Føroyar eru eitt Facebookland. So púrasta. Gamaní eru fólk, sum ikki vilja vita av ovurhondshenta Facebook sum torg á heimrustini at deila nútíðarhugsanir. Tað er sum tá Gutenberg í fyrndini uppfann prentkynstrið og inkluderaði tey minnimentu. Tað var ikki uttan stríð, at tey skriftlærdu máttu finna seg í, at nú fóru eisini onnur at lesa og hava ráð at keypa bøkur. Men í samtíðini, okkara samtíð, eru tað ofta tílíkir íðukálvar, ið skapa framtíðina og serlig rák, ið vit ikki varnast beinanvegin. Vit pakka tað niður í orðið afturundirgerð. Gott at taka fram seinni. Nú føroysk spælivika er í Útvarpinum, og tey hava megnað at senda ein journalist út í heim, so vit sleppa undan at uppliva heimin á fremmandamáli, varnaðist eg kvinnumorgunin ein Facebookfyrispurning um banniorð til kvinnudagin, sum hevur móðurmálsgóðkenda navnið Beata. Mannligi spyrjarin var í uppisetri fyri banniorð. Píkarill, óreinskusettur og dekansfari. Tað var ein sannkenning, sum vildi nakað. Á Facebook...