Fyri fimm árum síðan greiddi Ólavur Ellefsen frá um tilgjørdan vitleika, artificial intellegence , á stevnu fyri lærarum um framtíðarskúlan , sum Nám skipaði fyri í Norðurlandahúsinum. Í Útvarpssamrøðu , sum Leif Láadal hevði við Ólav Ellefsen í vikunu, kom fram, at nú er ein nýggjur kjattrobottur í vitlíki, chatGPT , virkin á føroyskum. Til ber hjá øllum at rita inn, til dømis við Google kontu, og frítt at kjatta við robottin, sum eftir sekundum gevur tær eitt føroyskt svar. Tó, svarið er ikki altíð eftirfarandi og faktuelt korrekt, skuldi tú væntað tað. Men eftir einum eygnablunki at fáa eitt ella tvey brúkilig stikkorð á tillagaðum føroyskum, er so stuttliga imponerandi, at mín fyrsti spurningur til kjattrobottin, at vita líkasum hvar hann flýtur í mun til meg, er leitorðið hilarious. Og hann svarar soleiðis: Hilarious er eitt adjektiv, ið merkir "skrítið gott at fáa gagn av", "fullkomin lyndi" ella "skrítið skemtiligt". Eitt skemtiligt kvikmynd, sk