Skip to main content

Egg av Lygnnesi



Gunnvá kemur úr høsnarhúsinum við sjóvarmálan á Lygnnesi í Kollafirði við nývorpnum eggum undan hønum og dunnum. Ole tekur myndir av einsamalla høsnarunganum. Niðast liggur ein dunna á eggunum. (Myndir: Birgir Kruse)

Gunnvá Dam, Ole Wich og eg sjálvur arbeiða við nýggjari skúlabók til fyrsta flokk í heimstaðarlæru. Fyri evsta mark var tørvur á myndum av høsnar- og dunnuungum. Tað var gamaní at fara norður til Lygnnes í Kollafirði, har Gunnvá og maðurin Jákup Dam hava bæði seyð, gæs, dunnur og hønur.

Bíløtini komu í kassan og høsnaregg og dunnuegg fingu vit við okkum til Havnar.

Enn eina ferð máttu vit sanna, at Føroyar eru ein perla av upplivingum, stutt frá høvuðsstaðnum.