29.1.04

Tala millum veggja


Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004:

Gott kvøld øll somul og serliga Helga, takk fyri vertskapin og innbjóðingina til hetta hugnaliga borðhald. Og av givnum ávum, sum tit øll vita um, so fari eg samstundis at takka fyri tey farnu árini og tær upplivingar, sum eg - og vit í felag - hava havt her í húsinum, alt síðani Listastevna, kajakk og ísbjørn komu her á matrikkulin.

Eg skal ikki draga nakað frá, alt hevur verið spennandi. Tá ein í 15 ár hevur sitið í skúlanum, sum er eitt fast skipað og rættuliga afturlatið samfelag, har tað ringir inn og ringir út og tú beint fram kanst liva eftir konstant at verða “saved by the bell”, og so kemur út í pulserandi erhvervslívið, so er mangt forvitnisligt, onkuntíð ovæntað – bæði negativt og positivt – at uppliva.

Meðan skúlin og tímatalvan, sum har er, dagliga er tryggjaður við faki, flokki, lærara, stuðulslærara, garðvakt, høli og klokkutíð, so eru hesi viðurskifti, hesir karmar, ikki galdandi í arbeiðslívinum annars. Meðan tú hevur bæði beltið og selar at halda øllum uppi í skúlanum, so hevur tú hvørki, úti í samfelagnum og á fría, vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Tað er ein avbjóðing at fara úr vælskipaða, latent konservativa skúlanum og út á mangan anarkistiska arbeiðsmarknaðin, har einki annað enn junglulógin í fyrstu atløgu tykist tær at verða galdandi. Tann, ið rópar harðast, hann setir skránna. Hini – tey hampuligu, sum áðurnevndi eitt sindur svarti skúli so vísiliga hevur klækt – tey tiga. Eru hampulig. Mentaði. Tillagaði.

Ein hugvekjandi og onkuntíð ræðandi samanrenning, sum setir útbúgving og skúlagongd í nýtt ljós: hvønn útbúgva vit, hvussu og til hvat? Hvat samfelag og menniskjasýni síggja vit fyri okkum?

Men eg skal siga, at eitt sakni eg. Tað er at sita framman fyri 24 klókum høvdum og kjakast um dagsins evni, so sum kríggið í Irak. Tað er einki arbeiðspláss, ið kann lata upp fyri eini sovorðnari filosofiskari oasu, einum dagligum andaholi. Tað eiga lærarar at páskjønna og gera tað helst eisini.

Hesa tíðina, mær hevur unst at verða her í húsinum, havi eg ofta verið biðin um at vísa runt. Og tað geri eg fegin, tí tað er mær ein fragd, á hvørjum málið tað verða vil, at vísa fram hesa arkitektonisku og funktionellu perlu, sum liggur so væl í heimliga landslagnum.

Her sum eisini filmar verða vístir. Og frá krimifilmum kenna vit helst øll teir báðar høvuðsleiklutirnar: røvarin og politiið. Brotsmaðurin og hin rættvísi, eltandi løgreglumaðurin. Í øllum góðum søgum og rættum filmum, so hendur tað, at hesir báðir – ella hesi bæði – renna saman. Taka yvir identitetin hjá hvørjum øðrum og læra harvið motiv og atferð hjá hvørjum øðrum at kenna. Skilja hvønn annan og handlað har eftir. Ímeðan hyggja vit spent.

Tað sama ger ein guide, sum ferð eftir ferð vísir fremmanda fólki runt í føroysku náttúruni. Sum frálíður livir guide’in seg ivaleyst inn í landslagið og tess søgur.

Vísir tú fremmanda fólki runt her í Norðurlandahúsinum, kinesarum ella øðrum, so kemst ikki uttan um at tú á sama hátt gert tær hugsanir um bygningin. Og tey, sum skulu verði Í bygninginum. Menniskjuni, brúkararnar, tey vitjandi og tey arbeiðandi.

Ja, sum frá líður lesur tú tína hugsan um arbeiði inn í teir veggir, tú ert umgyrdur av. Hvør er hetta fyri ein bygningur?

Í hesum lesturi, millum veggin og teg, gongur upp fyri tær, at fleirfunktionelli bygningurin Norðurlandahúsið er ímyndin av modernaða menniskjanum. Ella í hvussu er teirri mynd vit vilja gera og mana fram av tí modernaða menniskjanum í tí postmodernaða samfelagnum, fyri at sitera Kim Simonsen.

20 ára gamla húsið er eitt við lendið. Tað er sett saman av tilfari úr øllum norðurlendskum herðashornum og kann eftir einari nátt standa upp sum eitt nýtt fyribrigdi. Reinvaskað eftir gjárskvøldsins hendingar.

Hjartað í húsinum – Høllin – kann leggjast niður og sjálvupphevjaðu stólarøðirnar kunnu javnast við jørðina og vit hava slætt gólv. Kunnu viska alt út og byrja av nýggjum. Á sløttum gólvið. Og vilja vit hava meiri ljós, so skrúva vit frá, og vilja vit hava alt opið, so lata vit upp og koyra allan veggin til viks og hava opið heilt út geilar. Alt á blik. Sum í filminum hjá Ingun sunnudagin komandi.

Og so reisa vit aftur ein bygning. Soleiðis gongur alt í ring. Byggja, bróta niður og byggja upp aftur. Alt í felag og alt sum høvi býðst og hvør framdriftin og viljin til broyting er.

Skal eg venda aftur til skúlan við einum einfaldum lærdómi úr hesum, so hevði eg sagt við skúlastjóran: hvør dagur byrjar við at bróta sundur tímatalvuna. Mær hevði lyst at sæð glómurnar í eygunum á lærarunum, um teir fingu eini sovorðin kravboð frá leiðsluni: lektion eitt: brótið skemaðið.

Eg vil siga, at mín stórsti lærdómur úti í fría vinnulívinum, uttanfyri skúlans gátt, er júst hetta at bróta niður og byggja upp. Bæði fysiskt, tá vit tosa um arbeiðskarmarnar, og psykiskt, tá vit tósa um manpower, arbeiðsorku okkara, sum vit hvør í sínum lagi leggja fyri dagin á arbeiðsplássi okkara.

- Klára vit í okkara arbeiði at lata okkum renna saman við modernaða, fleirfunktionella bygningin Norðurlandahúsið, ella er hetta bert ein tóm skel, vit eina løtu fjálga okkum í, meðan lívsins stormar herja uttanfyri, so sjálvt Norröna rennur uppá turt?

Velja vit hesa nemmu loysn, skulu vit tó vita, at eisini skelin er eitt meistarverk, sum vit í minsta lagi kunnu leggja oyra afturat og úr henni eitt stutt bil hoyra havsins andadrátt.

Og tað høvi takki eg fyri, at mær untist.

Men nú munnu verða stundir at veita eina uppbyggiliga skál fyri húsinum, starvsfólkunum og teirri tíð, mær varð tillutað her – og sum mítt slogan er: alt av náðin, restin sum uppiborðið.

Skál og takk fyri hesuferð.

Samkoma í Norðurlandahúsinum 28. januar 2004