Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2013

Göteborg í bókum og myndum

So fer bókamessan í Göteborg at lakka móti endanum. Í dag klokkan tvey varð latið upp fyri almenninginum og udirtøkan var eins stór og undanfarin ár. Bíðirøðirnar vóri langt út á gøtuna, og innkomin vilja øll hava fatur á bókum, svenskum og útlendskum. Á føroyska básinum er stórur áhugi fyri bókini um matstovuna Koks , sum í kvøld er kosin árins átak. Norski Per Øystein Roland frá Norla, sum hevur til uppgávu at gera norskar bøkur kendar í útheiminum, og er fremsta drívmegin í NorLit, ið vil fáa øll Norðurlond at gera tað sama, vitjar føroyska básin. Sama ger nýggi stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Max Dager, sum er sinnaður at gera rithøvundatiltøk, ið veruliga gera mun, millum londini Føroyar og Ísland. Jógvan Isaksen er katalysator og ein brandur at tosa við miðlar, sum koma framvið. Her er tað ein mentablaðmaður á Politiken, sum vil hava nærri at vita um Jóanes Nielsen og aðrar aktuellar føroyskar rithøvundar og teirra bókaútgávur. Her hava teir báðir f