21.6.08

Aftur í Gøtu

Sissel við blómandi sólju, uppi á koyrivegnum í Gøtu. Í baksýni, mitt fyri, eru húsini hjá ommu og abba (Mynd. Birgir Kruse)

Fremsta ynski hjá Sissel vara at vitja barnaheimið hjá pápanum í Gøtugjógv. Hóast húsini hava sæð betri dagar, hepnaðist tað væl. Eigarin seinastu árini tømdi hjallaran, tí húsini vóru júst seld. Lítið er at ivast í, at hetta er besta grundstykki í bygdini, við útsýni yvir alla Gøtuvík.

Eftir smala koyrivegnum fóru vit niðan í gerðið hjá Emmanuel, tóku myndir og mintust í felag gomul minni, meðan Roy Lønhøiden sang Høyt over byen.

Húsini eru tey ovastu, longst til høgru, mitt fyri á myndini. Sissel heintaði sóljur, sum standa í fagrasta blóma júst hesa árstíðina.

Umframt Lønhøiden, skiftu vit eisini orð um Kurt Foss og Reidar Bø, sum í 50'unum sungu um Blåveispiken, sum Simme og Tey sungu á føroyskum við heitinum Sóljugentan. Ein ivasamur sangur, ið ikki hevur somu undirtøku nú, sum tá. Tað helt í hvussu er Svanaug Roe.

Vit prátaðu við fólk, Árant, Arvid og Henning, og vitjaðu kirkjugarðin í Norðragøtu, har omma og abbi, Benadikta og Marius, eru grivin.