1.6.05

Kjølstrektur longsul



Petur Rouch heima í stovuni við klassiskum countryplátum á borðinum og uttanfyri á Spógvavegi 51 í Havn. Meistarligu svørt-hvítu myndirnar tók Thomas Koba til greinina, sum stóð í Dimmalætting í juni 2006.

Dimmalætting juni 2006:

Norrøna hevur loyst og countryfólkið veittrar farvæl til oyggjar og land. Í tríkvartstakt stevna vit út á hav, leggja alt aftur um, njóta lívið, vinfólkini og sameinandi tónleikin

Rannsóknarferð
Birgir Kruse

Skúlaflokkar, lærarar og foreldur tyrpast í fráfaringarhøllini, har covboyhattar hómast sum ýti, fremst í røðini. Fyriskiparin Fimmboði Lisberg titar millum fólkið og tosar fram fyri seg. Neyvan hevur nakað amboð sum fartelefonin eftir so stuttari tíð broytt atburð á allari klótuni. Hóast tronga plássið og stóru mongdina, eini 500 fólk, henda annan hvítusunnumorgun, gongur tað sum eftir ánni, og brátt eru vit umborð.

John B tekur fryntligur ímóti við reseptiónina, og har situr Jákup Isaksen, lærari á Fossanesi, sum var við á fyrsta countrytúrinum. “Hetta vil eg ikki missa, hetta er hugni, tónleikur og so tað heilt óvæntaða, sum tá ókendir sangarar spontant fara at syngja.”

Ingolf Rasmussen, ið smíðar plattar í Funningsfirði, er á triðja sinni á føroyskum countrykjøli. “Mest er tað fólkið, ið er so stuttligt at hitta, og hugnin út á kvøldið, tá fleiri eru í hatti,” sigur hann ið sjálvur hevur keypt sær ein Stetson.

Lívið á plátu

Vit sessat við morgunmatarborðið og velja rættan kovboymat, bønir, meðan Nólsoyggin otar seg upp í summarsliga pollamjørkan. Úr hátalarunum syngur Lynn Andersen um rósugarðin, ið eisini hevur tornir, og Willie Nelson tekur yvir við søguni um tíðina, sum undrunarsamt flýtur framvið, rennur burtur og verður til einki. Í hesum longsulsins gloppi, millum tíð og vinir, koma countrysangirnir. Ein fyri og annar eftir.

“Gerandisdagurin er burtur, tá tú kemur umborð”, sigur Anna Tórgarð, ið er skrivstovukvinna í Havn, meðan Connie Smith syngur Once a Day. “Tí dámar mær so væl at sigla, heldur enn at flúgva.”

Prátið gongur í bólkum kring borðini og saman við suðuroyingum semjast vit út á dagin um, at neyvan hevur nakað slag av tónleiki sum country megnað at festa lívið á plátu. Ein snøgt skorin stuttsøga, søgd eftir trimum minuttum. Nú er kjølurin strektur á teirri skútu, sum skal føra okkum innar í sangin og lyndið hjá countryfólkinum.

Heimlongsul

Stóru víddirnar, kúrekin og setandi sólin eru afturvendandi partar í einum røttum amerikonskum countrysangi. Her hjá okkum er tað havið, ið skapar víddirnar. Setningar sum “Eg aftur pløga skal Atlantshav” og “Lítlum báti rekist eg á” kundu verið tiknir úr einum countrysangi.

Umframt fisk, hevur sjómaðurin av fjarum leiðum sum Nýfundlandi eisini ført við sær grammofonplátur, ið hava lagt lunnar undir eina stakmentan, burt frá Havnini.

Petur Rouch, kendur úr Útvarpinum, er eisini við á countryferðini umborð á Norrønu. “Gamaní var sjómaðurin ein orsøk til at countrytónleikur gjørdist so væl umtóktur hjá bygdafrellum í Føroyum, men eisini onnur viðurskfiti, sum røkka út um sjómannin gera seg galdandi. Sjómaður ella landkrabbi, mannfólk ella konufólk, so er kjarnin í einum ektaðum countrysangi heimlongsul.”

Sjávur er Petur vágbingur, búsettur í Havn. Hann minnist, at millum útlagnar suðuroyingar í Havn í 60’unum var sangurin "Detroit City" ein fastur fúsur, tá teir í ballingarhýri komu saman í vikuskiftunum í onkrum leigaðum kjallarakamari.

“Tá sungu vit við til tónarnar frá plátuspælaranum, "I wanna go home, I wanna go home, Oh how I wanna go home". Longsulin til Suðuroynna dró, og Bobby Bare setti orð á hann. Beiski veruleikin gjørdist alt meira innlýsandi, meðan kenningin vaks: tú fór ongantíð at flyta suðuraftur, um tú vildi hava eitt líkinda arbeiði uttan roðslu á hondunum. Frástøðan longdist í hvørjum: "Lord I´m One, Lord I´m two, Lord, I´m five hundred miles away from home".

Besta plátan

Í sýnisglugganum hjá Hansemann í Sverrisgøtu lokkaðu litfagrir LP-húsar, og her fann Petur Rouch bestu LP-plátuna, "A Bird Named Yesterday" (Bobby Bare 1967), har alt innihaldið snýr um longsulin hjá býarbarninum eftir barndómsins grønu dølum. “Hon traff plett í eini tíð, tá Havnin var Detroit City, ella bara ein gøta í Baltimore" sigur Petur Rouch.

“Vit vuksu upp í einari bygd, har helvtin av mannfólkinum var til skips og har ungdómurin hvarv úr dagliga degnum, so skjótt skúlin var liðugur. Antin til skips, til Havnar, ella til Danmarkar. Av okkum 18, sum tóku realprógv, eru fýra eftir í Vági. Vit hittast fimta hvørt ár og enn steðga vit á, tá vit hittast - hvar tað so er, tí vit hava felags minnir um eina fortapilsins tíð.”

“Eg var heima næstan tvey ár aftan á lokna skúlagongd og upplivdi at tað, sum Bobby Bare á plátuni kallar "the gang" simpulthen hvarv úr bygdarmyndini. So hvarv eg sjálvur, men tað ringasta var heimlongsulin - hesin ræðuligi longsulin eftir einum horvnum gerandisdegi. Mann fór suður hvørt vikuskifti tað fyrsta hálva árið, so helt mann uppat, allir vinirnir og gomlu flammurnar vóru burtur. Tað man longdist eftir var vekk. So longu tá var Vágsbygd farin undir deyðskamp sín, sum enn stendur við. Sama hendi í USA, tá urbaniseringin av álvara fór at gera um seg. Einki kann betur enn country lýsa hesar kenslur” sigur Petur og leggur afturat, at tey, sum vuksu upp í Havn, høvdu ikki fyri neyðini at viðgera henda heimlongsul, og sostatt segði hesin tónleikur teimum lítið og einki. Galt tað tónleik, so kundu tey kenna seg aftur í øðrum sløgum, sum eitt nú jazz.

Petur, sum nú hevur prátað seg heitan millum pláturnar, gerst bersøgin og gevur áhaldandi tosinum um bygdamenning ein fyri bógvin. “Eg havi aldri skilt politiska boðskapin um bygdamenning, har er stutt sagt onki at gera, og tað er onki so depressivt sum fráflyting og kaldir steinar. - Hví tvinga fólk at búgva í Svínoy, Fugloy, Mikinesi og Skúgvi? Gloym bygdamenning og flyt fólki saman í deplar, so vit sleppa frá hesum deyðskampum!”

Kim Hansen og gamla flamman

Kapellmeistarin Ólavur Øster blæsir lív í ein 5 manna bólk, sum leikar undir, meðan tríggir solistar syngja hvør sína skrá í Víkingaklubbanum.

Ólavur Højgaard, sum dagliga er talu- og hoyrilærari, er væl upplagdur og syngur eina røð av sangum, vit kenna frá Vestmonnum og av nýggju fløguni, har Martin Joensen eigur orðini. Petur Rouch, sum skipar fyri útvarpssendingum umborð, greiður frá, at sangur Martins “Promises to break” stendur seg væl millum bestu sangir í Nashville.

Rannvá Vesturklett, sum dagliga starvast hjá Føroya Tele, hevur sungið í kóri og í bólkinum Twilight. Umframt Lorrie Morgan, lurtar hon eftir Patsy Cline og hevur verið við, tá AB stuðlar seinastu tvey árini hava skipað fyri countrydansi.

Kim Hansen er hin einasti av hesum, ið livir av tónleiki. “Tað havi eg altíð gjørt”, sigur hann, “ikki bara við at spæla, men eisini at undirvísa. Stórt sæð havi eg ongatíð gjørt annað. Tað ber til, men krevur, at tú ert í gongd alla tíðina. Klaverið hevur í so máta ein stóran fyrimun”, sigur Kim og nevnir ymsu uppgávurnar frá konsertum til brúdleyp.

Fleiri ferðirnar bergtekur Kim countryfólkið við einfalda, men inniliga sanginum “Old flame” (Alabama 1981). Havi altíð hildið og haldi tað enn, at støðið hjá Kim er Elton John. Og tað er einki ringt í tí. Men frá hesum støði byggir Kim eina ørgrynnu av egnum stílsløgum. Nýggjasta avdúkingin er country.

Tess einfaldari ein countrysangur er, tess størri skal listarliga fyllan verða at skapa sangin og fáa hann floygdan, út um pallkantin. Kim hevur so stór evni at liva seg inn í ein sang, at eg vági at siga, at hann í løtuni er Føroya so nógv størsti countrysangari.

Biografur, hattar og line dance

Í nýggja THXbiografinum umborð gongur filmurin um Johnny Cash Walk the Line og dygst við er sølutorg, har Katrina Heinesen, ættað frá Ljósá, men búsett í Vági, selur alskyns westernklæði.

Á áttanda dekki er undirvísing í line dance, sum havnamaðurin Fridtjof Tórgarð, ið arbeiðir hjá Vestlax í Hirtshals, skipar fyri. Um kvøldið hava tey stuttliga framsýning við góðari undirtøku.

Kring klaverið í Naustinum bjóða Kim Hansen, Ólavur Øster og Jákup Zachariasen til livandi karaoke-sang, har onkur er so djarvur at syngja Amerikabrævið og spæla munnhørpu afturvið.

Seinasti sangur úr Hetlandi?

Sheila Henderson Band er navnið á kvartettini, ið umboðar næsta norrøna granna okkara og farleiðina hjá Norrønu, sum hongur í einum klønum tráði. Á odda í hesum væl samanspælda bólki stendur Sheila Henderson, ið er ung, lágvaksin kvinna við eini framúr sterkari rødd, sum í stíli røkkur frá K.D. Lang og Patsy Cline til bretska pub rock stílin. Sjálv er Sheila bókhaldari, tá hon ikki syngur. Trummusláarin Archer Kemp, ið er húsasmiður, er harmur um, at Norrøna gevst at sigla til Hetlands. “Hetta verður ein dyggur smeitur fyri hetlendsku ferðavinnuna. Men kastar siglingin einki av sær og verður ein útreiðsla, so er skilligt at hetta má henda.”

Roy Lønhøiden

Hóast verkfall í norska útvarpinum NRK fáa vit orð á Tom Skjeklesæther, fremsta countryserfrøðing norðmanna og vertur í sendingini “Cowboy & Indianer”. Ørindini eru at finna besta norska countrytilboðið á fløgu beint nú. Hann er ikki í iva og peikar á Roy Lønhøiden og nýggju fløguna “Sanger fra skogen” (2006). Teksturin er á norskum, men tónleikurin byggir á amerikanskan bluegrass og texmex-tónleik, ið Lønhiøden letur renna saman við norska trubadur og skillingsvísuhevd.

Um kvøldið spælir Petur Rouch úr fløguni. Aftan fyri lágmælta sangin og pírnu útsetingarnar hjá Lønhøiden, býr ein fynd, sum er ikki sørt skemtilig. Men sum sølumaðurin í plátuhandlinum Platon í Bergen segði “So skalt tú vera av bygd!”

Birgir Kruse, Dimmalætting juni 2006