18.5.08

Sjáldsamur loðpílur


Jens Petur Gaard við loðpíli úr Gjónni í Vestmanna, ovara myndin, og úr Múla á niðaru myndini. (Myndir: Birgir Kruse)

Í urtagarðinum hjá Jens Peturi og Guðruni Gaard eru tvey sjáldsom sløg av loðpíli. Tey eru úr Múla og Vestmanna.

Loðpílur og arktiskur pílur, sum nú eru nærum avoydd av seyði, eru sjáldsom at síggja. Tó man ein reyð várhagasólja (Taraxacum rubifolium Rasmussen) vera hin mest sjáldsama í hesum urtagarðinum. Hon sæst bara her og er uppkallað eftir pápa Guðrunar, Jóannesi Rasmussen. Tá reyða várhagasóljan blómar venda vit aftur við eini mynd.

Á heimasíðuni hjá Jens Kjeld Jensen í Nólsoy kunnu vit lesa at upprunaliga vuksu ikki nógv ymisk træsløg í Føroyum. Men kortini eru funnar leivdir av trævøkstri fyri túsund árum síðani. Millum annað vóru trý ymisk sløg av píli: urtapílur Salix herbecea L., loðpílur Salix lanata L. og arktiskur pílur Salix arctica Pallas.

Jens Kjeld Jensen, sum er skipskokkur, arbeiðir í løtuni við eini spennandi bók um lunda í Føroyum.