Tá novembur sleppur og jólamánaðurin byrjar, trýtur ikki við verðsligum og andligum tilboðum, men sanniliga eisini jólavinum, sjónligum sum loyniligum. Á arbeiðsplássinum er ein loyniligur vættur, sum av sínum eintingum hevur gjørt eina reyðrunda hjólheilsan á jólum til allar starvsfelagar, við navni á. Hugvekjandi stuttligt. Takk fyri tað. Dagin eftir skipar ein annar starvsfelagi fyri at øll, sum hava teknað seg, fáa eina festliga jólamáltíð frá Bitanum á borðið á middegi. Ein annar starvsfelagi fyllir og bjóðar boblur á nýinnrættaðu skrivstovuni, og ein fjórði starvsfelagi ger púra sjálvboðin eitt torn av jólavaflum við róma og súltutoyi. Púra ósjálvsøkið, meðan angin av vaflu fer um húsið og fyrstu jólatónar frá Daniu og teimum hoyrast í tí fjara. Og so er dómsnevndarfundur at finna vinnaran í stuttfilmskappingini hjá Námi um sætta heimsmálið, reint vatn til øll í heiminum. Vit semjast og gleða okkum til týskvøldið, tá avdúkað verður. Tað er hetta hugtakandi við at einst...