Skip to main content

Bed and Breakfast í Belfast


Vivian Martin er vertinna okkara í verkamannabýlinginum Andersonstown í Belfast. Hon bjóðar bed and breakfast, men seinni partur av tænastuni verður latin upp í okkara hendur (Myndir: Unn og Birgir Kruse)

Ferðavinna er nýggj í Belfast og serliga í hesum katólska býarparti, Andersonstown. Protestantar rista á høvdinum og halda okkum vera púra ør, tá vit siga hvar vit búgva. Samstundis eru katolikkar so himmalsliga fegnir um at vit búgva í Andersonstown og spyrja, hvussu vit funnu fram til hesi húsini. Fegin vísa tey okkum svørtu taxabilarnar og hvussu teir bíligast koyra okkum inn í miðbýin og finna tey røttu støðini. Bæði til mat, handils og hugna.

Andersontown er ein heimligur verkamannabýlingur, dygst við the Falls og ikki so langt frá miðbýnum. Eitt framúr høvi at hitta katólska fólkið við áhuga fyri mentan og tjóðskapi.

Belfast er á einum vegamóti. Gamli stættarmunurin er víkjandi, friður valdar og flestu vilja gloyma the Troubles og fjala øll tey blóðdálkaðu minnismerkini. Hinvegin eru júst hesi minnismerkini og listarligu veggjamálningarnir stórsta attraktónin hjá ferðandi í Norðurírlandi.