8.4.08

Adam Tinworth - ein maður og hansara bloggur

Adam Tinworth, bloggari: - Journalistar hava brúkt áratíggju at sleppa undan persónligu meiningini í teirra skriving, men nú eru teir noyddir at at finna hana aftur (Mynd: Adam Tinworth)

Sum olympiskt vertsland er Kina vaknað við kaldan dreym. Vesturheimurin fylgir við og ilskast um ta viðferð, fólkið í Tibet er fyri. Vanligi kinesarin skilir ikki atfinningarsemið, tí tey vita ikki betur enn at øll hava tað gott í Kina.

Kinesisk tíðindi uttan úr heimi eru sensurerað og alt, ið vendir sær móti Kina, er skorið burtur og gerst aldri tíðindi og elvir aldri til kjak har í landinum.

Takkað verið olympiska kyndlinum eru øll eygu fest á Kina. Henda pall vilja fleiri deila. Men enn skilir Kina ikki støðuna og avnoktar alt, sum ikki er elskuligt og tænir landinum.

Lukkutíð eru ídnir bloggarar, ið skapa sambond og skriva tíðindi. Ein teirra er bretin Adam Tinworth, ið síðani 2001 hevur havt bloggin One Man & His Blog. Tað, sum hann skrivar sæst sum leinki til høgru sum RSS-feed á mínum bloggi. Klikkið á leinkið og tit eru í blogginum hjá Tinworth. Hann skrivar til dømis um kyndilin, sum slóknaði í París.

Undir yvirskriftini ”Vanskelig at lære journalister å blogge” skrivar Norsk Journalistforbund 2. apríl 2008 um júst hetta evnið. Sagt verður, at flestu journalistar hava brúkt áratíggju at sleppa undan persónligu meiningini í teirra skriving, men nú eru teir noyddir at at finna hana aftur, persónligu meiningina í skrivingini.

Bretski bloggarin Adam Tinworth er keldan í norsku greinini. - Journalistar eru sannførdir um at ein bloggur er eitt lesarabræv ella ein tíðargrein. Journalistar síggja henda nýggja miðil gjøgnum gamlar brillur, sigur Tinworth, og vísir á at tað er ein stór avbjóðing at broyta hugsunarháttin hjá einum journalisti.

Bretskir miðlar sum BBC, Guardian, Daily Telegraph og Times, brúka blogg sum ískoyti til vanliga tíðindaflutningin.

Umframt persónligu meiningina, er samskiftið tað mest umráðandi, tá bloggað verður. Eitt aftursvar kann gerast mest áhugaverdi parturin í einum bloggi. Á egna blogginum One Man & His Blog, sigur Adam Tinworth soleiðis:

The problem with a blog that’s 100% original writing is that it rapidly starts to lose any feeling of community, unless you have an active commenter community. If you don’t, it start to look exactly like one of our conventional websites, pushed out through a blog format. And that’s the sort of behaviour that gets us a bad reputation in the blogging world.

Umframat at blogga, arbeiðir Adam Tinworth fyri Reed Business Information, sum gevur út New Scientist, Computer Weekly, Flight International, Community Care og hópin av øðrum bløðum og tíðarritum.