Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2009

Elektronisk sálmabók

Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðinum við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan (Myndir: Birgir Kruse, Mark Lennihan/AP) Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna. Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum. Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og

Ársins átak

Leygardagin varð marsjerað úr salinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu og niðan í nýggja Herbergið á Dalavegi 1. Nógv fólk møtti og øll vóru fegin um átakið í endurreista Kagganum (Myndir: Birgir Kruse) Leygardagin varð nýggja Herbergið hjá Frelsunarherinum tikið í brúk á Dalavegi 1. Ein hátíðarlig løta, sum í Havnargøtum er fylt við symbolikki. Fyri hálvari øld síðani hildu mormonar til á somu grund. Helst vóru teir bara menn. Men ein granni, sum búi longur niðri á Dalavegnum, mintist at norska Jórun búði á loftinum og onkuntíð opnað vindeygað, at syngja norskar sangir yvir Havnina. Kanska ein fyrijáttan um norsku rótina í Frelsunarherinum, sum nú er gróðursett á sama staði. Men ímillum hesar hendingar er rúm tíð, har hølini hava hýst ølklubbanum Kagganum. Ella frítíðarfelagnum , sum telefonbókin segði. Tá Kaggin fór á heysin, keypti Frelsunarherurin hølini. Men plágurnar vóru ikki av fyri tað. Eins og í Gamla testamenti kom vatnflóðin og skolaði alt úr kjallaranum. Og mong ár

Miðlarnir og eg

Avmyndaður í Rás2 eina djúpa løtu meðan tosið er um coyntrytónleik og fiskiskap. Hallur Joensen bíðar uttanfyri. Verturin situr fyri borðendanum... Fríggjadagar er nýtt Vikuskiftisblað í Sosialinum. Blaðið setir nýggjan grafiskan standard. Mett saman við nýggjastu útgávuni av blaðnum Kvinnu eri eg sannførdur um at grafiska vinnan hevur tikið seg nógv fram í Føroyum. Og í hesum føri ikki eitt orð um innihald. Burtursæð frá at eg sjálvur sleppi at brúka meg um miðlar í nýggja Vikuskiftisblaðnum. Tað gjørdi eg forrestin longu í 1987, tá eg ummælti sjónvarp í Sosialinum. Siktið við dagsins fjølmiðlaspurningum er, sambært ritstjóranum Innu Tornroos, at fáa eygað á hvat er vert at brúka tíð uppá í miðlunum. Her eru so míni boð: Dag- og vikubløð Lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi. Heimasíður Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi Google sum startsíðu og brúki onkrar dagar nógva tíð at skriva í mín egna blogg. Tað velst um e

Meiri enn túsund orð

- Munnu tey vera glað? Ovast sæst mynd úr Sosialinum, sum Jens Kristian Vang tók. Niðanfyri sæst mynd úr Dimmalætting, sum Alan Brockie tók. Báðar myndir eru úr viku 43. Mangur man undrast, hvat fyriferst á tíðindafundum. Í vikuni vóru í hvussu er tvær myndir, sum bendu á at tíðindaarbeiðið er lítið hugaligt. Í fyrra førinum var tað Sosialurin, sum hevði eina mynd av trimum brúnasíðum luttakarum á tíðindafundi hjá Tórshavnar býráð. Í seinna førinum er fundur á Dimmu, har hummaramálið er fyri. Journalisturin, sum er í miðdeplinum, er samdur við Birgari á fyrri myndini. Hann ynskir seg langt burtur. Jú, ein mynd kann siga meiri enn túsund orð. Hesa tíðindavikuna varð tað staðfest tvær ferðir...

Dómsnevnd um Antichrist

Lars von Trier framman fyri uppslagnum um norðurlendsku filmsvirðislønina (Pressumynd) Í dag kunngerð norðurlendska dómsnevndin, hví hon letur danska filmin Antichrist fáa virðisløn sum fremsti norðurlendski filmur í ár: ”Lars von Triers Antichrist är en vild, visuellt vacker och chockerande våldsam film om sorg, vrede och skuld. Filmen är störande och rörande i sin utforskning av kaoset som invaderar de två huvudpersonernas liv efter att deras unga son har dött. Detta är en passionerad berättelse om känslornas och naturens irrationella krafter som varken förnuft eller kognitiv terapi kan bemästra. Den raserar gränserna mellan den inre och yttre verkligheten när den tränger djupt in i personernas innersta väsen. Med en total frihet i sitt uttryck iscensätter Lars von Trier parets mar/dröm så exakt som möjligt och spelar skoningslöst på rubbningen av den ömtåliga könsbalansen i deras förhållande. Med perfekt bildspråk, utmärkta skådespelare och en mångfald kulturella referenser pl

Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina

Willem Dafoe mannligi høvuðsleikarin, Lars von Trier leikstjórin og Charlotte Gainsbourg kvinnuligi høvuðsleikarin í 'Antichrist' (Pressumynd) Danski leikstjórin Lars von Trier fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár. Tað kom fram í ymsum norðurlendskum miðlum í dag, dagin fyri at úrslitið verður kunngjørt. Sjálv handanin verður 27. oktober 2009 í Stockholm. 350.000 krónur fylgja við virðislønini. Virðislønin verður latin fyri filmin "Antichrist". Við Politiken sigur hin altíð ertandi Lars von Trier, at "De andre film må eddermame have været dårlige, hvis min film er den bedste i Norden i år". Men álvara tos, hann er taksamur, dagsins Trier. "Faktisk er jeg meget glad for, at det netop er en Nordisk pris. Jeg føler mig meget tæt knyttet især til Norge og Sverige, hvor jeg har hentet megen inspiration hos Henrik Ibsen, Edward Munch og August Strindberg og inden for filmen er svenskerne Ingmar Bergman og Bo Widerberg klart på min top ti". Í útv

Apoteosa Triers

Ovast sæst Willem Dafoe sum mannligi høvuðsleikarin í nýggja filmi Lars von Triers 'Antichrist'. Niðri undir sæst kvinnuligi høvuðsleikarin Charlotte Gainsbourg við ársins gyltu virðislønin í Cannes. Til høgru er maður hennara Yvan Attal, sum eisini er sjónleikari (Pressumyndir) Upprunaliga skrivað 24.5.2009: Fyrr í vikuni hoyrdi eg Ólav Hátún velja heimligar felagssangir í Útvarpinum. Ein teirra var ‘Vit hoyrdu várið kalla’. Djúpt erotiskur sangur eftir Karsten Hoydal (1912-1990), sum sjálvt fínarumpur úr Havn kunnu syngja í sjávinistiskum mannfólkaveitslum langt burturi á heiðini. Hesin sangur kom mær til hugs, tá eg gekk út úr Dagmar biografinum í Keypmannahavn í kvøld, har tey júst høvdu víst nýggja Trier-filmin ‘Antichrist’ (2009). Í botn og grund eru sangur og filmur um sama ítøkiliga evnið. Kjøtiliga sambandið millum mann og kvinnu, hildið upp móti ótamdu náttúruni. Ein frásøgn um ta keldu, sum lívið streymar úr. Munurin er bara premissurin, og so estetikkurin og hvu

Edward Fuglø yvir heiðar, gil og vøtn

Edward Fuglø hevur allar orsøkir at verða væl nøgdur í dag. Her er hann avmyndaður undir myndrondini "Yvir heiðar, gil og vøtn" í miðhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt. Niðast er hann á brúnni saman við Jógvani Arge og Heðini Mortensen (Myndir: Birgir Kruse) “Yvir heiðar, gil og vøtn” er heitið á nýggjum listaverki eftir Edward Fuglø, sum er ein myndrond, ið fer um allar veggir í miðhøllini í nýggja skúlanum við Løgmannabreyt. Jógvan Arge heilsaði Edward og samkomuni, sum var í skúlanum í dag, við hesum orðum: Fyri Tórshavnar býráð skal eg bjóða tykkum at verða vælkomin higar í skúlan við Løgmannabreyt, nú vit á fyrsta sinni sýna fram tað stóra listarverkið hjá Edwardi Fuglø. Hesin skúlin ber av øllum, sum Tórhavnar kommunu hevur tikið upp á seg, og einastandandi fyri hesa verkætlanina er, at hetta er fyrsta bygging, har hálvtannað prosent av byggikostnaðinum verður brúkt til listarverk, sum er arbeitt inn í bygningin. Listarliga arbeiðið verður umsitið av Listabólki

In the middle of nowhere

Atongumerkini eru tryggjaði til konsertina við Charley Pride í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið 22. november 2009 klokkan 19:00 (Myndir: Birgir Kruse) Hvat er at vera bygdasligur? Er tað neiligt ella jaligt? Í dag kom eg nærri einum svari. Tí eg kendi meg bygdasligan í nýggjum ljósi á einum óvæntaðum staði. Tað var, tá eg í slavnari toku fór niðan í Gundadal at keypa mær atgongumerki til Charley Pride konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í sjálvum sær eitt afturhvarv til dansistovuna á Eiði og vónleysa lívið millum túrarnar hjá langfaramonnum á bygd. Statoilstøðin selir dagsins atgongumerki. Fyrr æt fyritøkan Esso og á Eiði var hon umboðað av Óla í Pálstovu, sum niðri á Hamri seldi bensin fyri 2,05 kr liturin. Articon, ið er ein av fáu fyritøkunum, sum bjóðar arbeiði til føroyskar hendur í dag, umvælir støðina í Gundadali. Hon er flutt í eina grillbarr, har angin av stoktum pylsum stendur ramur í nasarnar, tá eg tríni inn um. Úr útvarpslurtinum hoyri eg Øssur Winthereig siga n

Hey Jude er best

Ovast sæst plátan Hey Jude, sum fekk flest atkvøður í Bitlavinafelagnum. Síðani eru vit á Heystframsýningini í Listahøllini á Skipasmiðjuni, at fáa rætta klangbotnin. Birgir hyggur inn í standmynd, sum er partur av innstallasjón hjá Brandi Patursson, meðan Hans tekur undir armin á hinum partinum av somu innstallasjón. Við Hansinu Iversen í baksýni er Andrias Andreassen heilt intressantur. Hann tók myndina av okkum fýra í tí klivanum, vit hildu vera mest spennandi við Mariusi Olsen til vinstru, Anker Mortensen mitt fyri og Tórbjørn Olsen til høgru. Mest áhugaverda einstaka verkið mundi vera Tóroddur Poulsen við skipsskrúvu og kongabommum. Praktfult á Skipasmiðjuni. Síðani fóru vit undir meira verðslig fyribrigdi sum spik og epli á baksetrinum í einum gomlum Volvo. Leggið til merkis at Hans hevur skrivað The Beatles á døgguta bilrútin handan Veðrin. Og so ganga vit úti í veðrinum yviri við Strond. Suni Mittún tók felagsmyndina við brimi. Leygardagin 3. oktober 2009 var lýst til