði tekniskt í salinum og berføtt á grøna pallinum hjá Jenný Kragesteen, har Ragnar Finsson er ein av týðuligu styrkjunum afturat Marionnu, bæði instrumentalt og vokalt. Í byrjanini er eitt gjøgnumskygt net hongt upp sum ein eksotisk náttklubba drapering, so heitið á áktuellu LP plátuni kann lýsa upp og standa á netinum mitt í rúminum, sum verður eitt interaktivt multimedia videosjov millum okkum møttu beint nú. Ein frálíkur gimmick, modernaður og retro, tá Marianna ...

Mítt sjúkrahús, mín brúgv og mín vegur - maktin er lokal

  Lesa vit uppskotini frá valdu tinglimunum um dialysu í Klaksvík, brúgv í Skálafirði og vegastrekki við Streymin, so er tað ein sannroynd, sum einki kann gerast við, at løgtingsvalið og tess valdu valevni eru lokal. Reint lokal. Men tað var ikki tað, sum skiftið frá gomlu skipanini legði upp til. So eg seti meg í morgun við skúlatelduna, sum nú er søgubókin. Valið til Føroya løgting gjørdist eitt valdømi við eini lógabroyting, sum varð samtykt í 2007 og brúkt fyrstu ferð til løgtingsvalið í 2008, sigur vitlíkið á skúlatelduni. Hetta var úrslitið av fleiri áratíggjum við kjaki um ójavnan millum umdømini og ynski um at gera valskipanina meira rættvísa. Fram til 2008 vóru Føroyar býttar í seks valdømi: Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy uttan Havn, Suðurstreymoy, Vágar og Suðuroy. Vitlíkið hjá Microsoft, sum er á skúlateldunum, heldur lítið um gomlu skipanina. Hon førdi til ójavnt vald, tí summi valdømi høvdu nógv færri veljarar per tingmann enn onnur. Harumframt eina sterka lokal...

Braindrain rakar tingið

  Tinghúsið, tað sum er á Vaglinum, og ikki tað samhaldsfasta, sum undir sama navni er uppi á Hjalla, var púra laiv í Breddanum í Útvarpinum í morgun. Sjálvt undir kønu og greiðu hondini hjá vertinum, Marjun, í henda knappa útvarpstíma, kann eg ikki annað enn sanna, at týska og seinni eisini enska frammandaorðið braindrain er poppað upp úr orðabókadvalanum og hevur rakt nýggju tingsamansetingina í olukkumát. Sum nývalda Bjørg førdi fram, uttan at tingliggjørdu tinglimirnir, serliga norðan av landi, tyktust skilja nakað, so er fyrsta átak hjá samgonguni at blaka tjúgu milliónir krónur eftir mobilum oljupengum í eitt ørstutt summarskeið. Fólk missa nummarpláturnar. So illa hevur ongantíð staðið til, sigur hin eina um bilaprátið, sum er nýggja mátieindin hjá stjórnarflokkinum. Nummarpláturnar. Øtist, at braindrain so bráddliga og so harðliga hevur rakt og gjørt innrás í tinghúsið. Hetta treingir so nógv til sporing og avbalansering á dekkverkstaðnum, at eg kenni meg raktan av eini ...

At lesa bløðini á netinum

Erhard Jacobsen, landsbókavørður, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, tendra tíðarrit.fo, so øll kunnu lesa bløðini á egnari teldu, á móðurmálsdegnum í 2015 Javnan gongur upp fyri mær, hvussu lítil pondus, tign og sómi, er í mentan. Nú er tað savnið við føroyskum bløðum, sum eftir blaðdeyðan, skal dragast gjøgnum ein deyða afturat, hin talgilda deyðan, sum higartil hevur lyft bløðini inn í hvørja føroyska stovu. Á móðurmálsdegnum í 2015 , tá skipanin alment varð tikin í brúk, skrivaði eg henda blogg , har fleiri siga frá um nyttuna í skipanini. Og hon er ikki minni í dag, nyttan at sleppa at lesa føroysku bløðini. Og uppaftur størri hevði hon verið, um mentapolitikarar kundu tikið stig til at menna skipanina, so hon kundi leitað enn betri, og støðugt verið útbygd, eisini eftir aldarskiftið, í samstarvi við bløðini, sum árini gingu. Hetta eiga avvarandi mentapolitikarar at taka til sín og síggja til, tjóðini at frama, at hon ikki dettur niðurfyri, skipanin. - Tøkniligi ...

Á ferð inn í vitlíki

  Philip Róin er í Kina og kannar í nýggjasta parti vitlíki við innlitsfullum denti á einsemi og sexdukkur, sum fáa folk at kenna seg trygg, tí tey vilja knýta seg at einum individi, sum ikki er har. Sendingarnar eru í DR. Veruleikin í fólkaríka landinum, sum í tali kappast við India, er, at ein triðingur av teim tilkomnu í Kina búgva einsamøll, og øll, bæði ung og gomul, eru í sendingini samd um, at fortíðin var nakað lort , og tí fevna tey allari nýggjari tøkni og ynskja henni vælkomnari. Á øllum økjum. Og oftast rættuliga fjart frá okkum og okkara nyttuhugsan, sum enn ongan politikk hava á økinum vitlíki. Í væl fyrireikaðu sendingunum hjá Philip úr Kina, nemur hann nú bókstaviliga við dukkur í einum kinesiskum sexídnaði, sum eins og amerikanski krígsídnaðurin, ið eigur helvtina av heimsins vápnasølu, skapar okkara gerandisdag. Ger tøknina lagaligari og gevur okkum eina kenslu av at verða minni einsamøll, enn vit eru. Kríggj og porno. Tað eru óunniligu tættirnir, sum tryggja...

Trúgv er blivin tað nýggja svarta í hvíta USA

ChatGPT gjørdi myndina eftir at hava lisið tekstin niðanfyri Trigger-happy er eitt hugtak, ið kom til mín um páskirnar. Síðan eg fór at skrivað blogg, síggi eg í teljaranum, at í tveimum førum havi eg brúkt hetta enska orð. Í 2022 í tekstinum undir yvirskriftini "Vit eru samsek í Holodomor" , og í 2016 í yvirskriftini "With God On Their Trigger Happy Side" . Orsøkin til júst henda seinna bloggin var, at bønarmaðurin Franklin Graham, sonur prædikumannin Billy, tá var í Føroyum og savnaði trítúsund fólk at hoyra gleðiboðskapin. Stutt eftir var kristni amerikanski sangarin, Larry Gatlin, sum tá sang "An American With A Remington", eisini her og sang fyri fáum á møti í Kelduni. Teir eru báðir, Franklin og Larry, við í amerikanska Landsbyrsufelagnum, American Rifle Association, sum sæst omanfyri. Sitandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, ytst til vinstru, er nú eisini í stríði við eina meinigheit, tí hóast hann ongantíð hevur gingið har, brúkar hann...

Páskaheilsan frá Trump til Bruce

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur á egna miðilinum Truth Social, at The Boss, Bruce Springsteen, sær út sum ein turka sviska, ið hevur fingið ringa viðferð frá plastikkskurðlæknanum.  Nú er langi fríggjadagur, tá øll binda frið og bíða eftir páskadegi, sum boðar øllum kristnum frá nýggjari vón.  Hvørji menniskjanslig og sálarfrøðilig grundsjónarmið síggja vit í orðunum hjá amerikanska forsetanum, tá vit bera saman við allar sangir og virksemið hjá amerikanska sangaranum, sum hann leggur eftir?  Hetta var nett spurningurin, eg setti vitlíkinum hjá Microsoft, Copilot, og niðanfyri er útgreinaða svarið. Svarið frá Copilot byrjar soleiðis: Her er ein greið og rólig greining, sum tekur støði í tí, tú hevur lisið á VP.fo , men eisini í tí psykologiska og menniskjansliga landslagnum, sum slík útsøgn hjá einum forseta setir í gongd, serliga tá hon verður borin saman við lívsverkið og sangunum hjá Bruce Springsteen. 🌿 Menniskjanslig og sálarfrøðilig sjónarmið í úts...

Nýggjur politiskur flokkur stovnaður

Pesach flokkurin, sum hevur verið undir stovnan í eina tíð, og er í dag endaliga stovnaður við 11.000 undirskriftum.  Í dag byrjar jødiska høgtíðin pesach, sum kann berast saman við okkara páskahøgtíð.  - Tí er hóskandi at lýsa okkara nýstovnaða flokk í dag, sigur talskvinnan, sum á middegi fer at kalla inn til tíðindafund á Tinghúsvøllinum.  Setanarrøða verður stroymd av ísraelsku sendustovuni, til áhoyrarar á vøllinum frammanfyri tinghúsið, har veittrað verður við ísraelska flagginum til sólsetur.  - Tað er eingin loyna, at viðhaldsfólk Ísraels eru mong og standa saman í øllum í Føroyum, nú vit stovna Pesach flokkin. Tí er hetta eitt bønarsvar, sigur talskvinnan á stovningardegnum.  Eftir sendifólkið í Ísrael, fara Ísraelsvinir og hebráiska brøðralagið at røða, og at enda fáa viðhaldsfólk hjá palestinum í miðeysturi orðið, at siga frá um nýggju lógina í Knesset um rættin at flyta palestinar fram í herligheitina.

Jerúsalem - týdningarmesti býur

  Hóast religiónir ikki hava ein høvuðsstað á sama hátt sum jarðisk lond, er Jerúsalem ein av heimsins týdningarmestu heilagu býum hjá fleiri stórum religiónum.  Jerúsalem er heilagasti býur í jødadómi, ein av týdningarmestu býum í kristindómi og umframt Mekka og Medina, hin heilagasti býur í islam.  Ísrael sigur, at Jerúsalem er høvuðsstaður landsins, og palestinarar síggja Eystur-Jerúsalem sum høvuðsstað í einum framtíðar palestinskum landi. Eitt heilt uppslag er í føroyska skúlaatlasinum frá 2014, sum viðger hesi viðurskifti undir yvirskriftini Miðeysturmálið. Fyri fyrstu ferð í øldir hendi tað í dag, pálmasunnudag, at ísraelska løgreglan tók sær rættin at forða fólki at sleppa í kirkju í teirri heilagu Gravarkirkjuni, kirkjuni við heilagu grøvini, Church of the Holy Sepulchre.  Macron í Fraklandi og Meloni í Italia eru millum tey mongu, sum hava mótmælt: Eitt alment skriv, sum í hesum sambandi hevur verið frammi allan dag, er hetta: Felags Fráboðan frá Latíns...