Um dagarnar lýsti starvsfelagin, Gunvá Magnussen, á Facebook, at hon fór at selja bæði klæði og skógvar, sum hon sjálv hevði brúkt. Fekk hug at spyrja hana, hvussu er at sleppa persónligum brúkslutum sum klæðum og skóm á henda hátt, at lata tey skifta hendur og eigara - og kanska síggja eina fremmanda kvinnu í eins egnu klæðum mitt á gøtuni ein skjønnan dag, og um Gunvá hevði farið at tosað við hana og givið henni ráð, um at seta litir saman og velja røttu skógvarnar, belti, taskur og make up, og ja, so steðgaði eg mær sjálvum at grópa longur niður í eina higartil ókenda kvinnuliga síðu, tí Gunvá brýtur meg av og sigur, hvussu væl henni dámar, at tað er blivi vanligt, at selja klæði á Facebook. Á jú! - Mær dámar væl, at serliga tey ungu hava tikið endurnýtslu av klæðum til sín. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvat onnur finna uppá við tínum gomlu klæðum, tí eg vænti ikki, at tær, sum keypa míni brúktu klæði, brúka tey á sama hátt sum eg, og tað haldi eg er super, sigur Gunvá,...