Skip to main content

Posts

Showing posts with the label vinna

Føroyskt whisky sum uppliving og ferðamál

  Konsentrerað og smakksterkt, sum whisky við fatstyrki er, er greitt, at fyri kennarar er tað ein ótyntur og ektaður upplivingarfaktorur í sjálvum sær. Men ein nýtist ikki at verða afficiendo fyri tann saks skuld. Og heldur ikki at vera globetrottari, sum Tróndur í Götu sigst hava verið, fyri at sanna, at føroyskt whisky við fatstyrki kann verða eitt savnandi ferðamál hjá útlendingum við enda jarðarinnar, ella so langt sum slepst frá meginlandinum í Evropa, sum granskarar frá Columbia University greiddu frá í morgun. Føroyar eru ikki bara eitt ferðamál, men hevur fingið eitt nýtt aktiv. Tað upplivdi eg í fjør heyst, tá John Dalsgarð skipaði fyri norðurlendskari ráðstevnu í Varpinum um atgongd til útbúgving og arbeiðsmarknað, eisini hjá fólki við skerdum førleika við lopfjølini á Tekniska skúla, har í býnum, sum briljantum dømi. Tá møttu vit Anniku Waag, sum í søguligu hølunum hjá Føroya Bjór við sjóvarmálan í Klaksvík greiddi livandi frá um nýskapandi tilgongdina at gera whisky....

Stuttligt, hvussu ymiskt fólk síggja søguna

 - Tað er ikki heilt gingið upp fyri mær ordiliga, sigur Sakaris Stórá um filmin ”Seinasta paradís á jørð", sum umframt í Havnar Bio gongur í 58 donskum biografum, og fær bestu ummæli, úr fýra og heilt upp í seks stjørnur, sum er fult stigatal, í allar filmspressuni. Politiken, sum gevur fimm av seks hjørtum, skrivar: "Tað er djúpt imponerandi at síggja ein film úr einum landi, sum treyðugt kann sigast at hava eina veruliga filmsvinnu, vera líka gjølla hugsaðan, skrivaðan og framleiddan, sum var hann gjørdur í einum fult professionellum og royndum filmslandið." Alt for Damerne, sum umboðar nógv tann størsta partin av biografgangarum, minst ein tríkvart, gevur somuleiðis fimm av seks stjørnum, og kallar hann eina "atlantshavsperlu". Sama karakter gevur Avisen Danmark og lýsir filmin sum "fabelaktigan", meðan Cinema Online gevur fult stigatal, seks av seks stjørnum. Høgrumegin hetta ummælið, sum er sett ovast á sitatplakatini, er mítt egna, sum eisi...

- Skal eg svara uppá tað?

Í stutta treylaranum , sum er ein brellbiti at fáa fólk at varnast og hyggja at heimildarfilminum um Bakkafrost, spyr Óluva Zachariasen, sum er vælupplagdur vertur í trípartarøðini Bakka, hví tað er so gott at verða børsskrásettur. Tá er tað, at stjórin, Regin Jacobsen, dregur eitt sindur uppá tað, ivast, ger seg kláran og sigur opin: “Skal eg svara uppa tað?”  Og so byrjar filmurin, fyri meg í Løkshøll, har fult er av fólki, og filmurin kann falda seg út í sínum rætta elementi við góðum ljósi, ljóði, fotografering - og endaligari klipping, sum nú verður løgd fyri dagin burturúr 70 tímum av filmi í tvey ár. Fyrst er inngangur, sum starvsfólkaleiðarin, Heini Kristiansen tekur sær av í samrøðu við fíggjarstjóran Høgna Dahl Jakobsen. Seinni fær Heini eisini forstjóran, Regin, at greiða frá og taka móti spurningum. Serliga gott er ljóðið í filminum, tá pakkarnir frá Bakkafrost verða stakkaðir, klárir at senda út í verð. Júst tað ljóðið, sum í roynd og verðu bara er eitt "tjums...

Stórreiðarin, sum aldri hevur smakkað tað, hann fiskar

KVF: Summarmorgun 19. juli 2024 Sæð úr køksvindeyganum í Havn, heldur polariseringin fram og er blivin ein lívsstílur og inngrógvin hugsunarháttur. Ikki bara úti í heimi, men sanniliga eisini her hjá okkum. Á politiska veinginum verða teir báðir Framsóknarlimirnir, sum atkvøddu móti abort, takkaðir fyri vælgerðina og bodnir limaskap í Miðflokkinum, hóast øll vita, at tað ikki hendir. Tað er tað bera spæl fyri gallarínum. Og tó. Á Útvarpsvonginum í morgun hoyrdi eg ein skilagóðan fyrrverandi stórreiðara úr Leirvík, tosa um tríggjar væleydnaðar túrar í 42 fót glastrevjabátinum Gusta, har hann, sjálvur triði, hevði avreitt fimm túsund pund av Bankatoski í juli. Prátið, sum í sjálvum sær var sjáldsama gott og væl fangað, sum Tórði á Túri hevur sum seiglívað vørumerki, var við fyrrverandi reiðaran og politikaran Kjartan Joensen, sum nú er 76, men fyrr átti tveir rækjutrolarar, báðir við navninum Hviltenni. Reiðaravirksemið byrjaði í 80’unum og í 2011 seldi hann alt virksemið, landingarstøð,...

Vit sláa ring um bankatoskin

Takkað verið nærlagdum útflytarum til katólsku londini, er bankatoskur - ein meir enn hundrað ára gomul søluvøra - so væl varðveittur, at hann tolir allar vinklingar og tilgongdir, bara hann er atkomuligur, bankatoskurin. Tað er sjón fyri søgn í Áarstovu í hesum døgum. Eftir at hava havt egna matstovu í Danmark, Steingríms Kælder, kom Jógvan Steingrím Rasmussen til Føroya í fjør, og hevur verið køksleiðari í Áarstovu síðan. Nú eitt ár er umliðið, hevur hann fingið spanska, Eli Gonzáles Roda, við í køkin. Eli hevur arbeitt á Roks og fer framyvir at verða køksleiðari í Barbara Fish House hinumegin túnið. Hann hevur ellivu ára royndir sum kokkur, er úr Alicante í Spania, og hevði arbeitt í Cork í Írlandi, nú hann kom til Føroya.  Nú vit nema við mobila arbeiðsorku í føroyska køkinum, er eisini áhuagvert at hefta seg við, at matstovuleiðarin, John Mikkelsen, hevur fingið ukrainsku Anju afturat sær. Hon er har eysturi úr krígsrakta Ukraina, dygst við russiska markið, og hevði búð í høvu...