Skip to main content

Posts

Showing posts from June, 2009

Reisigildi í Tórsbyrgi

Í dag høvdu Djóni, Bogi, Julian og tveir vinmenn reisigildi í brekkuni niðan móti Lágargarði, har nýggj smátta er reist. Hin fyrra, ið stóð á somu grund, varð brend, tá fremmandir dreingir brúktu hølið til ymsan ólevnað. Jón, Edvard, Áki, Hans Jákup, Bjarni, Gutti og Snæbjørn bóru smáttuna av parkeringsplássinum, har hon leingi hevur staðið og blomstra, niðan í bøin. Nú er at vóna at bygningurin, sum nú stendur í nýggjum umhvørvi, fer at skapa gleði og hugna millum børn í Tórsbyrgi.

Koparbrúdleyp í Koltri

Í fagrasta veðri hildu Marin og Martin koparbrúpleyp í dag. Familian hevði keypt teimum eina dagsferð við Norðlýsinum, har vit grannar vórðu bodnir við. Tilsamans fleiri enn hálvthundrað, sum møttu í Vágsbotni klokkan 10 henda blíða sunnumorgun á hásumri. Umborð varð borðreitt við bæði mati og drekka. Aftur við einum svalandi summarsligum campari og djús drykki, løgdu vit út á vágna og sóu fyrst nýggja útgerðarskipið Eldborg. Síðani sigldu vit undir Hestoynna og fóru inn í Klæmintsgjógv við gummibátum. Umborð aftur, løgdu vit stilt undir hangandi Loftinum vestantil á oynni. Nú var maturin drýlur við skerpikjøti, kjøtpylsu og rullipylsu, og so samloka við eggi, tuni og øðrum leskiligum. Meðan Turið sang um Magnus, damlaðu vit spakuliga fram við stakkunum unidr Hestoynni og út í Kolturssund. Í gummibátum vórðu vit sett í land í Koltri. Her gingu vit túr í einar triggjar tímar. Onkur heilt niðan á Kolturshamar, sum er 478 metrar høgur. Vit, sum ikki løgdu so nógv fyri, gingu í tuni

Gongutúr við tónleiki í Havn

Leygardagin 27. juni 2009 á middegi varð ein sjáldsamur gongutúrur í Havn. Gogutúrurin var partur av Summartónum og 100 ára haldinum hjá kommununi. Atli K. Petersen hevði skipað fyri gongutúrinum, sum bæði var musikalskur við ymsum tónleikarum og staðbundin við einum góðum ferðaleiðara. Tónleikararnir vóru allir tiknir úr skránni hjá Summartónum og ferðaleiðarin var Bette Johansen. Í góðveðrinum møtti fitt av fólki. Atli K. Petersen lýsir tiltakið soleiðis: Ein gongutúrur í Havn Undir opnum himni samskipar Atli Kárason Petersen eina tónlistarliga ferð í miðbýnum, har gongufólkið, umframt vanligu býarmyndina, fær eina livandi ljóðmynd, sum frá óvæntaðum hornum og skotum tekur støði í tí, Havnin hevur at bjóða innan nútímans tónlist. Ferðin byrjar í Bojsensgarði leygardagin 27. juni 2009 kl. 12:30. Gingið verður við ferðaleiðara, meðan solistar og smærri bólkar, kór og orkestur, spæla og syngja úr óvæntaðum støðum á leiðini. - Tónleikurin fevnir um konventionellan nýggjan føroyskan t

Víntræ á Vaglinum

Ovast síggjast spírandi drúvurnar í Boysensgarði. Niðriundir Frelsunarherurin, sum í somu løtu spælir á Vaglinum. Tær báðar niðstu myndirnar eru úr mínum egna drívhúsi í september nøkur ár herfyri (Myndir: Birgir Kruse) Í drívhúsinum í Bojsensgarði stendur eitt vælhildið víntræ. Tað havi eg ikki sæð áður her á landi Gongst sum í øðrum londum er træið búgvið í september og drúvurnar kunnu takast. Men innan mugu tær 'nulrast', drúvurnar. Tað legði ein kona í Danmark mær eina við, ta stuttu tíð eg átti eitt víntræ har. So meðan Frelsunarherurin spælir og prædikar øðru megin Gamla Bókahandil á Vaglinum, so búnast leskiliga víntræðið hinu megin handilin.

Hann gav alt hann átti

Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar røkka hvørki atgongumerki ella sølumaskinur. Einki kann sum bráður deyði í poppheiminum fáa okkum at hugsa um lívið og tilveruna. Tí bestu poppstjørnur bera okkum boð um lív og virkni uttan íhald. Vit kunnu lurta, hyggja og uppliva, tá vit vilja. Seta fløguna í spælaran, ella leggja gomlu fornisku plátuna undir nálina. Altíð er hann har, tónleikurin, ið ríkar okkum dagin og lívið. Samstundis er henda persónliga uppliving kjarnin í poppídnaðinum. Og fyri at fáa avkast skal upplivingin hvørt ár gerast størri og betri enn hon var í fjør. Tí er poppídnaðurin besta ímyndin av náðileysa kapitalistiska marknaðinum. Sum stjørna skalt tú møta teim krøvum, marknaðurin setir. Eins og fleiri undan honum møtti Michael Jackson hesum beisku krøvum. Sum ein annar Peter Pan hjá Disney ella Oskar í týsku søguni um Blikktrummuna, noktaði Michael Jackson s

Føðingardagskakan 2009

So fór 09 niðurum. Áki Davidsen tók ovaru myndina beint sum stóra føðingardagskøkan varð skorin á Skálatrøð. Og hygg hvussu stór hon er, køkan. Niðaru myndina tók Pól Jespersen. Ein góður føðingardagur, persónliga og alment Virksemiskalendarin hjá Tórshavnar kommunu, og kanska eitt sindur av lagnunnar speisemi, elvdi til at eg kundi halda føðingardag á sama degi, sum Mylnan heiðraði Havnina við 100 metur longu køkuni á Skálatrøð. Áki Davidsen kom framvið og tók myndina, meðan eg seti tennirnar í ein morgunbita av 09. Hvørt tað er 1909 ella 2009 er longu farið niðurum. Og so kom Pól Jespersen framvið og fekk eina stuttliga mynd í kassan. Hygg bara omanfyri, hvussu stór hon er. Bæði persónliga og alment gjørdist hetta ein frálíkur dagur í Tórshavnar kommunu. Eftir at hava sungið Boðar tú til allar tjóðir , sum hevur uppruna í Kirkjubø, vóru eisini stundir at vitja í Kollafirði, har vit fingu enn ein góðan føðingardagsbita frá Eiler Fagraklett norðuri í Sundum. Havnin og øll tey fólk, har