Skip to main content

Posts

Showing posts with the label samskifti

Rørpostur

Eftir døgurðatíðindini í dag spurdi eg vitlíkis hjálparin hjá Microsoft, Copilot, um filmin, har tey brúktu rørpost sum innanhýsis samskiftisamboð. Spurningurin var soljóðandi: - Hvat eitir filmurin har tey brúka rørpost sum samskifti? So kemur svarið og í triðja føri kemur filmurin, eg hugsaði um Brazil hjá Terry Gilliam frá 1985 við hesum vitlikisorðum á føroyskum: “Terry Gilliam’s dystopiska satira vísir eitt byrokratiskt samfelag, har rørspost og mekaniskar loysnir eru partur av dagligari samskifti.” Eg takk fyri svarið, hóast danski Olsenbandin ikki var við í svarlistanum, helst kendasta rørpostsamskiftið á okkara leiðum.  Men tað, sum aftur tók meg á bóli í dag, var, hvussu vitlíkistænastan Copilot mennist og virkar, ikki bara sum tænastuveitari, men sum persónligur ráðgevi, ið veit alt um spyrjaran. Og tá er upp til hvønn einstakan at fagnast ella ræðast um støðuna, sum er íkomin, tí her vendist ikki aftur. Tú ert ein talgildur identitetur, bygdur upp av algoritmum, ið ...

Facebook fyllir tjúgu

Í dag fyllir Facebook tjúgu ár og hevur fleiri enn tríggjar milliardir brúkarar. Tað hevur eingin líknandi fyritøka ella tænasta. Ikki nær námindi. Í Føroyum eru so nógv á Facebook, at tað er ikki óvanligt at hoyra marknaðarfólk siga, at Føroyar er eitt Facebookland. Tað er har, fólk kunngera hvat tey halda, gera og ætla. Facebook er boðmiðilin og uppslagstalvan burturav.   Og so er tað hatta við ættargransking, at finna út av, hvør er hvør. Har er einki sum Facebook. Javnan hoyrast tó miðlafólk, serliga í morgunsendingini í Útvarpinum, brúka anonymiseraðu vendingina sosialu miðlarnir, tí tey ikki vilja taka ein miðil fram um annan, ella tí tey halda so lítið um Facebook, at tey ikki vilja taka tað í sín munn.  Men tað broytir einki við, at dyggasti fólksligi lýsingamiðil í Føroyum er Facebook, vilt tú siga øðrum frá um eitt tiltak, har tú ikki hevur pening til lýsingar.  Enn eru í hvussu er mest sum øll í Føroyum á Facebook, fyri ikki um at tala á Messenger, sum alt...