6.1.06

Málslig forðarenning?

Kanska eru føroysktlærarar meiri fokuseraðir upp á rættskriving, heldur enn eitt livandi mál. Tað eru nøkur fólk, sum duga væl at fáa tað føroyska skriftmálið at liva, men tey eru ikki nógv. Og so slettis ikki eg, sigur Dann Vinther, ið hevur valt enska málið í journalistiskum arbeiði



Viðtal, Dimmalætting 6. januar 2006



Tá fólk hoyra orðið »plumbing«, flenna tey, tí tey halda ikki at tað ljóðar serliga glamorøst og stórbýarkent, sigur Dann Vinther og setur vinstra tummul undir høkuna, meðan ein hugsunarsamur fremstifingur strýkur aftur og fram eftir skeggstubbunum á høkuni.– Høvdu tey bara vitað hvussu nógv ídnaðarjournalistar blíva forkelaðir í Bretlandi, sigur varablaðstjórin á mánaðartíðarritinum »Heating and Plumbing Magazine«, í dagligari talu bara HPM, sum á tjúgunda ári í 34.000 eintøkum lýsir bretsku hitavinnuna.– Tá nýggjar vørur koma á marknaðin, bjóða framleiðslufeløgini journalistum at vitja verksmiðjurnar, ið oftast eru uttan fyri Bretland, sigur Dann, ið dámar væl at ferðast.– Í teir átta mánaðirnar eg havi arbeitt hjá HPM, havi eg verið kring alt Evropa á tíðindafundum og upplivað luksus, sum eg ikki helt vera til. Og so at hugsa sær, at eg fái pengar fyri hetta lívið, leggur Dann afturat, smírist og blæsur sigarettroykin upp í loft.Við høvdinum enn afturá, leggur hann spakmæltur afturat, at sjálvandi eru verksmiðjurnar ikki altíð so spennandi, men feløgini finna skjótt út av, at fyri at fáa góða umtalu í blaðnum, ræður um at forkela journalistarnar so nógv sum gjørligt.– Tað førir so aftur til pínliga spurningin, um vit ikki bara eru til fals fyri vinnuni, hugleiðir Dann og svarar sjálvur, at júvist eru vit tað, men uppá ein stuttligan máta, sum allir partar eru samdir um. – HPM er leiðandi ídnaðarblaðið av hesum slagi og hóast vit liva av hvørjum øðrum, so kenna vit leiklutirnar og vita hvar etisku mørkini eru.


Samband við lesaran


Arbeiðið á blaðnum, sum heldur til í Sevenoaks í Kent, lýsir Dann sum spennandi og fjølbroytt. Vit eru fimm, sum gera blaðið, tvey skriva og trý selja lýsingar og tekniski parturin verður so latin prentdeildini. – Onkuntíð havi eg samrøður við fólk í telefonini og so fari eg til London, ella aðrastaðni, at tosa við tey um aktuellu evnini, sum vit hava valt at taka upp. Eg havi eisini skrivað onkrar útdýpandi greinar um hitavinnuna í Bretlandi, sigur Dann, sløkkir sigarettstubban og avdúkar, at tá hann umrøður bretsku hitavinnuna kunnu samrøðurnar gerast heilt »upphitaðar«.– Men tað ger jú bara starvið enn meiri spennandi, sigur ein stríðsfúsur Dann, ið metir tílíkar hendingar sum gott feedback og tekin um at fólk veruliga lesa og brúka blaðið.


Magasinjournalistikkur


Dann Vinther er útbúgvin magasinjournalistur. – Vit hava ein úrvaldan lesaraskara, sum vit vita nógv um, og sum tí er lættur at skriva til. So málbólkurin ger allan munin, sigur Dann og strýkur sær aftur um høkuna. – Um eg skrivi fyri Dimmu, so skal eg hava bæði ommu og lítlabeiggja og alt harímillum í huga, sigur Dann, sum nú hevur tosað seg heitan og pakkur Dimmuna saman, fyri síðani at klamsa tíðarritið »Ð« á borðið, saman við »Frøði« og »Euroman«. – Um eg ístaðin skrivi fyri »Ð«, er skarin nakað væl lættari at definera. Tað betýðir nógv fyri meg at kunna síggja lesaran fyri mær. So eg ætli mær at hanga í magasinverðini so leingi sum gjørligt.


Lestrartíðin


Stuðulsstovnurin upplýsir, at umleið 80% av føroyingunum, ið lesa uttan fyri Norðurlond, velja eitt ES-land og 90 av teimum umleið 110 lesandi velja Stóra Bretland. Dann Vinther, sum nú er 30 ára gamal, var ein teirra, ið valdi Stóra Bretland. Hann las heimspeki og sálarfrøði á Glasgow University, men eftir loknan lestur vóru eingir viðkomandi starvsmøguleikar og hann tók við starvi sum postmaður í Havn. Hóast honum dámdi stak væl á Posthúsinum, var útferðarhugurin so stórur, at hann eftir einum ári setti sær fyri at finna nýggjar fakligar avbjóðingar.– Tá datt eg inn á heimasíðuna hjá Cardiff University og sá, at tey høvdu eina útbúgving, ið nevndist Postgraduate Diploma in Magazine Journalism. Dann mátti tó skjótt ásanna, at tey settu sera hørð krøv.– Eg helt, at eg ongantíð fór at kunna prógva fyri teimum, at ein útlendingur kundi skriva eins gott enskt og ein breti, sigur Dann, sum tó ikki gavst á hondum.– Eg sendi eitt ótal av teldupostum til tey, har eg royndi at imponera við ymiskum skrivistílum. Eitt sindur klikkað, tá eg hyggi aftur upp á tað, sigur ein lotur Dann.– Men eg slapp so inn!


Vunnu virðislønir


Útbúgvingin í Cardiff tók eitt ár. Høvuðsuppgávan var at gera eitt egið tíðarrit og hann fekk til uppgávu at gera online útgávuna av blaðnum. Samlaða úrslitið hjá bólkinum var so mikið gott, at tey gjørdust The Press Gazette Student Team of the Year og harumframt nummar tvey í eini líknandi kapping hjá the Guardian.


Klassiskur tónleikur


– Eg eri tíverri soleiðis av lyndi, at grasið er altíð grønari hinumegin. Hóast hetta er eitt spennandi starv, við stórari ábyrgd, nógvari ferðing og persónligari menning, so havi eg altíð eyguni opin fyri øðrum starvsmøguleikum, sigur Dann.– Tá eg so sá, at tíðarritið Gramophone leitaði eftir einum skrivandi persóni, kundi eg ikki lata vera við at søkja. Tað hevði verið fantastiskt at sloppið at skriva um klassiskan tónleik, tí tað er nakað, sum eg brenni nógv fyri, sigur Dann og leggur eina fløgu í spælaran. Beethoven, sjeynda symfoni, við BBC filharmonikarunum spæla undir leiðslu av Gianandrea Noseda.Meðan tónarnir fylla rúmið og laga eitt nýtt landslag, sigur magasinjournalisturin, at hann eisini ofta freistast av tankanum at skriva fyri okkurt av teimum fjollutu mannfólkabløðunum í Bretlandi, til dømis FHM, Maxim og Loaded. Ikki so intelektuell sum danska Euroman, stuttligari og fleiri diddur.– Samanumtikið havi eg eina stóra trongd at skriva stuttlig ting, slær Dann fast og flennir. Til hann aftur varnast Beethoven í rúminum.


Mozart 250


– Mozart 250 ár, sigur tú? Tað sigur mær ikki so nógv, sigur journalisturin, ið helst sær fyri sær eina framtíð á Gramophone.– Eri tó samdur við teimum, sum siga at hann var eitt flogvit, eingin ivi um tað. Men hansara stílur talar ikki ordiliga til mín, sigur Dann og vil vera við, at tað var okkurt, sum lá í teirri tíðini, sum honum ikki dámar.– Stílurin hjá Mozart og Haydn er for ljósur til mín smakk. Tí er tað eitt sindur undarligt, at mín fyrimynd er javngomul við Mozart. Tað er góði gamli Beethoven, sum, hóast eg havi hoyrt hansara symfoniir upp í saman, enn fær hárini at reisa seg á mær, sigur Dann og spælir yndispartin úr sjeyndu symfoniini, meðan hann livir seg inn í tónleikin.


Kommaorð


– Sum støðan er nú, kundi eg ikki trivist betur enn eg geri í Bretlandi. Um eg nakrantíð skal búgva í Føroyum aftur, so verður tað neyvan við einum skriviarbeiði, sigur Dann og lýsir orsøkina við eini søgu úr egnari skúlagongd:– Lítli Dann situr í Eysturskúlanum og lærarin fortelur um »kommaorð«. Nú eri eg nokk ikki blivin nógv vaksnari, men enn tann dag í dag skilji eg ikki hví tað skal vera neyðugt at skriva komma framman fyri ávís orð, bara tí man »eigur«. Hetta er ikki fyri at grenja, men eg haldi bara, at tann enska teknsetingin er nógv meiri lesivinarlig. Har steðgar setningurin so nøkurlunda í takt við nær eg hevði andað, um eg las tekstin upp, tí har eru reglurnar smidligari, sigur Dann.Hann leggur afturat, at hann altíð hevur hildið, at tann einasta funktiónin við tí føroyska brúkinum av komma er at seinka málinum.


Rættskrivingarreglur


– Tað er kanska at taka í so dýran til, at siga, at føroysktlærarar eru meiri fokuseraðir upp á rættskriving heldur enn hitt góða, livandi og lívliga málið. Tað eru nøkur fólk, sum duga væl at fáa tað føroyska skriftmálið at liva, men tey eru ikki nógv. Og so slettis ikki eg, sigur Dann og yppir øksl.– Í mínum føri er støðan eitt trilemma: skal eg halda meg til reglurnar og harvið gera skrivingina til eina málsliga forðarenning? Skal eg vera ein irriterandi upprørari, sum brýtur reglurnar, bara fyri at gera tað? Ella – og eg rokni við at nógv kenna til hendan trupulleikan – skal eg ignorera reglurnar og harvið tykjast sum um eg ikki skilji føroyskar rættskrivingarreglur?Dann smírist og ristir á høvdinum. – Nei, nú fái eg tað at ljóða verri enn tað er. Men eg haldi bara, at tað er skegari at skriva á enskum. Tað var bara tað, eg vildi siga.

Dimmalætting, 6. januar 2006