21.6.08

Á Eiði




Sissel undir Slættaratindi, vinkonunar Svanaug, Sissel og Anne Berit, og Oddmar frammanfyri Risanum og Kellingini, Birgir framman fyri barnaheiminum á Eiði og Andy (Andreas Berg), Jógvan, Birgir og Oddmar avmyndaðir inni hjá Oddmar fyri tveimum árum síðani (Myndir: Birgir Kruse)

Á ferðini suður aftur, steðgaðu vit undir Slættaratindi, ið er Føroya hægsta fjall (882 metur). Mánadagin vóru allar tríggjar á toppinum saman við Eyðuni Berg. Longur niðri undir Slættaratindi sóu vit Risan og Kellingina uttan fyri Eiðiskoll, ið er skrædnaður, tí tey bæði skuldu draga Føroyar til Íslands. Og tað er sjón fyri søgn.

Á Eiði er barnaheimið hjá pápa mínum, Jógvan Kruse. Her búðu vit í tveimum umførum. Vit vóru eisini inni á gólvinum hjá Oddmar. Fyri tveimum árum síðani, vitjaði Andy, systkinabarnið í Berlin, her. Tá tók eg eina mynd av honum og pápanum Jógvan, inni hjá Oddmar.

Um kvøldið ótu vit á matstovuni Toscana í Havn og møttu seinni enn einum systkinabarni, Eyðun Berg, sum umframt at vera politistur, eisini er við í Faroe Adventure.