At bjóða ullartilfeinginum av, tað er eitt gylt høvi hjá íverksetarum, ið leita eftir góðum hugskotum, sigur fyrrverandi læraraskúlalærarin, Ása Hátún. Tí møguleikarnir eru nógvir, og man ikki eftirspurningurin fara at vísa seg, sigur hon annan vegin retoriskt spyrjandi, og hinvegin miðvíst spinnandi heima í stovuni á Heiðavegi 18 uppi undir Varða í Havn. Hon er 88, og aldri áður havi eg hildið aldur verið týdningarleysari enn tað sama. Her eru tíggju kvinnur úr fólkaskúlanum á skeið hjá henni, Sonju Schneider og Karinu Toftegaard, at handfara ull til ymisk endamál, telefonlumma at hava um hálsin, ið eisini kann fáa ein heilt persónligan lit, lummin, ið eisini kann verða til chic tasku ella tjekkaðan pung. Endamálið er at geva lærarum íblástur og kunning um ull, serliga føroyska ull, og tøving, sigur Karina, ritstjóri á Námi, sum bjóðar skeiðið, og fyrsta dagin fer at geva út eina stóra bók hjá Ásu um ull. Skeiðið tekur støðið í júst hesi bókini, Søgur um ull , og vit fara a...