24.11.07

At leggja seg opnan

Ummæli, Sosialurin 23. november 2007:

Sangir eru eitt slag av samrøðu, ið setir tankar í gongd um okkum sjálvi,” sigur Uni Arge í samrøðu við Sosialin, nú fyrsta fløga hansara við tólv popp- og fólkasangum kemur út.

“Tá man ger sovorið úr egnum barmi, leggur mann seg opnan og verður sárbærur. Men tað gerð tað bæði ræðandi og spennnandi, at vága eitt petti av sær sjálvum.”

Uni hevur eina góða og klára sangrødd, ið ótilgjørd andar av nærveru. Tað er mín fyrsta kensla tá eg hoyri Mitt í sjónum, sum er fyrsta fløguútgávan hjá Una Arge.

Sjálvur hevur hann gjørt allar tólv sangirnar, bæði orð og løg. Og hetta er ein sangfløga burturav. Sangir í tí vanliga týdninginum, vit kenna úr Grønu sangbók. Beint fram og uttan nakran háva.

Fragd fyri oyrað

Fyrsti sangur súkklar avstað, sum var hetta ein Grand Prix kapping, har Uni er dygst í hølunum á Søren Poppe og teimum í Rollo & King. Eitt bland av frískum country og føroyskum spælimanstónleiki á hásumri. Fylgispælið er fangandi og hvør smálutur hoyrist. Tilætlaðir smámunir í ljóðmyndini, frá rúmklangi til turrasta nærljóð, eru ein fragd fyri oyrað. Saman við skiftandi ljóðførum og avmáldum kórrøddum eyðkennir hetta alla fløguna, sum Niclas Johannesen framleiddi og Kristoffur Mørkøre ljóðblandaði.

Skal eg sjálvur syngja?

Frá apríl til oktober í ár hevur Uni Arge arbeitt við sangunum. ”Hvønn sang skal eg taka við og hvussu skal bygnaðurin vera, grundin og arrangementini, og ikki minst spurningurin, um eg sjálvur skal syngja ella lata onkran annan,” sigur Uni í viðtali nú fløgan er í búðunum.”So hvørt tað bleiv borðbart, kundi eg standa inni fyri at eg sjálvur sang. Áðrenn eg fór í gongd, stóð opið, um onnur enn eg skuldu syngja. Men tá ein sjálvur hevur gjørt sangirnar, vil mann gjarna sleppa at fortelja teir sjálvur. Soleiðis havi eg kent tað, hóast eg í útgangspunktinum ikki eri sangari, men bara skrivari og forteljari.”

Teksturin

Berandi vokalurin í fólkatónleiki byggir fyrst og fremst á skrivaða tekstin. Hetta er grundin og tann miðdepul, ið henda hevd hevur malið um, alt síðani fyrsta plátan varð skorin, Bob Dylan bleiv til og vit fingu egnar Vælferðarvísur. Í sínum einfeldni setur fólkatónleikur og poppur strong krøv, ið tung eru at lyfta, snøgga til og gera sangbær – við fynd. Tí júst hetta við fyndini meti eg sum fremsta krav til sang á plátu. Ein breitt málað stuttsøga, sum við høvdi, gørnum og eini krúllu á halanum, varir í tríggjar minuttir. Fulkomna náði eftir hesum leisti, finnur bert ein av teim tólv sangunum. Tað er Morgunin komin. Ein snøggur poppsangur, ið fær teg at halda ondini og minnast ungdómsdagar í leigaðum kamari í fremmandum býi. Ljóslivandi grípur Uni løtuna, sáar ein iva, men tekur so saman um. Jú, hon var har. Allur óttin, ið eyðkennir ungdómin, var púra uttan orsøk. Banalt, men soleiðis skal ein poppsangur skerast. Bravo, Uni!

Skrivihátturin

”Skrivhátturin hjá mær er ávirkaður av journalistisku bakgrundini. Og so havi eg ein abba og pápa eisini,” leggur Uni smírandi afturat og vil eisini nevna lærararnar í føroyskum, Steingrím Niclasen og Hanus Samuelsen, sum báðir hava verið hollir, tann tíð tað var. ”Men nú eg royni at fáa tekstin at rigga, hugsi eg um enska hugtakið complexity of simplicity, sum merkir at tað er fløkt at verða einfaldur. Og tað kan ofta taka langa tíð at koma har til, men tá tú so hevur skorið á bein, standa reglurnar stuttar og snøggar eftir og kunnu kanska virka banalar. Men tað verður harvið, tí eg haldi at tann truplasti kynsturin er mangan at skera inn á bein,” sigur Uni og vísir á at tekstur eisini sprettur úr persónligum viðurskiftum. ”Kenslur eru universellar. Kynsturin er at geva teim ein allgildugan dám, sum eisini kann siga øðrum nakað. Fyrr skuldi alt sparka til samfelagið; men sum man eldist verður mann meiri persónligur,” sigur Uni og nevnir at fleiri av tekstunum eru um at standa á vegamótum við ambivalentum kenslum, tá tú flytir teg millum tíðarskeið. ”Tað er tungt at sleppa tí gamla og kenda, men eisini ein lætti, tí tað sum tú fært afturfyri er nakað nýtt og ókent, sum kann verða meiri spennandi og sum kann menna teg.”

Tað persónliga

Tann sangur, har Uni leggur seg mest opnan, er ivalest ”Bert eitt lítið bil”:

Mangan er tað tungt at sita og stara
og kæra sína neyð um alt sum er
sovna inn í tómrúm og trákkast eftir løtum
sum einaferð birtu í teg lív

Hálvan metur við síðuna av mær
sjálvum aftur í dag
eg hugsi púra onki og skilji ikki hví
at eg púrt onki fái í lag

Samstundis sum hetta kundi verið besti sangur á fløguni, er hetta eisini hin mest ivasami. Tyngdur av óneyðugum klisjéum, dregur hann ov nógvar leiðir og er ov lítið avkláraður, tí fintan manglar. Her er eingin avsluttari, sum tey siga í fótbólti.

Ein uppsangur

Danski filmurin Festen skapti siðin við tveimum talum. Sama ger Uni á fløguni Mitt í sjónum. Men hann velur fyri okkum. Í staðin fyri at halda røðu, velur Uni at syngja ein Uppsang við tónleiki afturvið:

Fólk á smáum plássum hugsa mangan alt ov smátt
tey skræða seg um slag og halda onnur fyri spott
tey teska og tey tutla um alt tað tey hava sæð
og síggja ikki at tey onki annað fáa í lag

Hví køvist allur hugurin…

Retorikkurin hjá Una er kanska sterkastur í hesi sjangru. Her er sjalvt endamálið at skera inn á bein. Og tað lukkast. Men alla tíðina kenni eg á mær, at vit eru í skúla og hava føroyskt. Her eru ov nógvar bindingar til lesibøkur og skúla. Ja, kenni í støðum turra kritið úr skúlanum millum fingararnar. Og tað er óneyðugt. Men nú talvan er kritað, haldi eg, at Uni skal rista dustið av sær og sleppa øllum tvungnum lærum um rím og ørindi. Við orðunum hjá Heðini Brú kunnu vit lættligani siga, at Uni hevur fingið støðið og tað gott. Nú er tíðin komin at sláa gluggarnar frá.

Eydnukravið lokið?

Tey sum arbeiða í verkætlanum hava serligar máliskur. Eydnukrav rópa tey minsta markið fyri at verkætlanin skal eydnast. Innan í húsanum sigur Uni Arge, at “fært tú okkurt burtur úr bara einum av sangunum, fløvar tað mítt hjarta.” Við bert einum sangi við fullum stigatalið eydnaðist verkætanin til fulnar í mínum føri. Men eg haldi, at Uni setir eydnukravið í so lágt. Hetta merkir úrslitið, ið verður ov spakført og ivandi. Veit, at Uni hevur fleiri sangir í skuffuni. Henda fyrsta útgávan hjá Fa Uni Music, sum Expert ber út, hevur frámerkið UA01. ”Útgáva null tvey kemur, fái eg ikki null trý í karakteri fyri hesa,” sigur Uni.

Smakkdómarin

Hvør hevur sín smakk og karakter havi eg ikki givið í útvið tíggju ár. Eingin skal geva karakter, tí hin fyrsti taparin er nummar tvey. Øll eiga teirra karakter. Sum umbiðin smakkdómari fyri Sosialin, skulu míni subjektivu ráð verða, at Uni hvessir pennin og letur orðini bylgja nógv fríðari enn Mitt í sjónum. Tora at rógva seg í íður, krøkja í eitt hávahjarta og lata havsins penn føra okkum hagar journalistikkurin ikki røkkur. Tora at sleppa tí turrgelt staðfestandi journalistiska skrivingarlagnum og finn saft og kraft, sum hjá Hemingway, Springsteen, Lundell og kára p. Tað hevði klætt honum væl. Higartil er útgerðarfelagið hjá Una ov pent, fitt og avmált. Men gamaní, topptrimmað til okkara útvarpsbylgjur, sum - øllum til vildar - eru mitt í havinum.

Birgir Kruse, smakkdómari, Sosialurin 23. november 2007