Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2002

Syng, Jensen!

Sosialurin, Bilar 3. mai 2002: Mynd: Jensen Interceptor bilurin hjá Simon Templar (Simon Dutton) í filmunum um The Saint Einki er sum at seta seg við rattið á einum snøggum, nýggjum bili. Lukta alt tað nýggja, leður og nýpussað stás, sum ein farri av svørtum skókremi og sunnudags-reingerð hongur uppi við. Kenna, at eingin hevur verið her fyrr, taka um rattið og so strúka avstað. Út í náttúruna, út í bláan. Guðs skaptu fríu náttúru. Innan sólin er risin. Fram í dal meðan tjøldrini láta, og áin vaknar móti degnum. Gjøgnum niðurrullaða rútin hoyra mýrisnípu í tí fjara, meðan breiðu dekkini spræna grús, kloyva tøgnina og eta vegin. Framá við svongd og við ferð. Sjóleysur um onkra túgvu, ið so snildisliga ger henda vegin til hin mest spennandi í landinum at koyra á. Smalur, krókutur, heyggjutur. Bilur og frælsið Í strúkandi summarlotinum má eg í fyrstu atløgu sanna, at bert í bilinum er frælsi. Hann er frælsi hins einstaka, bilurin. Frávalið av tí kollektiva. Frælsið hins egna, gjørt ítøki