Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Norðurlandahúsið

Queen of Gothic undir Tunglifjalli

Tungl er heitið á nýggju plátuni hjá Eivør, nú hon er flutt heim til Føroya, og saman við manninum, Trónda Bogasyni, býr á Velbastað, ikki langt frá Tunglifjalli, hóast felagið hjá Eivør er og verður í Syðrugøtu, forsikra tey meg um. Tungl er e in pláta merkt av heimkomuni , sigur tíðindaskrivið undan konsertini í Norðurlandahúsinum í kvøld, sum verður aftur í morgin, tá útselt er. Konsertin verður filmað og hópin av útlendskum fjepparum, ja die hard fans, sum eg eisini sá í Manchester í fjør , eru fremst fyri við pallin. Júst hetta er fyrsta avvápnandi fyribrigdið, ið ger teg treytaleyst ovfarnan. Hvussu nógv elska Eivør og hennara gotiska univers við meistarligum ljósi, sum síggja vit djúpt inn í ein miðaldarligan kirkjuvegg á pallinum, sjálvt um hann er flatur, meðan hennara presisu og skjótt skiftandi tónar og ljóð við kraft, sum ikki bara er sangur, men nakað sum lokk, tá neyt verða kallaði saman á norðurkollinum, og inuit trummudansurin kallar andar saman inni undir loftinum...

Pan-ArcticVision - ein útpurring

Undir heitinum Make North Great Again var finala í ofta punk og tó eisini etniskt folk merktu sangkappingini Pan-ArcticVision í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið.  Amund Sjølie Sveen úr Vadsø í Finnmørkini er upphavsmaður undir heitinum Nordting, sum í einum ertandi karmi um fólkafundir loftar upprunatankanum um fólksligu norrønu feløgini fyri hundrað árum síðan, og gevur teimum hvassan kant og eina tiltrongda provokerandi dagføring, sum kann verða kynspolitisk, og bráddliga bjóða einum palestina á pallin, og til sofaprát um forvístar minnilutar, eftir at ein eksilrussi úr Murmansk, Roman Gladyshev, sum nú býr í Fraklandi, hevði framført egna villa sangin "Home", ið eg greitt merki, at hann við lív og sál gongur inn fyri og tí kemur langt út um pallin og allar kantar, har eru. Umframt eksilrussan dámdi mær serstakliga væl Annie Bartholomew og Kat Moore úr Juneau, sum við akustiskum bluegrasstónleiki úr fjøllunum í Alaska fingu OY at liva við, tá afterparty var seinni um kvøld...

Opinbering í torninum

Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day. Leikarar eru teir fimm konservatoriuútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum maktfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda, menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan uppi í klokkutorninum, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og barnsins umbosmaður á palli, Clopin. Ein samansjóðaður bólkur, sum lýtalesur í sangi, tóna og leiki alla tað drúgvu tíðina, sangleikurin vardi, kundi leverað pitch perfect í akrobatiskum og komiskum rørslum, og ganga inn og út um gluggan, sum børnini syngja, framhaldandi og óbrotið, og spæla uppá rullandi ljóðføri frá marimba og klaver til kontrabass og gittar, sum bráddli...

Tá stripparahælir skapa samhaldsfesti

Høghælaðu stilvarnir hava í mínum optikki høvuðsleiklutin í rúmligu dansiframførsluni ”Jörð” í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Eftir skeltið, sum deilir okkum sundur í føroyskan barnadans uppi í Klingruni til høgru, og so oman til vinstru í Skálan, har frumframførsla er í norðurlendska ungdómsprojektinum Gátt . Finska Tiia Kasurinen stendur hugtølandi og bjóðar okkum inn at sita, sum var hon ein uppspunnin norna, akkurát skolað upp á land, klár at eta afturvið ljóðinum av havi sum hin feskasta ostra undan eini luksusmáltíð, skúmfødd og havborin.  Allir sansir eru mettaðir og tú skerpir teir í myrkrinum, nú slætta gólvið er bygt upp, so útsiktin er niður á gólvið, ið er sjónligur pallur, sum øll síggja úr bleytaru gomlu stólunum. Gott rúmligt inntriv, har hugsað er um áskoðaran, sum nú fær høvið at uppliva eitt helli við dryppsteinsholum og gjøgnumskygdum bakteppi.  Kvinnur bjóða tær innum. Mjúkt og varisligt, stig fyri stig, men eisini tiltakandi í upplivingini, sum hon kemur t...

Dania - multivers og renesansa í Norðurlandahúsinum

Frá tí minsta, sum yrkjarin Dania Tausen festir á blað, fær hon tónleikin at spretta, útvarpið at ljóma og filmin at bleiktra. Eisini í Norðurlandahúsinum í kvøld. Zooma vit langt út í tað kosmiska, til slipsið hjá William og rúmdarferðina hjá Kubrick, er tað í mínum optikki eitt renesansumenniskja, ið vitjar okkum hesa løtu. Prosaiski sjúkrahússtjórin segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tá tímarnir í døgninum eru farnir, koma teir ongantíð aftur. Jú, henda konsertin var ein væleydnað roynd at fanga tíman, goyma hann og geva okkum eitt dropatikið destillat av tíðarleysari tíð á móðurmálinum, transparent millum heimar, so sum vit í hvør sínum lagi kenna teir. Øll sonn list ger tað. Fangar løtuna, og ger til einkis ultimativa fíggindan, sum í hesi gleðistund skal verða ónevndur.  Knappi tímin andar sum ein alda av menniskjansligari inklusjón. Og í Norðurlandahúsinum í kvøld er júst hetta eitt undrunarvert avrik, tí hesin organiskt fevnandi heyggur, sum kom úr Norðurlondum og lendi...