Skip to main content

Posts

Showing posts from December, 2000

Klaksvík kallar

UMMÆLI. Mangt bendir á, at listarligi ásurin í ár hevur flutt seg úr meginøkinum norður til Klaksvíkar. Í hvussu er á rútmiska fløgumarknaðinunum. Meðan tónleikur og ljóð eru framúr, tykist minni verða gjørt burturúr teksti og rættlesturi, heldur skúlalærarin við reyða jólapenninum Birgir Kruse Nýliga eru komnar tvær fløgur úr Klaksvík, sum tó báðar hava rót í útheiminum. Hin fyrra Sangur til frælsi í svensku tekstum Afzeliusar og hin seinna A matter of time við rót í altjóða ensktmælta gospelmarknaðinum. Hin fyrra er spæld inn í Studio Pegasus í Klaksvík og hin seinna í JakZak Studio í Havn og Nashville í USA. Hesi bæði føroysku ljóðstudio eru helst einastu virkandi av sínum slagi ídag. Leiðandi kreftirnar á fløgunum báðum eru klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Torkil Mørkøre. Teir hava gjørt eitt megnar arbeiði, sum nú verður lagt fyri almenningin. Ørindi teirra eru ymisk, sum eg skilji tey. Steintór vil á heimligum botni varðveita eina mynd ikon úr sjeytiárunum, meðan To

Spírin verður lagdur í barnaárunum

Vikuskiftið, Sosialurin 8. desember 2000 SAMRØÐA. - Tá tú skrivar, verður tú meira opin fyri øllum, sigur Sólrun Michelsen. Tú sært og hoyrir og leggur tær í geyma á ein annan hátt enn áður. Tú fært inspiratión av øllum uttanum teg. Einki er so spennandi sum veruliga lívið - Sólrun, hvat er títt dagliga yrki? Eg eri fyrisitingarleiðari á eini heilsølu í Havn. ... men tó so, tú hevur eisini skrivað? Ja. Eg byrjaði seint at skriva, men seinastu sjey-átta árini havi eg skriva nógv. - Hvussu nógvar bøkur hevur tú skrivað higartil? Eg havi skrivað tríggjar bøkur. Hin fyrsta Argjafrensar kom út í 1994. Hetta er ein bók um barnaár míni á Argjum, sum tá var ein lítil bygd. Sum barn hevði eg lítið og einki við stórbýin Havnina at gera. Vit spældu í fjøru, bøi og haga, og vit kundu eisini spæla á vegnum, tí har var so gott sum eingin ferðsla. Bussóli kom einar tvær ferðir um dagin. So bardust vit um at hanga afturúr so langt vit orkaðu at renna. Annars var bara skipasmiðjubilurin, og so onkur, s