24.2.01

Eitt forum til journalistiskt kjak, takk!


Bodil Rahbek er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988 og hevur í trý ár verið redaktiónsleiðari hjá Danmarks Radio. Nú er hon farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya

Viðtal, Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001:

MENNING. Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast og skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar, heldur Bodil Rahbek. Hon arbeiðir við menningarætlan í Útvarpinum og heldur, at Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at skipa fyri journalistiskum kjaki.

Bodil Rahbek, sum er útbúgvin tíðindakvinna, er farin undir nýggja verkætlan fyri Útvarp Føroya.

“Verkætlanin snýr seg um persónliga og fakliga menning hjá programmfólkunum í Útvarpinum”, sigur Bodil, sum er útbúgvin tíðindakvinna frá Danmarks Journalisthøjskole 1988.

“Tá talan er um menning, at dagføra sína vitan og gerast betur førur fyri at røkja sína uppgávu, so hugsa tey flestu helst um eftirútbúgving”, sigur Bodil. “Men menning er eisini nakað, ið fer fram í dagligdegnum, í arbeiðsumhvørvinum, í samstarvinum við tey, sum eru á arbeiðsplássinum”.

Bodil, sum er donsk, nýtir hugtakið efter-uddannelse og heldur tað upp móti hugsaðu orðunum frem-uddannelse. “Eg kann siga, at henda verkætlanin heldur enn at snúgva seg um beinleiðis eftirútbúgving, í størri mun snýr seg um eina journalistiska tilbúgving”, sigur Bodil Rahbæk.

“Í stóran mun snýr menning seg eisini um sannkenning og ásannan” sigur Bodil. “Tá eg sum fremmand komi uttan í frá og seti spurningar um, hvussu arbeitt verður, so verða fólk sett at arbeiða. At lýsa teirra dagliga virki, arbeiðslag og metodur, eins og egna arbeiðssituatión. Alt hetta gevur oftast nýggjar sannkenningar. Og so er menningin jú longu sett ígongd.”

- Hvussu roynir tú so at loysa júst hesa uppgávuna?

“Eg arbeiði við vegleiðing innan journalistiska yrkið. Men eg brúki eisini nógva tíð til at lurta og eygleiða, hvussu arbeitt verður á hesum staðnum, Útvarpi Føroya. Eg seti nógvar spurningar, men eg havi ikki svarini. Tey skulu fólkini á hesum staðnum sjálvi finna. Men tað, at eg eri til staðar, kann verða ein trygd fyri, at tíðin verður brúkt til at skifta orð og kjakast um journalistikk og journalistiska yrkið, um arbeiðsgongdir og um sjálvt handverkið”, sigur Bodil Rahbek.

Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita, sigur orðatakið og javnan síggja vit í bløðunum hvassorðaðar viðmerkingar frá miðlunum, tá onkur vil leggja seg út í arbeiðið hjá tíðindafólki og dittar sær at geva eitt boð uppá tíðindi og tíðindaflutning, sum kanska kundi verðið annaleiðis. Hetta tykist verða ein hørð verð, har eisini langt er millum kvinnurøddirnar.

Spurd um, hvussu programmfólk í Útvarpinum taka í móti henni, sigur Bodil Rahbek, at tey eru ómetaliga positiv. “Hetta eru jú engasjerað fakfólk, sum seta sær høg mál”, sigir hon. “Hetta er heldur ikki ein málsligur ella tjóðskaparligur spurningur”, sigur Bodil. “Journalistikkur er eitt handverk, og tey grundsjónarmið, sum øll arbeiða eftir, eru almenn og galda fyri allan heimin”, sigur Bodil, sum tó skoytir uppí, at sjálvandi eru mentunarligir munir, sum tó mest koma til sjóndar í tí sniði, tú ber tíðindini. Í mátanum ella forminum. “Tað týdningarmesta hjá mær er, at virða henda munin”, sigur Bodil.

“Føroyska Útvarpið skal ikki gera útvarp soleiðis, sum vit gera tað í danska útvarpinum. Sniðið er hvør sítt”, sigur Bodil, sum áður hevur verið leiðari í eini verkætlan, ið fevndi um danskt og svenskt útvarpssamstarv. “Og tað ber væl til. Vit skulu bara finna eitt felags støði og semjast um, hvussu vit skulu gera tað. Konsensus er lyklaorðið.”

- Hvat heldur tú um møguleikarnar fyri at mennast, hjá føroyskum tíðindafólki?

“Tey journalistisku arbeiðsplássini eru smá her. Júst tí hava tey fólk, sum arbeiða á hesum øki, tørv á at hittast í størri høpi, skulu tey skifta orð um fakligar journalistiskar spurningar”, heldur Bodil.

“Blaðmannafelagið átti at sæð tað sum sína uppgávu, at tryggja eitt tílíkt høpi. At eitt forum er til journalistiskt kjak. Tað nýtast ikki at vera stór og kostnaðarmikil tiltøk, ein fer undir. Bara tað at hittast eina ferð um mánaðin og kjakast um eitt fakligt evni vildi ført nakað við sær. Og givið menning.”

- Er tað yvirhøvur umráðandi hjá journalistum altíð at mennast og fylgja við? Er ein søga ikki altíð ein søga...?

“Tað er týdningarmikið hjá øllum at mennast í egnum starvi. Ikki bara hjá journalistum. Arbeiði yvrihøvur fyllir ómetaliga nógv í okkara lívi. Ikki bara mált í teirri tíð, vit eru til arbeiðis, men eisini í tí týdningi, arbeiði hevur fyri samleika okkara millum onnur menniskju,” sigur Bodil, sum leggur afturat, at nógvar kanningar greitt vísa, at møguleikarnir fyri spennandi og mennandi uppgávum hjá fólki flest, hava eins nógv at týða og sjálv hin útgoldna lønin.

“Men hjá tíðindafólki og miðlunum yvirhøvur er tað alneyðugt at verða í støðugari menning, tí kappingin um hyggjarar, lurtarar og lesarar gerst alsamt harðari. Ein søga er ikki bara ein søga. Ein og hvør søga kann vinklast og sigast á ymsan hátt. Í nógvum útgávum og á nógvar ymsar mátar.”

- Tað, sum vit kenna til í dag verður ofta yvirhálað av teknikki í morgin. Til dømis við internetinum. Sært tú tíðindi á internetinum sum eina spennandi avbjóðing hjá tíðindafólki?

“Sjálvandi. Vit vita, at miðlanýtslan broytist nógv í hesum tíðum. Internetið tekur nógv av teirri tíð, sum fólk annars brúka til at hyggja í sjónvarp og at lesa avísir. Útvarp hevur tann eginleikan, at tú kanst lurta eftir tí, meðan tú ert á netinum. Og sum miðil má ein verða til staðar, har sum viðskiftafólkini eru. Tað er klárt.”

Hóast virksemið fyri Útvarp Føroya, er Bodil enn í starvi hjá danska útvarpinum, har hon í trý ár hevur verið redaktiónsleiðari í Københavns Radio, sum deildin í høvuðsstaðarøkinum nevnist. Áður hevur hon arbeitt á trimum øðrum regionalum útvarpsstøðum og eisini hjá P1 í Danmarks Radio.

Tá Bodil í tíðarskeiðnum 1989-92 búði í Føroyum, var hon m.a. korrespondentur hjá tíðindastovuni Ritzau. Miðskeiðis í 90’unum skrivaði Bodil í trý ár fyri blaðið hjá donsku Juni rørlsuni, sum er ímóti ES-limaskapi. Seinastu árini hevur Bodil í stóran mun arbeitt við leiðsluspurningum.

Birgir Kruse, Sosialurin 24. februar 2001