Skip to main content

Posts

Showing posts with the label fløgg

Frælsisdagur í Ukraina

Í dag er frælsisdagur í Ukraina, størsta landinum innan markið av okkara heimsparti, Evropa. Myndina tók eg í pólska býnum, Krakow, har eg ferðaðist fyri tveimum árum síðan og vitjaði Auschwitz . Árið fyri høvdu Mariia Shvets og Ken Lindenskov Olsen bjóða til kaffi í Rituvík og prát um Ukraina. Eins og at ferðast kann vera ein avslappandi dagdvølja, har tú í summarhitanum betalir teg frá øllum, kanst tú eisini leggja teg á ein annan meira eygleiðandi bógv, har tað verður spennandi at síggja, hvussu grannalond stuðla, minnast søguna, og ikki støkka undan, tá neyðugt er. Sum í hesum søguríka marknabýi, Krakow. Hinvegin eru tað fleiri, sum hálsfevnandi í semju við russisku álopsmaktina fegnast um gongdina, at niðurlaga og tileinkisgera unga ukrainska fólkaræðið, og innlima tað aftur í sundurdotna stórríkið fyri eystan, sum einaferð kallaði seg Sovjetsamveldið og tók Kuba við í fallinum. Eisini á botninum í Miðjarðarhavinum, har gamla og óneyva heitið Levantlond hevur verið brúkt, hel...

Flaggið í Sortudíki

Flaggsøgan stendur sterk í grannalagnum uppi í Sortudíki í Havn. Tað er so vist og sætt. Útvarpsstjórin, sum sjálvur var á Vaglinum í 1940, skrivaði flaggsøguna so fyrimyndarliga í 1980, og setti síðan eina stóra stong á vøllin framman fyri húsunum í Sortudíki, sum helst vóru tey seinastu at foreina tjóðina í einum samanhangandi tanka, whatsoever. Í 1983 kom Norðurlandahúsið í grannalagið og Hotel Føroyar longur uppi við Oyggjarvegin. Perlur uppá tráð allan vegin. Seks ár seinni varð altjóða filmstevna við norðurlendskum filmum í Norðurlandahúsinum. Heiðursgestur var sámiski Nils Gaup, sum árið fyri var í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina fyri legendariska filmin Veiviseren . Norðurlendska umboðanin var so sterk, at danski filmurin Babettes gæstebud streyk við henni. Høgni, sum samskipaði filmstevnuna fyri Filmsfelagið, Norðurlandahúsið og teir norðurlendsku filmsstovnarnar, hevði keypt størsta sámiska flaggið, sum bókahandilin í Kautokeino sendi í pakka til Føroya.  Flaggið, sum ...