Skip to main content

Posts

Showing posts with the label drunnur

Drunnur nummar 1: Kjak og kjakmentan

Fyrsti kapitil í drunni, sum Kári Árting setti í gongd 26. oktober 2001: Einaferð var nakað, sum tey lærdu róptu dialektikk. At møtast og skifta orð um mangt og hvat, sum frammi var, ella bara okkurt nýtt, sum skilafólk høvdu varnast í havsbrúnni. Kanska høvdu tey góðan kikara tá, skilafólkini uttan teldu. Kunnu dagsins telda og tøkni gerast okkara nútíðar-kikari, so er væl sloppið. Tí enn er teldan ikki vorðin tað. Heldur ikki kjakið. Kjakið er nærum ikki til, hvat so evni er. Og har kjak er, má eg tíanverri sanna, at kjakmentan okkara er mangan vánalig. Í minsta lagi ivasom. Tey, sum stíla fyri hesum kjaki, vilja blæsa lív í eitt mentanarligt kjak her heima. Veit ikki, um hugtakið »her heima« hevur nakra meining í tykisheimi. Men støði kann so, ið hvussu er, takast her heima. Eisini hjá føroyingum í útlegd. Harvið gera vit føroyska kjakið og heimliga samfelagið globalt. Soleiðis eru vánirnar í tykisheimi. Tað lokala gerst globalt. Frálíkt. Og tí taki eg fult og heilt undir við hesi æ...