Oystercatcher er heitið á verkinum hjá Ole Wich, ið er eitt Shell-flagg frá 1994, sum bleiv til í kjalarvørrinum á vanlukkuni beint sunnan fyri okkum, tá tangabáturin Braer rak og rendi á Sumburgh Head í Hetlandi við 84.000 tonsum av olju umborð. Nú er aftur uppá tal at leita eftir olju. Við frágreiðing er verkið lýst á síðu 503 í avrikskataloginum hjá Ole, sum telur 600 blaðsíður, har elstu verk eru aftast og nýggjastu fremst. Við Goodiepal sum kurator letur Ole Wich upp framsýning í tveimum rúmum í Listaskálanum fríggjadagin 27. oktobur kl 16:00. Heitið er "retrOWspektIv - Ole Wich sambært Goodiepal". Til framsýningina hevur Ole savnað øll síni verk í nýggju bókina »Autobiografisk oeuvre - frem til 2023«. Í bókini eru bæði myndir og tekstur til verkini, ið Ole hevur skrivað. Bókin verður løgd fram, tá framsýningin letur upp og fæst til keyps í Listasavni Føroya. Dagmar Malena Winther, sum er savnsumsjónarfólk, bjóðar vælkomin, Ole Wich sigur sjálvur nøkur orð um framsýning...