Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál. Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál. Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið. Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru. Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma. Vit kunnu illani hyggja at eini sending o...