"Tríggjar systrar" er í mínum optikki ein leikur um tað, ið øll leingjast eftir, men sum ikki fæst, tí tað er ófáiligt, møguliga persónifiserað við rørslutarnaða Kulygin (Bjørn Mohr), ið er latínlærari, og meir enn einaferð fekk meg at hugsa um góðsliga Timmermann, men eisini tá hann syngur "Góða bamsa" hjá Jensinu meir enn einaferð. Hann ger ein góðan figur, hóast hann leggur seg út við bæði rørslutarnað og talubrekað. Veit ikki, hvat Tóra, sum sat frammanfyri meg, sigur til tað. Hjá mær víðkaði tað um palettina av leiklutum. Mítt absurda parametur, sum í "The Party", fór skjótt í topp, ja í zenith, við Kulygin. Kanska tí, hann kjølfestir Hoydalar sum eitt meta-lag í leikinum. Tær vilja til Moskva, at fáa stilla trongd, ynski, status og allan longsul, systrarnar Masha (Súsanna Tórgarð), Olga (Ria Tórgarð) og Irina (Kristina Sundar Hansen), har Masha hevur hin mest eksplisitta leiklutin saman við Vershinin (Kjartan Hansen). At verða realiseraðar og liv...