Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2020

Hásummar

Nú er hásummar. Hvørki sýnið ella sólin gera av, nær hásummar er, men heldur nær kampingplássið yviri við Strond í Havn er fult ella ikki. Tað er ýtið, sum útróðarmenn søgdu fyrr, ella Benchmark og Vergleichstest, sum vinnulívið og týskarar siga í dag. Í gjárkvøldið um midnáttarleitið kom Norrøna á Havnina og alt varð fylt upp, bilar og kampingvognar í øllum líki. Fyri endanum longst burturi hava nakrir longu í farnu viku stúvað seg saman, helst fyri at halda ólavsøku, so tætt, festligt og minniligt, sum til ber í ár.

- Nú er tann lagaliga løtan at enda komin!

Foto: Jens Kristian Vang - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár. Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini: Hugburðurin til nýggjar vinnur Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini. Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina. Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning  fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.” Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp,

Ein roynd at lýsa risan í reportasjuformi

- Bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi, sigur Jógvan Hugo Gaardar, sum í gjár legði bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka, har opið hús var. Jógvan Hugo er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Oslo. Tað er saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen, journalisti, at hann hevur skrivað bókina um Bakkafrost. - Sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo havi eg fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni, sigur Jógvan Hugo. - Bakkafr

Fríar teymar frá størstu fyritøku

Í gjár løgdu journalistarnir, Jógvan Hugo Gardar og Grækaris Djurhuus Magnussen, fram bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" á Bakka á Glyvrum, har opið hús var. Orsøkin er, at Bakkafrost herfyri rundaði tey fimmti árini, sum forstjórin, Regin Jacobsen, sigur heldur lítillátin fremst í bókini, ið telur 200 síður og eisini finst í enskari útgávu.    - Tit eru báðir journalistar, Jógvan Hugo og Grækaris. Hvussu fyrihalda tit tykkum til tað, at skriva um eina fyritøku, tað allar størstu, uttan at ganga uppá kompromis við journalistikkin sum so? Hvussu hava tit siglt og stýrt um tey skerini? - Sum fríyrkisjournalistar eru vit noyddir at hugsa gjølla um ein og hvørja uppgávu, samstundis sum vit noyðast at hugsa um, at vit skulu hava eina inntøku at liva av. Í hesum førinum kom spurningurin, um at gera eitthvørt burturúr, at Bakkafrost í 2018 varð 50 ár, samstundis sum tað í ár eru tíggju ár síðani fyritøkan gjørdi tað stóra lopið og fór á Oslo Børs, sigur Jógvan Hugo, sum er

Panoramaføroyar

Krúnan á verkið, tá tú hevur ferðast í egnum landi, er at seta seg til háborðs við panoramaútsikt á sættu hædd, omaná Parnassinum, mitt í høvuðsstaðnum. Her bjóðar kokkurin Andrew Crooks, sum er úr Dumfries í Skotlandi, men hevur arbeitt nógv í Aberdeen, eina sanna trikoloru av føroyskum mati, ið er tillagaður altjóða góman, sum Martin Dam, tænari, setur á borðið og greiðir frá so hvørt. Eg havi lokkað teir báðar, Andrew og Martin, út á svalan á sættu hædd, har ein stólur er settur, helst fyri at halda hurðini opnari í summarhitanum, so hon ikki stendur og glintar. Men her er eingin, ið forðar tær fyri at seta teg eina løtu at njóta uppgangandi ljóðið úr býnum. Ikki tí, meditativi roykikrókurin er hinumegin á somu hædd, har tú sært yvir kirkjuna og Gamla Bókahandil. Meðan tú hoyrir ferðafólk samskifta á fremmandum málum um dagin, smakkin og útsýnið, kennir tú teg lyftan upp úr gerandisdegnum. Tú verður sjálvur eitt ferðafólk. Í egnum landi. Og tó við nýggjum tilgongdum.

Mølin verður miðdepilin

Hjúnini Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen hava sett sær fyri at gera søguligu handilshúsini á Mølini, sum eru frá 1889, til ein nútíðar miðdepil og tænastusinnaðan savningarstað í Skálavík.  Birita er fjórða ættarlið og langabbin er avmyndaður á bróstinum í caféini, so her andar beinanvegin av autentisiteti, sum ikki bara er hugnaligur, men eisini funktionellur í eyðkendu gul-grønu húsunum.  Nútíðar caféin er longst til høgru, meðan gamla posthúsið er vinstru megin á myndini niðanfyri. Her fer móttøkan at verða, tá nýggja hotellið við tíggju gestaíbúðum verður liðugt til vinstru fyri søguliga bygningin.  Innkomin í Caféina á Mølini verður tú straks boðin vælkomin og finnur ein hóskandi sess so djúpan og til viks, sum tær hóvar best. Men eg síggi eisini, at borðini eru øll umbiðin, tí her eru útferðir og føðingardagar.  Trýst er á Sandoynna, tað sæst longu umborð á Teistanum, á bryggjuni í Skopun og á vegunum í oynni.  Hóast nóg mikið er at ger