Skip to main content

Posts

Showing posts with the label samferðsla

Hvat hevur nýggja árið í væntu?

Ein nýggjársmynd úr Tórsbyrgi við fjørðinum, skipum og Nólsoynni í baksýni. Hendur í lumma, hyggur maðurin í miðjuni upp á luftina, og leggur í rammuna ein undranarskoðandi karakter, sum eg ikki varnaðist tá eg stillaði inn, klikti og royndi at finna eina hóskandi blendu til eina aðra løtu, tá midnátarrakettirnar fóru at bresta. Í veruleikanum var tað ikki hetta myndaevni, eg ætlaði at fáa í kassan, men bara ein varhuga av ljósinum. So hendi tað, at ungi maðurin toygdi seg í undran og nam við ein nýggjárstanka í siktinum, meðan bálið brennir út, eins og árið, ið sløknar og skjótt er øska. So tilvildarlig er myndatøka. Tøknin er einki. Tíðin er alt.  Her skal verða frítt at fara, siga tey um tað ganska land. Hesir opportunistisku kolporterarar fáa meg at hugsa um Cole Porter og sangin Don’t fence me in , sum stavar frá 1934 og var á hvørjum munni tíggju ár seinni, tá ikki bara Roy Rogers, men eisini Sinatra og Crosby sungu hann.  Gev mær land, gev mær land, men girð meg ikki in...

Tunlasjónir

Seinastu dagarnar hevur hugtakið tunnel vision , tunlasjón, staðið sína roynd. Meðan orðamyndin sipar til lítið sjónarøki og tað snævurskygni, sum er í at síggja heimin úr einum trengri og trengri sjónarhorni, er tann visión, sum nýggjasta tunnilsarbeiðið í Føroyum byggir á, borðin fram, útint og sett í verk av tí berklektaða víðsýni, sum nú – við bravour - stendur sína fólksligu roynd. Nú fara vit eina ferð gjøgnum tíð og tunlar. Eina ferð, sum aftur og fram kann gerast í eina spælifilmslongd ella so, góðar hundrað minuttir, hóast vit ikki gjørdu so skjótt av í dag. Tríggjar dagar upp í slag havi eg gjørt mær ørindi inn í Eysturoynna og longur, hesuferð við lagaligum uppfarti á Strondum. Í dag varð farleiðin heilt norður til Hvannasunds at heinta ein málning í kjallaranum hjá Livari Nysted. Tað var vinmaðurin, Terje, sum eftir eini kámari svarthvítari smámynd hevði bílagt eitt portrett av pápanum, Sigurði hjá Jóin á Húsum, sum var føddur í 1915 og doyði í 1960, tá Terje var fýra. Gjøg...

Tríggir steðgir stytsta dag

Her stendur hann, originalurin, og kikar eftir ljósinum, stytsta tunnilsdag í 2020. Vit eru í túninum í garðinum hjá Nólsoyar Páll, sum Archibald Black fór undir at endurreisa á Biskupstøð í 2014. Og eg skal skunda mær at siga, at tað er ikki ein gittari, ið stendur við hansara vinstru lið. Tunnilin inn í Eysturoynna hevur víðkað okkum rásarúm og virkisøki. Eftir lítlari løtu, og uttan at møðast av leiðiligari koyring norður gjøgnum Sundalagið, inn millum Fjarða, undir Valaknúkum og til Skipanes, kanst tú nú taka teg beint inn í Runavík, og hendingaløtu troyttast av smáteinum av Glyvrum til Gøtueiði, so tú fært tann futuristiska tankan, at nú er bara eftir at stytta Skálafjørð. Og innan tú hevur hugsað tann tankan lidnan, ert tú niðri í Syðrugøtu, og tekur inn í teg angan og ljóðið av havi, so allar porur standa opnar. Nú manglar bara G! festivalurin og eitt navn av Robert Plant kalibri at vekja okkum úr kovidskum mentanardvala og fáa okkum at trúgva uppá framtíðina aftur. Fotostopp ei...

Tjóðarbyggjandi jólagáva

Í dag varð Eysturoyartunnilin rætta jólagávan til allar føroyingar. Tað syrgdi Teitur Samuelsen fyri í beinleiðis Kringvarpssending, har landstýrismaðurin, Jørgin Niclasen, afturvið horntónleiki slapp at skera snórarnar til allar tríggjar tunlarnar. Myndina av Teiti og Tróndi, niðanfyri, tók eg 3. desember. Hinar eru frá í dag. Men dagsins orð varð “Frælsissúlan”. Tað orðið átti listamaðurin Tróndur Patursson, sum sipaði til súluna, sum helt øllum uppi í rundkoyringini mitt í undirsjóvartunlinum. Har hava hann og sonurin, Brandur, gjørt ein symbolskan ring við 84 fólkum, sum hond í hond síggjast í skiftandi ljósi afturvið eini ljóðmynd hjá Jens L.Thomsen. Eyðun Eliasen, arkitektur, lokaliseraði staðin sum “Underberg”. Veit ikki, hvussu sambands- og fráhaldsfólk á hesum leiðum fataðu tey bæði orðini, Frælsissúlan og Underberg, hesa uppbyggiligu hátíðarløtu við tilsipingum í Bíbilsøguna við søgunum um Móses og turrskøddu ferðina um Reyðahavið. Tí varð tað gott, at lokali borgarstjórin, A...