Skip to main content

Posts

Showing posts with the label film

Holocaustdagur

Fríggjadagin, allarahalgannadag, sýndu vit ein av seinastu filmunum hjá helst kendasta franska leikstjóranum, François Truffaut (1932-1984), Le dernier metro frá 1980, sum í heimlandinum fekk tíggju César virðislønir. Hesin filmur er ein av fleiri, sum eru í savninum hjá Námi, sum eisini hevur temasíðu um Holocaust á undirvísingarportalinum Snar . Altjóða dagur til minnis um Holocaust er 27. januar og Nám hevur fingið til uppgávu at skipa dagin, nú hann verður almennur minningardagur í Føroyum. Í filminum Le dernier metro verða vit undir øðrum verðaldarbardaga førd inn í eitt leikhús í París, har leikstjórin er jødi og tí má fjalast. Ein søga, sum í innihaldi ikki er so langt frá JoJo Rabbit   (Taika Waititi 2019). Franski filmurin, sum vardi góðar tveir tímar, varð sýndur við enskum undirteksti. Fleiri mátar eru at hyggja eftir filminum. Yvirskipað kunnu vit siga, at kríggj er eitt teatur og at París undir krígnum tí eisini er eitt totalteatur. Onnur stikkorð, ...