Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2010

Søgurnar vella úr føroyskum filmstólum

Filmurin "Aldur" eftir Heiðriki av Heygum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum týskvøldið Fyri nærum fullsettari høll sýndi Norðurlandahúsið týskvøldið 23. februar 2010 tríggjar nýggjar føroyskar filmar. Í førinum hjá Heiðriki av Heygum var talan um frumsýning, tá hann vísti filmin um Aldur , ið er ein persónligur filmur um ommuna, sum svimur á vánni í Vestmanna. Um Aldur Frá fyrstu løtu skapa poetiski tónleikurin og svørthvítu myndirnar ein heilt serligan dám. Men skjóta skiftið til litir órógvar meg eitt sindur. Eg hevði væntað eina meiri stiliseraða framseting, sum nettupp bygdi á hitt kornuta og svarthvíta, ið aftur bendir á minnismyndir, sum við sjóvarmálan seta hin einstaka móti tí almáttuga. Her er tað havið og aldurnar, um aldur og ævir. Filmsheitið gevur góða meining og spælir við í allari søguni. Søgan er so sjáldsom og einastandandi at hon ber øllum, hóast frásagnarpersónurin er orðaríkari enn eg brýggi meg um. Íð hvussu er á stuttfilmi. Søgan flytur meg inn í

Ein diva við x-faktor í Tórsgøtu

Anna Nygaard syngur Havnarløg saman við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu fyri ólavsøku 2009 (Myndir: Birgir Kruse) Sunnudagin fyri ólavsøku í fjør sang X-Faktor aktuella Anna Nygaard úr Runavík við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu. Á skránni vóru Havnarløg í útsetingum hjá Magnusi Johannessen. Tað var 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu sum hevði bílagt konsertina, sum var almenn og ókeypis undir opnum himni. Anna skaraði framúr við eini livandi swing framførslu av Havnarløgum . Umframt Onnu, sungu Sólvá Ford, Finnur Jensen og James Olsen. Orkesturleiðari var Eirikur Skála, sum saman við Ólavi Olsen hevði fyriskipað tiltakið.

The Reverends inn um skúlagátt

Fløgan When You're Done hjá The Reverends kom í fjør heyst. Nú er ein sangur teirra sloppin inn um skúlagátt (Myndir: Birgir Kruse og Tutl) Síðani fyrstu ferð eg hoyrdi Niclas Thorsteinsson syngja rokk við einum dismi av Americana, hevur mær dámt hann. Fyrstu ferð mundi verða, tá Náttarravnssendingin fór í luftina ein vetur fyri tjúgu árum síðani. Tað var ein egin kúrekasangur, helst kveiktur av Kansasheiðin, har Niclas hevði verið skiftisstudentur árið fyri. Eftir lærarabókini fekk hann 13 fyri avrikið. Síðani komu Mold og nú eru tað so Reverends. Nýggju fløgu teirra When You’re Done ummældi eg her á blogginum 24. August 2009 undir heitinum My Heart is the Open Sky , sum er ein regla úr einum av sangunum. Í ummælinum peiki eg á sangin Jim, Jack and Bud sum hin besta. Nú er hesin sangur sloppin inn um skúlagátt. Á almenna og opna undirvísingarpotalinum SNAR eru uppgávur lagdar út um júst henda sang. Sagt verður soleiðis: 10 uppgávur í enskum á miðnámi Uppgávurnar kunnu brúk

Jákup, Birgir og Jógvan

Jógvan á Dul tók myndina av Jákupi og mær uttanfyri Akkuleya. Jákup er vertur í sendingini In Mente (Mynd: Jógvan á Dul) Omanfyri sæst Jákup Magnussen við útvarpsmikrofon í Niels Finsensgøtu, uttanfyri blómubúðina Akkuleya. Jákup er vertur í útvarpssendingini In Mente , sum verður send mikudagar. Jógvan á Dul tók myndina og legði hana straks á Facebook. Myndatólið hevur Jógvan altíð við sær. Er onkur úti í heimi, sum vil hava at vita, hvussu eini gomul hús í Havn síggja út í dag, so er Jógvan skjótur at avmynda og leggja út á Facebook, sum er vorðin ein uppslagsbók og talva, ið er púra markleys. Og nú vit tosa um Jógvan og Facebook, so varð um dagarnar stovnaður ein bólkur fyri allar Jógvanar í Verðini. Stovnarin sigur: ‘Í hesum bólkinum er ætlanin at finnað útav hvussu nógvir Jógvanar eru í heila tikið...eitur tú Jógvan, so er tú vælkomin í hendan bólk’ sigur stovnarin, sum ikki eitir Jógvan, men Eyðbjørn.

Hitapumpan ger kulda til 85 hitastig

Bjarnvarður í Dali, sum býr í Tórsbyrgi og arbeiðir hjá Hita, vísir okkum hitapumpuna hjá soninum Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Til ber at klikkja á myndirnar og fáa tær størri. So sæst skilliga at kuldin í túninum verður til 85 hitastig og hitar øll húsini (Myndir: Birgir Kruse) Henda hitapumpan, sum sæst ovast, stendur í túninum hjá Karini og Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Tað var um frostmarkið hetta kvøldið, vit vitjaðu. Tað er ein trivnaðarbólkur á Tórsbyrgi, sum hvørt mikukvøld savnast at tosa um orku og hita. Pumpan hjá Boða, sum gongur við luft og vætu, orkaði at gera vetrarkuldan til 85 hitastig. Tað staðfesti hitavekslarin inni við ketilin í kjallaranum. Bjarnvarður í Dali, pápi Boða, heldur um rørini, ið føra hitan úr pumpuni í túninum og inni í ketilin í kjallaranum. Síðani vísir hann á sjuntin, sum er omaná ketlinum, og avgerð hitan, ið verður sendur uppá. Sum sæst, førir hitavekslarin 26 hitastig uppá. Eingin radiatorur er í húsunum. Hiti er lagdur í gólvini, sum øll eru

Grýlur vitja

Grýlur í Tórsbyrgi. Fýra langaføstur, sum ganga langaføstu. Longst til høgru ein mjólkapakki (Myndir: Birgir Kruse) So er grýlukvøld, ella langaføsta , sum tey siga á Eiði og inni í Eysturoynni. Tað er tann parturin, sum er av Skálfjørðinum og inn til Gøturnar, kanska longur. Eins nøkur onnur orð, giti eg at hetta orðið, langaføsta, er komið úr Íslandi fyrst í 60'unum, tá føroyingar róðu út har. Á sama hátt giti eg at heitið gamlaárskvøld er komið higar. Bæði orðini, langaføsta og gamlaárskvøld, liva á mannamunni á hesum leiðum. Men nú mundi eg gloymt tað - hesar fittu grýlurnar komu á gátt í Tórsbyrgi í kvøld. Tær fingu slikkipinn og vampýrgummibomm.

Grafikkfelagið Steinbrá stovnað

Bárður Jákupsson hevur teknað búmerkið í nýggja grafikkfelagnum Steinbrá. Niðri undir sæst nevndin í Steinbrá: Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari og Birgir Kruse, formaður (Myndir: Jan Andersson) Sunnudagin 14. februar 2010 varð stovnandi aðalfundur í grafikkfelagnum Steinbrá. Fundurin varð hildin í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn. Steinbrá er sjálvstøðugt áhugafelag, men endamálið er at stuðla virkseminum í Steinprenti, har spennandi framsýningar standa fyri durum. Grafisk prent fyri limaskap Einstaklingar, virki og fyritøkur kunnu tekna limaskap í Steinbrá. Árliga limagjaldi varð sett til 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Fyri limagjaldið fáast nógv grafisk prent, sum eru gjørd í Steinprenti og innbjóðingar til framsýningar, fyrilestrar og onnur tiltøk. Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá var trímannanevnd vald, sum eftir fundin ski

Várharrasa farvelada

Úr gráum og í purpur í Suðurstreymi í hesum døgum (Myndir: Birgir Kruse) Sum dagarnir ganga, billi eg mær inn at eg skilji Steffan Danielsen. Betur og betur. Hvønn morgun síggi eg Nólsoynna og skiftandi litspælið. Hansara heimpall og heimliga himmal. Hesar báðar fyrstu mánaðirnar í nýggja árinum hevur litspælið kring Nólsoynna verið hugtakandi. Óbeskriviliga hugtakandi. Og ikki minni skiftandi. Og seinrapartar er gráur himmal yvir Norðradali, við Trøllhøvda í havsbrúnni, har blýggj úr havi og himni møtast. Vatnlitakassi hins almáttuga. Nei, eg sigi heldur Várharrasa farvelada. Vit liva mitt í henni. Farveladuni. Hon dregur upp og hon dregur niður. Perpetuum mobile.

Floksfelagar møtast í fjósi

Saman við Poul Müller í felagsfjósinum í Havnardali. Nirði undir eitt einnað fjós, tað við motorsúkklunum hjá Hans á Norðasta horni (Myndir: Páll Djóni á Steinum og Birgir Kruse) Leygardagin høvdu vit gomlu floksfelagar sett hvør øðrum stevnu. Vit møttust í fjósinum hjá Poul Müller og teimum í Havnardali klokkan 15. So gingu vit heim til Hans á Norðasta horni og royndu okkum við sanginum hjá Harlan Howard, sum Charley Pride sang Busted . Føroyska heitið bleiv til Rabundus . Hans og Martin eru góðir gittaristar, serliga tá talan er um gamlar svingarar hjá Shadows og Hank Marvin á akkustiskan gittar. Í garasjuni hjá Hans er ein rúgva av motorsúkklum, teirra millum er eisini ein Zündapp knallert, keypt frá Thomas Dam í 1973. Hon var serliga góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækka og luftfiltri tikið burtur. Eftir henda steðg, gingu vit heim til Jóhan Petur at kokkast og hita upp til Grand Prix kappingina um kvøldið. Jens Marni kláraði seg væl, men fjøldin vil, sum altíð, hoyra

Modernaður bóndi

Poul sigur frá um hanan, sum MBM setur slanguna á. Hann er undir svørtu hettuni niðast, mitt fyri í ovastu myndini. Síðani tvær myndir úr kontrollrúminum millum mjólkirobottarnar í fjósinum. Niðast greiðir Poul frá um fjósið og hvussu tað er bygt (Myndir: Birgir Kruse) Poul Müller er ein av teim fýra, sum reka felagsfjósið í Havnardali. Leygardagin vitjaðu vit Poul og hoyrdu um fjósið og hvussu tað virkar. Vit gingu allir í sama flokki í brúna skúla, ella elementskúlanum í Fríðrik Petersens gøtu, sum hann eisini varð nevndur. Raksturin byggir á mjólk, sum MBM heintar og kvittar fyri í durinum. Alt er automatiserð og verður alla tíðina skrásett. Tað krevst av einum modernaðum bónda, sigur Poul, sum fyrr hevur arbeitt í Sparikassanum. – Í dag er neyðugt at leggja neyva fíggjarætlan og hava tætt samband við bankan og alla tíðina ansa eftir at einki teknisk óhapp hendir, sigur Poul. Hann hevur snøgga skrivstovu, við bað og wc í næsta rúmi og fyri endanum á gongini er rúmlig uppihald

Robot venter på ko

Robotturin sigur 'Venter på ko'. Niðri undir sæst Poul við annan robottin í fjósinum og niðast sæst vælnøgda kúgvin (Myndir: Birgir Kruse) Robotturin hjá bóndunum í Havnardali tosar danskt. Støðan hjá honum er í løtuni, at hann sóknast eftir eini kúgv ‘robot søger ko’, sigur hann á skíggjanum. Men tað er ikki leingi. Robotturin tekur í slangurnar og setur tær á júgrini. – Tað skal vera eitt positivt upplivilsi at koma inn á básin og verða mjólkað, sigur Poul. Neytini hava so góðan hug at verða mjólkað, at tey troka seg fram at robottinum á hesum nútímans bási í Havnardali.

Kvæði á fartelefon

Rói Joensen smílist meðan hann fotograferar útgávuna Føroya Kvæði, sum hevur ligið órørd á goymslu síðani hon kom út í 1951. Fartelefonin hjá Róa er ein HTC, sum hevur stóran og sjónligan skíggja. Í baksýni hómast kaffikrússið frá Google (Myndir: Birgir Kruse) - Nú kanst tú læra teg kvæði í fartelefonini, sigur Rói Joensen og smílist, meðan hann blaðar í Føroya Kvæði I-IV á Føroya Skúlabókagrunni. Hóast útgávan hjá Christiani Matras frá 1941-51 kallast I-IV telur stórverkið tólv bind. Øll liggja tey á borðinum hjá Róa, sum er ritstjóri á Snar. Saman við Hans Jákupi av Skarði, sum er bókbindari á Landsbókasavninum, fer hann at skera upp allar kvæðabøkurnar, loysa tær í rygginum og ljóslesa tær síðu fyri síðu, so tær kunnu talgildast og lesast á undirvísingarportalinum Snar. Hevur fartelefonin so stóran skíggja, sum hon hjá Róa, so er laga manni at lesa on line tekstin beint úr lógvanum - og kvøða. Rói roynir seg við Brestis kvæði, sum longu er á Snar. Spennandi verður at sígg

Mannaminni, norðan Hórisgøtu

Í mannaminni hava tey hvørki hoyrt um ella sæð tílíka standmynd, sum hesa við rundkoyringina í Kollafirði í morgun. Greitt er nú, at kollfirðingar, eftir kommunusamanleggingina, eisini hava fingið teirra Kongaminni . Tað er eitt mannaminni. Ein landbúnaðarkønur helt fyri, at nú tað varð bannað at lýsa við handilsligum skeltum við almennan farveg, kundi tað meiri enn so hugsast at hetta var ein subversiv lýsing við duldum boðskapi frá BYB hjá Hans Fróða Hansen. Hvussu er og ikki - nú lata vit hasa standa eina løtu!