Skip to main content

Fourth of July



Einki er sum góðir vinir. Her eru fýra, Hans, Martin, Jóhan Petur og eg sjálvur á Hotel Føroyum eftir ein góðan døgurða, sum Jóhan Petur bjóðaði í dag, fjórða juli. Takk fyri tað! Niðri undir Birgir við fløguni hjá Riders in the Sky, ið ber heitið "Always Drink Upstream From The Herd". Tað er so nakað at hugsa um hjá kúrekum á amerikanska tjóðardegnum

Amerikanskur tjóðardagur er í dag. Ivasamt er, hvat hátíðarhald er í tí. Eingin onnur tjóð hevur sum hin amerikanska spælt altjóða løgreglumaður, prædikað og samstundis dripið frá hond.

Eingin onnur tjóð hevur gjørt seg seka í so grovum ákærum, sum tær, ið verða førdar fram í Hollywood-filminum Syriana. Sama sarkasma fekk Bob Dylan at yrkja um tað heilt serliga amerikanska rættvísið, sum fer í sjálvsving og fær miðal amerikumannin at ganga With God on our side.

Amerika er mótsetingar og frælsi.

Saman við støddini á landinum og tí undirhaldsfloymi, sum vit verða rakt av hvønn dag, eru tó eisini undirstreymar, afturundirgerð og íðukálvar. Rák, ið seta dám á eina mótmentan, counter-culture, sum setur altjóða tilveruna skák mát. Frank Zappa var ein teirra. Og ein long røð av teknarum, sum Hugh MacLeod úr Texas, ið teknar heilsanir frá The Gaping Void í cyberspace, til høgru í grønara partinum á hesum bloggi.

Í juli ætli eg mær at koyra í Kalifornia. Har er tætt millum skeltini United in diversity. Hóast hetta er herðrópið hjá Evropeiska samveldinum, er tað í nógv størri mun Amerika, ið lýður hesi boð. Sameind í ymiskleika. Tí er har so stuttligt at ferðast.