Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka. Og hvat er sjálvsagdari enn tað. Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan. Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfr...