27.6.08

Próvtøkutíð



Hanus við SIT 2-próvnum uttan fyri Skúlaheimið hjá Tekniska Skúlanum í dag. Eftir summarfrítíðina fer hann á Vinnuháskulan. Niðanfyri er Hanus saman við SIT 2 flokkinum. Teir eru frá vinstru: Andru Emil Jensen, Tórshavn, Aron Jakobsen, Skálavík, Hanus Kruse, Tórshavn, Jón Mikkjal Henriksen, Sandur, Marner Ludvig, Vágur, Mortan Johannesen, Tórshavn, Mourits Tavsen, Sørvágur, Poul Fannar Mittelstein, Skopun, og Torbjørn Olsen, Hvalvík. Niðast er systkinabarnið Annika Kruse Poulsen, sum í gjár fekk studentsprógv í Keypmannahavn.

Í hesum døgum eru fleiri prógv útskrivað og handað. Svenskir studentar syngja sálmin hjá Isreal Kolmodin frá 1695 Den blomstertid nu kommer. Sjálvt Rolf Wikstrom hevur sett sálmin til hin seigasta blues, uttan at nakað fer av honum, sálminum altso. Og ikki er tað av ongum. Alt andar summar og teknar eina nýggja byrjan. Jú betri prógvið er, jú betri møguleikar. Og annars so, sum hugurin stendur til. Livst so spyrst.

Góða veitslu, gott summar og góða eydnu framyvir!