Skip to main content

Posts

Showing posts with the label norrønt samstarv

Evropeiskur máldagur

Antra Carlsen er høvuðssamskipari í Norðurlendska Netverkinum fyri Vaksnamannalæring (NVL). Stig Elttør tók myndina í Varpinum í Klaksvík. Evroparáðið í Strassbourg hevur síðan 2001 gjørt av, at í øllum 46 limalondum, sum telja 700 milliónir fólk, skal hesin dagur verða evropeiskur máldagur. Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál. Í Evroparáðnum eru tey sannførd um, at málsligt margfeldi er eitt amboð, ið kann geva okkum í Evropa eitt størri innlit og verða ein grundarsteinur at byggja eina fatan av ríka mentanararvinum í okkara heimsparti á. Tí verður arbeitt miðvíst við at fremja fleirmæli - flersprogethed á donskum, plurilingualism á enskum, fjöltyngi á íslendskum - í Evropa.  Hóast vit ikki eru eitt av teim 46 limalondunum í Evroparáðnum, og føroyskt tí ikki er eitt mál, sum sæst aftur á heimasíðuni hjá ráðnum, er málsligi áhugin hjá okkum stórur og fer helst altíð at verða tað. Tað er tó t...

Blue Fashion Challenge 2017

Undir leiðslu av lærarunum Lailu av Reyni og Beintu K. Mouritsen eru klædnaatstøðingar á øðrum ári fluttir inn í Fabrikkina hjá Öström á Skálatrøð í Havn. Næmingarnir eru Poula Alberg, Angela Sváva Poulsen, Anna Margit N. Arabo, Hanna Hansen, Harriet Joy Steinberg, Helga Gásadal, Ingibjørg Beder, Jóhanna Niclassen, Maria Johannessen, Maria Kjærbæk og Sanna Olsson. Níggju ár eru liðin, síðan fyrstu næmingar vórðu tiknir inn á hesa útbúgving, sum Glasir bjóðar. Ein av næmingunum, Lissi B. Andreassen, verður við tá NORA - Norrønt Atlantssamstarv, saman við Fiskimálaráðnum og Norðulendska Ráðharraráðnum skipar fyri Blue Fashion Challenge. Tá sleppa ellivu viðurkendir sniðgevar úr Norðurlondum at gera nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópi og fiski. Jákup Sørensen er samskipari. Frá í morgin og vikuna út, sleppa sniðgevar at kappast um at skapa tað besta og mest spennandi haute couture úr nevndu rávørum. Og tú sleppur at síggja alla tilgongdina, sigur Jákup frá NORA. ...

Inge Knutsson er deyður 67 ár

Í morgun ger Tóroddur Poulsen vart við, at svenski týðarin Inge Knutsson er deyður, 67 ára gamal. Farin úr tíðini, sum sviar siga. "Ein norðurlendskur meistari er farin", skrivar Kristianstadsbladet , sum Inge í mangar mátar var partur av, eisini sum mentabloggari. Mentablaðstjórin Sune Johannesson skrivar leygardagin: ”Hans engagemang stannade inte vid enskilda titlar, i mina ögon var han alltid en förnämlig ambassadör för att föra in litteraturen från till exempel Island och Färöarna till vårt land. Jag ser än idag ingen som språkligt kan konkurrera med honom. En mästare.” Í september 2013 hitti eg aftur Inge og sonin Esbjörn á bókamessu í Svøríki. Tá tók eg myndina omanfyri. Eins og pápin fæst sonurin við bøkur. Teir hava báðir vitjað í Føroyum og Inge, sum var bókmentafrøðingur, hevur umsett nógv, eisini yrkingar hjá Heðini Klein, til svenskt, sum aftur eru fluttar í enskt mál, m.a. í útgávuni Modern Scandinavian Poetry 1900-1975 . Inge týddi úr íslendskum, før...

Grønland og Føroyar nógv at samstarva um

Berit Mortensen, ritstjóri, sum er slektað av Bornholm, peikar á Føroyingahavnina í nýggja grønlendska atlasinum, sum eisini er knýtt at einum talgildum netstaði, Geotema . Jú, mín sann hava vit nógv at læra hvør av øðrum, nú ellivu fólk úr grønlendska systurstovninum hjá Námi, Inerisaavik, vitja í Føroyum . Fyri fýra árum síðani hevur fyrrverandi leiðarin knýtt samband við undirvísingarportalin hjá Námi, sum eitir Snar. Undir navninum Iserasuuat , sum merkir skjót inngongd , fara tey saman við grønlendska Digitaliseringsstyrelsen at gera ein portal til fólkaskúlan í Grønlandi. Fyrimyndin er føroyski Snar, sum Ole Thorleifsen her vísir fram í skeiðshølunum hjá Námi á Hoyvíksvegnum í Havn. Tey ellivu starvsfólkini eru partar av ymsum deildum, sum allar eru undir lærda grønlendska háskúlanum, og tilsamans telja fleiri enn hálvt hundrað starvsfólk, og hava eina árliga játtan, ið er 54 mió kr. Nógvar uppgávur eru líkar, men aðrar ólikar, serliga at samskifta við partar í so stór...

Í Filmslandi

Tað er grátt, tá vit sleppa donsku strondini. Umframt at vera grátt, er tað eisini slætt, tá týska strondin tekur yvir. Troystarleyst slættgrátt. Kanska er tað akt í gamla Sjónleikarhúsinum, og eftir at hava sæð Deyðan í Venezia , hevur Pauli sett skeivan spola á, so nú byrjar Ferðin til Kythera . Men lukturin av karryketsjupp og lastbiladekkum, og so gamla mosaikktalvan, ríva meg úr filmsdreymi og sannførir meg skjótt, at vit eru umborð á Deutschland. Við tokstøðina í Lübeck stendur Hannes, sum er í læru hjá Mercedes. Hann bíðar eins og aðrir í svørtum týskum bilum eftir gestum til filmstevnuna í Hansabýnum Seti meg aftan, tí framman situr ein stillur maður. Í tøgn hava vit koyrt saman í toki í fýra tímar. Veit ikki hvør hann er. Tveir dagar seinni, tá eg síggi hann tosa við Hugin Eide, uppdagi eg, at hann var í Føroyum í januar í 2009. Sum ferðandi rithøvundur vildi hann læra at kenna hetta sjáldsama fólk, sum var tað einasta í allari verðini, ið stuðlaði íslendingu...